03.05.2012 · Løgmansskrivstovan

Norski forsætisráðharrin vitjar í Føroyum 17. og 18 mai.

Norski forsætisráðharrin vitjar í Føroyum 17. og 18 mai.

Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg kemur til Føroyar á almenna vitjan 17. og 18. mai.


Hóskvøldið 17. mai, norska tjóðardagin, er løgmaður vertur fyri føroysk-norskari kvøldsetu í Norðurlandahúsinum. Á skránni verða framførslur við

føroyskum og norskum listafólkum. Skráin sæst og atgongumerkið til kvøldsetuna kunnu keypast á www.nlh.fo  
 

Fríggjamorgunin 18. mai verður fundur millum løgmann og forsætisráðharran.
 

Nærri skrá verður almannakunngjørd seinni.
 

 

Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 306028