Nú verða persónupplýsingarnar hjá vanliga føroyinginum betri vardar. Tað er greitt, eftir Løgtingið í dag samtykti at seta nýggja dátuverndarlóg í gildi í Føroyum.
Eitt høvuðsmál við nýggju lógini er, at persónliga frælsið hjá tí einstaka verður virt, tá ið teirra persónupplýsingar verða skrásettar og viðgjørdar. Eisini fær tann skrásetti borgarin í størri mun ræði á sínum egnu persónupplýsingum.
Umframt at seta høg krøv til trygdina, tá ið persónupplýsingar verða viðgjørdar, verða hesi rættindi tryggjað:
Í 2018 setti ES í gildið eina nýggja fyriskipan um dátuvernd. Hon verður rópt Genereral Data Protection Regulation – GDPR. Við nýggju føroysku dátuverndarlógini leggja Føroyar seg upp at GDPR, sum er vorðin altjóða standardurin innan fyri dátuvernd.
”Eg haldi, tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava lógir og reglur, sum liva upp til altjóða krøv, tí vit bæði virka og samskifta í einum talgildum altjóða samfelagi. Nýggja dátuverndarlógin kemur í tøkum tíma, tí verandi lóg er skjótt 20 ára gomul, og hon stavar frá tíðini, áðrenn internetið var ein samanrunnin partur av gerandisdegnum hjá vanliga føroyinginum,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum eisini varðar av løgmálum í landsstýrinum.
Nýggja dátuverndarlógin kemur í gildi 1. januar 2021.