06.11.2014 · Løgmansskrivstovan

Norðurlond styrkja arktiska samstarvið

Norðurlond styrkja arktiska samstarvið

Norðurlond fara at raðfesta arktiska økið enn hægri komandi árini.

Norðurlandaráðið setti fyri nógvum árum síðani arktiska økið á dagsskránna.

Í farnu viku legði Annika Olsen, samstarvsráðharri, vegna ráðharraráðið fram nýggju samstarvsskránna 2015-2017 á ársfundi Norðurlandaráðsins í Stockholm.

Annika Olsen vísti á fýra høvuðsevni, sum nýggja samstarvsskráin leggur dent á:

1) Fólkið í Arktis,
2) Burðardygg menning
3) Umhvørvi, náttúra og veðurlag
4) Útbúgving og førleikamenning.

Játtanin til samstarvsskránna er 8,5 mió. kr. komandi trý árini.

Umframt hetta fer danski formansskapurin 2015 eisini at gera íløgur í arktiskar verkætlanir.

“Endamálið við arktisku samstarvsskránni er fleirtáttað. Vit ynskja størri vitan um Arktis, sum skal koma øllum til góðar. Vit skulu tryggja samstarv og netverk. Hetta fer at skapa nýggja vitan og úrslit, sum skulu vera grundarlag fyri politiskar avgerðir, bæði lokalt og í altjóða høpi,” sigur Annika Olsen.

Arktiska samstarvsskráin hjá Norðurlendska ráðharraráðnum framleiðir eisini ítøkilig vísundalig kanningararbeiði til Arktiska ráðið.

Tað merkir, at samstarvsskráin er eitt týdningarmikið amboð í menningini av Arktis.

Eisini Føroyar hava møguleika at søkja um fígging til viðkomandi verkætlanir og samstarv.

Norðurlandaráðið samtykti einmælt nýggju arktisku samstarvsskránna 2015-2017.