Nýggja dátuverndarlógin fer at búgva føroyska samfelagið til nýggja talgilda veruleikan. Lógin kemur í tøkum tíma, tí verandi lóg er skjótt 20 ára gomul, og hon stavar frá tíðini, áðrenn internetið var ein samanrunnin partur av gerandisdegnum hjá vanliga føroyinginum.
”Fyri vinnuna, myndugleikar og vanliga føroyingin verður nýggja lógin eitt stórt framstig. Tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava lógir og reglur, sum liva upp til altjóða krøv, tí vit bæði virka og samskifta í einum talgildum altjóða samfelagi,” sigur Bárður á Steig, løgmaður, sum umframt løgmansembætið eisini varðar lógarøkinum í landsstýrinum.
Í fjør setti ES í gildi eina nýggja fyriskipan um dátuvernd. Hon verður rópt Genereral Data Protection Regulation – GDPR.
Í arbeiðinum við nýggju føroysku lógini hevur Løgmansskrivstovan havt fleiri fundir ymisk umboð fyri almennar myndugleikar, bankar, tryggingar- og pensjónsfeløg umframt umboð fyri KT-veitarar. Tey vísa yvirskipað á, at føroyska lóggávan eigur at líkjast altjóða lóggávu so nógv sum gjørligt. Eisini halda tey, at tað eru fyrimunir, um føroyskar telduskipanir og software verða mentar í samsvari við tey krøv, sum altjóða samfelagið setir. Føroyska dátuverndarlógin gongur hesum ynskjum á møti.
Nýggja dátuverndarlógin er í dag send til ummælis. Til ber at lesa uppskotið her