19.11.2013 · Løgmansskrivstovan

Nýggi amerikanski sendiharrin til Føroya

Nýggi amerikanski sendiharrin til Føroya

Í morgin kemur J. Rufus Gifford, amerikanskur sendiharri í Danmark, til Føroya at vitja løgmann. 

Á ferðini í Føroyum fer nýggi amerikanski sendiharrin eisini at hitta landsstýrismannin í vinnumálum, Løgtingið, føroysk vinnulívsfólk og lesandi.


J. Rufus Gifford varð í summar settur í starv sum amerikanskur sendiharri í Danmark. Hetta er fyrstu ferð, at hann vitjar í Føroyum.


Amerikanski sendiharrin fer av landinum aftur fríggjadagin.