Mynd: Vága Floghavn
Frá í morgin, hósdegnum 16. desember, verða øll ferðandi til Føroya aftur kannað við komu til landið.
Kravt verður av øllum ferðandi, 12 ár og eldri, at tey verða kannað. Ferðandi undir 12 ár kunnu eisini lata seg kanna, um tey ynskja tað.
“Eg fegnist um at vit nú fara at kanna øll við markið. Jólini eru í hondum, og skulu vit minka um smittutrýstið og samstundis taka væl ímóti okkara útisetum, so eru kanningarnar við markið avgerandi,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Øll ferðandi eiga at fara í heimauppihald, og at kanna seg aftur tveir dagar eftir komu. Heimauppihaldið endar ikki fyrr enn negativt úrslit fyriliggur av kanningini annan dagin eftir komu.
Einki gjald verður tikið fyri kanningarnar í hesum árinum. Væntandi verður gjald sett á kanningarnar fyrst í komandi ári. Landsstýrið hevur borið eitt uppskot niðan í Løgtingið, um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi, 12 ár og eldri, við komu til Føroyar.