11.12.2014 · Løgmansskrivstovan

NAMMCO nýggjan aðalskrivara

NAMMCO nýggjan aðalskrivara

Dr. Geneviève Desportes verður nýggjur aðalskrivari í Norðuratlantisku Hvalaveiðinevndini, NAMMCO. Geneviève er ættað úr Fraklandi, og býr í Danmark. Eitt skifti búði og arbeiddi hon í Føroyum fyri Landsstýrið og Náttúrugripasavnið. Hon hevur arbeitt við einari røð av bæði ES- og Norðurlendskum verkætlanum í sambandi við havsúgdjór.

Seinastu 22 árini hevur Geneviève umboðað Føroyar í vísindanevndini hjá NAMMCO, har hon millum annað hevur verið nevndarformaður. Hon virkaði eisini sum samskipari fyri Trans-North Atlantic Sightings Survey hvalateljingarnar í 2007, har NAMMCO-londini luttóku saman við Kanada og Russlandi. Hetta hevur við sær, at eitt nýtt føroyskt umboð skal finnast fyri hana í næstum.

Sitandi aðalskrivarin, dr. Christina Lockyer, fer frá fyri aldur, og Geneviève Desportes tekur við tann 1. apríl 2015.

NAMMCO – the North Atlantic Marine Mammal Commission – er altjóða samstarv millum Grønland, Ísland, Føroyar og Norra, sum varð stovnað í 1992.