Landsstýrið vil við nýggju dátuverndarlógini hækka um persónsverndina hjá vanliga føroyinginum, tá ið teirra persónsupplýsingar verða skrásettar og viðgjørdar. Eitt høvuðsmál er, at viðgerðin altíð virðir persónliga frælsið hjá tí einstaka, og at tann skrásetti borgarin í størri mun fær ræði á sínum egnu persónupplýsingum.
Umframt at seta høg krøv til trygdina, tá ið persónupplýsingar verða viðgjørdar, verða hesi rættindi tryggjað:
Í dag hevur nýggja dátuverndarlógin verið viðgjørd í Løgtinginum.
“Tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava lógir og reglur, sum liva upp til altjóða krøv, tí vit bæði virka og samskifta í einum talgildum altjóða samfelagi. Nýggja lógin kemur í tøkum tíma, tí verandi lóg er skjótt 20 ára gomul, og hon stavar frá tíðini, áðrenn internetið var ein samanrunnin partur av gerandisdegnum hjá vanliga føroyinginum,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum eisini varðar av løgmálum í landsstýrinum.
Í 2018 setti ES í gildið eina nýggja fyriskipan um dátuvernd. Hon verður rópt Genereral Data Protection Regulation – GDPR. Við nýggju føroysku dátuverndarlógini leggja Føroyar seg upp at ES-fyriskipanini GDPR, sum er vorðin altjóða standardurin innan fyri dátuvernd.
Eftir fyrstu viðgerð er nýggja dátuverndarlógin farin í Løgtingsins rættarnevnd. Til ber at lesa uppskotið her
Fyrstu ferð Føroyar fingu eina lóg um persónsupplýsingar var í 1984.
Galdandi løgtingslóg á økinum varð sett í gildi 1.januar 2002. Hon er einaferð broytt síðani.