09.07.2014 · Løgmansskrivstovan

Norska drotningin til Føroya

Norska drotningin til Føroya

Sonja drotning úr Noregi kemur til Føroya á almenna vitjan leygardagin 19.juli.

Tað verður løgmaður, ið tekur ímóti norsku drotningini, tá ið hon leggur at í Havn við kongsskipinum "Norge".   

Hetta er fyrstu ferð, Sonja drotning kemur til Føroya.

Hon skal millum annað vitja í Kirkjubø, har løgmaður eisini verður vertur fyri einum døgurða. 

 
 
Vilja fjølmiðlar fylgja vitjanini hjá Sonju drotning í Føroyum, skulu teir boða Páll Holm Johannesen, kunningarráðgeva á Løgmansskrivstovuni, frá á teldupostadressuni: pall@tinganes.fo áðrenn 18.juli. 
 


Mynd: kongehuset.no