09.06.2009 · Løgmansskrivstovan

Norski ráðharrin í norðurlandamálum vitjaði løgmann

Norski ráðharrin í norðurlandamálum vitjaði løgmann

Løgmaður hevði í morgun vitjan av norska ráðharranum í norðurlandamálum, Heidi Grande Røys, og norska sendiharranum í Keypmannahavn, Jørg Willy Bronebakk.
 

Norski ráðharrin og løgmaður skiftu m.a. orð um samstarvið í Norðurlandaráðnum. Løgmaður vísti á ynski Føroya um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Løgmaður gjørdi vart við, at Føroyar eiga at luttaka í norðurlendska samstarvinum á jøvnum føti við hini londini. Tí Norðurlond fevna um átta lond – og ikki fimm lond og trý øki.
 

Løgmaður og norski ráðharrin umrøddu eisini avbjóðingar og møguleikar hjá Føroyum og Noregi í mun til alheims fíggjarstøðuna, umframt spurningin um ES og EFTA.