Føroyska samfelagið letur nú enn meira upp. Tað kunngjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi í morgun.
Føroyar eru eitt av teimum fáu londunum, sum hava steðgað smittubreiðingini. Fá fólk bera smittuna, og teir smittutilburðir, sum eru staðfestir seinastu vikurnar, koma allir uttanífrá. Tað tykist sannlíkt, at sokallaðu myrkatølini eru lutfalsliga lág í mun til onnur lond. Tað er sostatt ikki líkt til, at smittan breiðir seg innanhýsis í Føroyum, sum støðan er nú.
- Okkara yvirskipaða visjón er nú at forða fyri, at smittan sleppur inn aftur í føroyska samfelagið. Tað gera vit best við at hava greiðar og tryggar mannagongdir fyri fólk, sum koma til Føroya við flogfari ella skipi, segði løgmaður.
Herdar mannagongdir
Øll, sum koma til Føroya, fáa nú eitt sóttarhaldsskjal í hondina og skulu vátta við undirskrift, at tey hava skilt, at myndugleikarnir vilja hava tey í sóttarhald, og at myndugleikarnir kunnu seta seg í samband við tey næstu tíðina fyri at kanna, hvussu tey hava tað, og um sóttarhaldið verður hildið.
- Lat meg siga tað, sum tað er: Vit vilja ikki, at útlendsk ferðafólk koma til Føroyar fyribils – í fyrsta umfari til og við 30. juni, segði løgmaður.
Løgmaður heldur tað ikki vera rætt at krevja fólk í sóttarhald og læsa tey inni á gistingarhúsi í 14 dagar.
- Eg havi álit á fólki, og at tey brúka vit og skil. Tað skal eftir mínum tykki meira til, áðrenn eg haldi tað vera neyðugt at krevja fólk í sóttarhald undir strangum eftirliti, segði løgmaður.
Upp í ferð
At meira ferð verður sett á samfelagið inniber millum annað, at 4. flokkur fer aftur í skúla tann 4. mai, 5. flokkur fer aftur í skúla 11. mai, og mánadagin 18. mai fáa 9. flokkarnir skipaða undirvísing í skúlanum,
Eisini fyritøkur, sum hava nærsamband við sínar kundar, t.e. frisørar, tannlæknar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, vakurleikastovur, optikarar o.o., kunnu fara aftur til arbeiðis undir skipaðum viðurskiftum mánadagin 4. mai.
Og frá mánadegnum 4. mai kunnu vit eisini savnast í størri bólkum enn fyrr – í mesta lagi 50 fólk. Men í kirkjum og samkomum kunnu 100 fólk savnast, men framvegis við støði í tilmælunum um frástøðu og reinføri. Orsøkin til, at fleiri sleppa í kirkjur og samkomur, er serliga atliti at jarðarferðum.
Les meira um, hvat tað inniber, at Føroyar fara upp í ferð her.
Mugu halda út
Summarið í Føroyum í 2020 verður eitt øðrvísi summar. Vit kunnu nú seta meira ferð á samfelagið, men tað merkir ikki, at hóttanin er burtur.
Løgmaður minti á, at stríðið ímóti koronasmittuni er eisini ein spurningur um áhaldni – um at halda út. Koronasmittan gevst ikki uttan bardaga, og hon fer har, hon sleppur. Tað vil siga, at hon kann framvegis bróta út og breiða seg bæði skjótt og kyniskt, um vit ikki ansa eftir.
- Vit vita, at fleiri lond hava latið upp, men síðan verið kroyst til at lata aftur aftur, tí smittan er brotin út aftur. Tað er tað ringasta, sum kann henda. Bæði trivnaðarliga og búskaparliga. Tí fari eg enn einaferð at heita á tykkum øll somul um at ansa eftir og virða tilmælini um at halda frástøðu, og at hava gott reinføri. Tað mugu við venja okkum við, tí tað er okkara besta vápn í hesum stríðnum, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundinum fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/KVF