North Atlantic Islands Meeting verður í døgunum 28. til 30. august. North Atlantic Islands Meeting er afturvendandi toppfundur millum politisku leiðararnar í Hetlandi, Orknoyggjunum, Hebridunum og Føroyum. Seinasti fundur var í 2009 í Orknoyggjunum.
Í hesum sambandi koma Sandy Cluness, ráðsformaður í Hetlandi, Stephen Hagan, ráðsformaður í Orknoyggjunum og Alex MacDonald ráðsformaður í Hebridunum til Føroyar sunnudagin.
Undir vitjanini verður m.a. vitja á Bakkafrost, Havsbrún, SEV og Jarðfeingi. Á Jarðfeingi verður framløga um verkætlanir viðvíkjandi jarðhita og sjóhita. Vitjað verður eisini hjá Føroya Tele, har kunnað verður um hvussu føroyska fjarskiftiskervi er útbygt og ment. Harumframt verður framsýning av nýggja skúlanum á Hamrinum á Argjum, sum Articon hevur bygt.
Týsdagin fyrrapart hava løgmaður og ráðsformenninir fund. Á fundinum fara partarnir m.a. at umrøða og viðgera:
- Royndir og ætlanir grundaðar á varandi orkukeldur úr vindi og vatni
- Dømi um og møguleikar fyri vinnuligum samstarvi
- Royndir viðvíkjandi átøkum fyri at fáa at fólk at støðast í oyggjasamfeløgunum
Í samband við fundin hava fjølmiðlar høvi at taka myndir, og fáa orðið á løgmann og ráðsformenninar týsdagin 30. august kl. 13 á Løgmansskrivstovuni. Fjølmiðlar, ið ynskja at luttaka skulu boðað frá á palln@tinganes.fo ella 551028 í seinasta lagi týsdagin kl. 11.
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: ”Oyggjasamfeløgini í Norðuratlantshavinum líkjast í mongum førum og hava somu avbjóðingar, eitt nú viðvíkjandi menning av nýggjum vinnum og fráflyting. Umráðandi er tí, at vit gagnnýta møguleikarnar fyri samstarvi. Vitjanir sum henda eru tí kærkomin høvi at skifta orð um royndir og at skapa nýggj sambond.
Føroyskt vinnulív hevur góðar møguleikar at víðka um virksemi í hinum oyggjasamfeløgunum. Umstøðurnar og fortreytirnar á marknaðunum líkjast ofta, og føroyskar fyritøkur hava serkunnleika at veita tænastur til smásamfeløg. Eitt nú dýpir Articon innsiglingina til Scalloway, og Føroya Tele veitir fjarskiftisloysnir til hetlendingar.”
Ráðsformenninir og fylgi fara avstað aftur týsdagin seinnapart.
(Mynd: Sandy Cluness, Kaj Leo Holm Johannesen, Stephen Hagan og Alex MacDonald.)
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 306028.