31.12.2009 · Løgmansskrivstovan

Nýggjársrøða 2009

Nýggjársrøða 2009

Gott kvøld øll somul!

 
Í kvøld leggja vit farna árið aftur um bak. Vit ganga aftur móti ljósari tíðum og fara undir eitt nýtt ár við nýggjum avbjóðingum og møguleikum.
 
Árið hevur verið merkt av búskaparligum rembingum um allan heim. Hesar eru nú um at hasa av. Metingar siga, at gongd kemur aftur á heimsbúskapin komandi ár, og vit kunnu loyva okkum at vænta, at føroyski búskapurin aftur fer at vaksa.
 
Okkara búskapur er lutfalsliga væl fyri. Vit hava megnað at staðið ímóti búskaparliga lágtrýstinum. Men leiðin úr aldudalinum verður helst long, og vit fara neyvan at uppliva sama bráðvøkstur eins og undanfarin ár.  
 
***
 
Søgan hevur víst okkum, at tey samfeløg, sum megna at umstilla seg og fremja neyðugar broytingar rættstundis, standa seg best.
 
Vit føroyingar hava altíð livað av náttúruni, har gongdin skiftir millum góð ár og ring ár, og í øldir hava vit búleikast eftir meginregluni um at brúka eftir førimuni.
 
Javnvág er ikki millum inntøkur og útreiðslur hjá landshúsarhaldinum. Tí er útreiðsluvøksturin á fíggjarlógini fyri komandi ár minkaður munandi samanborin við undanfarnu árini. Harumframt eru lógarbroytingar framdar, sum geva landskassanum fleiri inntøkur, og játtanin til íløgur er hin størsta nakrantíð, tá útbyggingin av flogvøllinum er tikin við.       
 
Málið er at fáa javnvág í almenna raksturin innan 3 til 5 ár.
 
***
 
Tað áliggur okkum at skipa samfelagið soleiðis, at øll hava møguleika at skapa sær eina góða og trygga tilveru. Eitt samfelag, har arbeiði er til allar hendur. Eitt samfelag, har komandi ættarlið støðast og vilja seta búgv.
 
Í árinum 1900 skrivaði Andrass Samuelsen, sum seinni gjørdist løgmaður: “Væl er okkara land fátækt, men um Føringar við øllum sínum vilja og av allari megi vilja løna sínum fosturlandi sum góð børn móður síni, so er landið ikki fátækt.”
 
Føroyar eru ikki longur eitt fátækt land. Vóru tíðirnar trongar, ella tóktust avbjóðingarnar øgiligar, fullu vit ikki í fátt. Altíð var vilji at løna fosturlandinum. Altíð vóru hendur, sum vildu taka tøk, tá ið á stóð. Og altíð var áræði at taka við nýggjum avbjóðingum.
 
Langt hava vit vunnið fram á leið hesi 100 árini, og okkara ríka samfelag byggir á avrik hjá kvinnum og monnum, sum undan okkum hava stríðst á sjógvi og á landi.
 
Gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu.
 
***
 
Fyri at menna okkara vælferðarsamfelag og veita borgarunum betri tænastur, mugu vit eisini taka tøk og fremja grundleggjandi tillagingar.
 
Hetta arbeiðið er byrjað. Í morgin skriva vit ein nýggjan kapitul í heilsusøgu Føroya, tá nýggj skipan við almennari heilsutrygd kemur í gildi. Skipanin er samhaldsføst og ger umsitingina smidligari og bíligari. Ein meginregla er, at tey, sum hava størsta tørvin á heilivági, fáa mest í stuðli.
 
Nýggj pensjónsskipan verður sett í verk í komandi ári. Endamálið við skipanini er at tryggja øllum borgarum virðilig ellisár, har tey, sum hava møguleika, rinda til egnu eftirløn, meðan landið tryggjar tey, ið ikki hava havt møguleika til at spara upp til sína egnu pensjón.
 
Kommunuøkið verður nýskipað. Eindirnar verða færri og sterkari, so meir fæst fyri skattakrónurnar. Kommunurnar verða betri førar fyri at røkja sínar uppgávur, og arbeiðspláss verða skapt úti um landið. Arbeitt verður eisini við broytingum á skúlaøkinum, ið skulu tryggja, at meira fæst burturúr, og at skúlin verður betri.
 
***
 
Fyritreytin fyri fólkavøkstri er búskaparvøkstur.
 
Landsstýrið hevur saman við vinnuni gjørt eina vakstrarætlan , sum skal skapa størri virksemi og fleiri inntøkur til samfelagið. Farið er undir at endurskoða fiskivinnupolitikkin m.a. við atliti at brúksskyldu og umsetiligheit.
 
Okkara búskapur skal hava fleiri bein at standa á, og vit skulu fáa fleiri av okkara ungu heimaftur eftir lokna útbúgving. Við meira gransking, menning og nýskapan náa vit hesum málum. Tí arbeiðir landsstýrið við at seta í verk ein miðvísan granskingarpolitikk.
 
Vit koma ongan veg, um óttin fyri at fremja er størri enn viljin at betra og endurnýggja.
 
Skulu vit skapa nýggjar vinnur, mugu vit tora, og skulu vit røkka hægstu tindum, mugu vit taka tey smáu fetini fyrst. Eg skilji væl, at mong ivast í, um tað ber til at gróðurseta nýggjar vinnur, men vit mugu ikki gloyma, at okkara forfedrar hugdu við sama ivasemi at fyrstu føroysku sluppini, tá ið hon legði frá landi.
 
Okkara ítróttarfólk hava prógvað, at hægstu tindar kunnu røkkast, men teirra úrslit bera boð um, at vegurin upp á sigurspallin er langur og byrjar fleiri ár frammanundan á vøllum, í venjingarhølum og í hyljum.
 
Avrik teirra vísa, at er viljin til at eydnast størri enn óttin fyri at miseydnast, verða mál rokkin.
 
***
 
Framtíðin hjá Føroyum valdast, um vit megna at lofta teimum møguleikum og tora at taka ímóti teimum avbjóðingum gongdin í heiminum hevur við sær.
 
Handil og samstarv við onnur lond hava skapt framgongdina í okkara samfelagi. Vit útflyta so at siga alt, vit framleiða, og innflyta nærum alt, vit brúka.
 
Múrar køva framburð, og byrgja vit okkum inni her í Norðuratlantshavi, kemur stígur í. Umráðandi er tí, at Føroyar eru virkin partur av heimssamfelagnum, tí alheimsgerðin er ikki eitt val, men ein veruleiki. Vit mugu gerast ein meira samanrunnin partur av ES, og soleiðis geva okkara vinnulívi møguleika at virka uttan forðingar í Evropa.
 
 
 
***
 
Fá menniskju í heiminum hava so góð kor, sum vit føroyingar. Tað eiga vit at vera takksom fyri.
 
Ongantíð í søguni hava so mong menniskju í heiminum livað á hungursmarkinum, og hvønn dag doyggja áleið 17.000 børn í hungri. Vit eiga framhaldandi at vera partur av stríðnum ímóti fátækradømi. Okkara ábyrgd, sum samfelag og einstaklingar, er at vísa næstakærleika og stuðla teimum, sum líða neyð.
 
***
 
Veðurlagsbroytingar hava við sær, at jørðin gerst heitari, og fleiri strandalond og oyggjasamfeløg eru hótt, tí sjógvurin fløðir. Í desember savnaðust heimsins leiðarar tí í Keypmannahavn fyri at gera eina altjóða avtalu um at minka útlátið av veðurlagsgassum. Tíverri eydnaðist ikki heimssamfelagnum at semjast um eina avtalu. Men arbeitt verður víðari við at fáa semju í lag sum skjótast.
Neyðugt er at fara frá orðum til gerðir, tí sum starvsbróðir mín úr Maldivunum, Mohamed Nasheed, segði: “Vit kunnu ikki samráðast við náttúrulógirnar. Vit kunnu ikki handla við móður jørð.”
 
***
 
Tað er ikki bara á altjóða pallinum, at breiðar politiskar semjur eru neyðugar fyri at flyta mørk.
 
Málið hjá mær og landsstýrinum hevur frá fyrsta degi verið at skapa breiðar semjur millum samgongu og andstøðu um týdningarmikil samfelagsmál. Tað hevur eydnast. Løgtingið samtykti í heyst einmælt, at Føroyar skulu skerja CO2 útlátið við minst 20%. Løgtingið samtykti við stórum meiriluta at seta í gildi nýggju heilsutryggingina. Og allir flokkar á tingi leggja í hesum døgum seinastu hond á nýggju pensjónsskipanina.
 
Megna vit at halda fast við hesi gongd við breiðum semjum, kunnu vit røkka langt. Men kravið til okkum politikarar er, at vit tora at hava felags langtíðarmál og seta okkara egnu áhugamál til viks fyri at tæna landi og fólki.
 
Felagsskapurin myndar tjóðina, men tað er íkastið hjá tí einstaka, sum ger munin, um so íkastið er stórt ella smátt.
Tað eru virðini, sum verða skapt á sjógvi og á landi. Tað góða arbeiðið, sum verður greitt úr hondum hjá tí privata og tí almenna. Listin, lærdómurin og nýhugsanin. Uppalingin, sum vit foreldur geva børnum okkara. Vísdómurin og royndirnar, sum tey eldru geva næsta ættarliði. Virðingin og umsorganin vit vísa øðrum.
 
Við øllum ágóðum fylgir ábyrgd, og við øllum rættindum fylgja skyldur. Viljin at taka tøk heldur enn trongdin at krevja ber øll samfeløg framá.
 
***
 
Lat meg siga frá einari søgu um tveir ferðamenn, sum hittu ein gamlan mann.
 
Ein ferðamaður nærkaðist einari bygd. Ein gamal maður sat við vegjaðaran, og tann ferðandi spurdi, hvussu fólkini í bygdini vóru. Tann gamli svaraði við at spyrja, hvussu fólkini vóru, haðani tann ferðandi kom. ”Sjálvsøkin og óálítandi,” svaraði tann ferðandi. ”Soleiðis vilja fólkini eisini vera, har tú kemur,” svaraði tann gamli.
 
Ferðamaðurin var ikki meir enn farin, tá ein annar ferðandi kemur og steðgar á og spyr sama spurning, hvussu fólkini í bygdini vóru. Tann gamli svaraði aftur við at spyrja, hvussu fólkini vóru, haðani hann kom. ”Tey vóru ósjálvsøkin og álítandi,” svaraði ferðamaðurin. ”Eg var keddur, tá ið eg mátti fara av bygdini.” Tann gamli svaraði: ”at soleiðis eru fólkini í bygdini, sum tú kemur til.”
 
Henda søga sigur, at okkara mynd av øðrum er ein spegilsmynd av okkum sjálvum. Latið okkum gera hugburðin hjá seinna ferðamanninum til okkara. Við hesum hugburði byggja vit land.
 
***
 
Enn eitt ár er um at vera runnið, og summi, vit kendu og vóru okkum kær, eru ikki longur millum okkum.
 
Í kvøld leita tankar okkara til teirra, sum eru farin, og okkara samkensla fer til teirra, sum eftir sita. Vit minnast í sorg tey, vit hava mist, og vit minnast í takksemi tíðina, vit fingu saman.
 
Vit menniskju hava frá tíðarinnar morgni livað í bólkum. Vit eru saman í gleði og í sorg, og felagsskapur okkara millum gevur tann tryggleika, sum er okkum so virðismikil.
 
Umsorganin fyri øðrum er dýrmætasta ábyrgd, vit kunnu átaka okkum. Næstrakærleiki er størsta gáva, vit kunnu lata. Latið okkum tí standa saman um eitt samfelag, har rúm er fyri øllum.
 
Guð signi okkum øll, og Guð signi Føroyar – gott nýggjár!