Løgmansskrivstovan hevur nú fingið endaligu frágreiðingina frá kanningarleiðaranum, Jens Nørtved, í tænastumannakanningini av Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum.
Kanningarleiðarin staðfestir í sínari niðurstøðu, at tey viðurskifti, sum umboðsmaðurin átalaði, og Løgmansskrivstovan reisti illgruna um, eru framd av aðalstjóranum. Kanningarleiðarin sigur í sínari niðurstøðu, at Turid Arge hevur brotið § 9 stk. 1 í tænastumannalógini, við at seta til viks ásetingar í innlitslógini, fyrisitingarlógini og lóg um Løgtingsins umboðsmann.
Kanningarleiðarin varð eisini biðin um at koma við einum tilmæli um, hvørjar avleiðingar niðurstøða hansara skuldi hava, sbr. tænastumannalógini § 18, stk. 6 . Kanningarleiðarin mælir til at Turid Arge fær eina átalu.
Nú ein niðurstøða fyriliggur, hava Løgmansskrivstovan og Turid Arge gjørt semju um, at Turid Arge fer úr starvi sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og í staðin verður ráðgevi í Løgmálaráðnum. Semjan inniber, at Turid Arge varðveitir sína aðalstjóraløn, men eftir trý ár fellur serliga aðalstjóraviðbótin burtur.
Løgmansskrivstovan fer eftir summarfrítíðina at lýsa starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum leyst.
Bjørgfríð Ludvig heldur fram sum fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, til nýggjur aðalstjóri er settur.