Gott kvøld, øll somul
Nú, bert fáir tímar eru eftir av árinum, er gott høvi at steðga á og hugsa um lívsins viðurskifti. Eitt høvi at gleðast um tey tøk, sum vit hava tikið saman. Høvi at gleðast um at liva í einum góðum samfelag. Tíðin at líta móti teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman.
Á heysti 2008 tóku vit við landsins leiðslu. Tá skolaði fíggjarkreppan yvir heimin. Fremsta uppgáva okkara var at føra samfelagið ígjøgnum kreppuna so snikkaleyst sum gjørligt. Gongdin er vend, og tað gongur nú framá aftur.
Tó hava vit seinastu tíðina verið fyri stórum bakkøstum. Í oktober fór Eik Banki á húsagang, og í desember fór Faroe Seafood undir trotabúgv. Hetta vóru dyggir smeitir. Fleiri hundrað hava mist arbeiði, og mong hava mist partapening.
Vit vóru fyrireikað, at hetta kundi henda, og vit hava skipanir sum lofta. ALS útgjaldið er hækkað úr 70 upp í 80 prosent, og Almannastovan kann veita stuðul eitt skifti, um fólk ikki fáa endarnar at røkka. Og bankapakkarnir tryggjaðu, at fólk ikki mistu sína uppsparing.
Vit hava øll fingið skelk. Men samfelagshjólini halda fram at mala, og vit kunnu vænta, at búskaparligi vøksturin heldur fram. Fiskiríkidømið í havinum hevur ikki mist sítt virði. Hegni og arbeiðsemi hjá verkafólki og sjófólki er heldur ikki farið fyri skeytið, og fiskurin skal framhaldandi fiskast og virkast.
Eg ivist tí onga løtu í, at framsøkin vinnulívsfólk standa klár at yvirtaka skip og virki, og at boð aftur verða eftir teimum, ið hava mist arbeiði. Vinnulív og borgarar hava tørv á fígging, og Føroyar fara framvegis at hava tveir stórar peningastovnar.
Inntøkurnar hjá landinum hava verið størri enn væntað, og hallið í ár er væl minni, enn mett varð fyri einum ári síðan.
Men hallið hjá landskassanum skal burtur, so at vit ikki noyðast at brúka ov stóran part av skattakrónunum at gjalda skuld, heldur enn at byggja land.
Vit hava tálmað landsins útreiðslur og fara at halda fram við at broyta bygnaðir, so vit fáa brúkt skattakrónurnar og starvsfólkaorkuna betur. Vit hava tó raðfest undirvísing og almanna- og heilsutænastur og hava hækkað játtanirnar til hesi øki við 300 mió. kr. samantalt seinastu tvey árini.
Vit eru farin varliga til verka fyri at tryggja framhaldandi vøkstur og harvið varðveita arbeiðspláss.
Eg skilji væl, at fólk kenna seg ørkymlað, tá ið umskipanir, ið raka ein sjálvan, verða framdar. Eg skilji eisini, at fólk undrast, tá ið skorið verður.
Eg veit tó, at í Føroya fólki býr viljin at taka tøk. Vit vita, hvussu gongdin kann skifta millum góð og ring ár, bæði í náttúruni og í búskapinum. Tá ið okkara samfelag skuldi berast gjøgnum trongar tíðir, hava vit staðið saman. Og tá ið á stóð, hevur okkara treysti staðið sína roynd.
Eg ivist ikki í, at vit øll vilja geva okkara íkast, og at vit saman vinna á framtíðar avbjóðingum. Avbjóðingar, sum røkka longri enn til javnvág á eini fíggjarlóg, og sum eru meira umfatandi enn skiftandi gongdin í heimsbúskapinum.
***
Heimurin er vorðin ein marknaður, har allar fyritøkur og lond hava møguleika at gera seg galdandi - stór sum smá. Møguleikarnir eru mangir, og vinningarnir stórir, um vit duga at gagnnýta teir. Men kappingin er hørð, og fyri at tryggja vælferðina skulu vit vera til reiðar, tá ið kjansirnir koma.
Fólk flyta millum lond sum ongantíð áður. Hvørt einasta ár leita hundraðtals føroyingar út í heim at nema sær arbeiðsroyndir og lærdóm. Men stórur partur av teimum koma ikki heimaftur.
Vit vilja fegin hava fleiri at venda heimaftur. Okkum tørvar tykkum at verða við at menna okkara samfelag.
Vit skulu skapa nýggj arbeiðspláss og búskaparligan vøkstur. Eitt samfelag, sum gevur øllum møguleika at skapa sær eina góða og gevandi tilveru. Eitt samfelag, sum hevur tilboð og tænastur, sum lofta, tá ið tørvur er á hjálp. Eitt land, har fólk støðast og leita til, heldur enn leita frá.
Tað eru ongar lættar loysnir. Tað krevst hart og miðvíst arbeiði. Men eg veit, at vit megna tað.
Vit hava bygt eitt vitanar- og vælferðarsamfelag, sum telist millum heimsins ríkastu og tryggastu. Vit hava lært at laga okkum til nýggjar búskaparligar veruleikar. Um vit hava snávað, hava vit tikið við læru av okkara mistøkum, brotið upp úr nýggjum og fótað okkum aftur.
Alivinnan er ímillum tær fremstu í heiminum. Uppsjóvarvinnan og flakatrolararnir hava skapt metstór virði seinastu árini. Okkara sjófólk virka á øllum heimsins høvum, og føroyskar fiskavørur verða eftirspurdar um allan heim.
Jú, eg eri sannførdur um, at vit kunnu standa okkum í kappingini í alheimssamfelagnum.
Vit eru vælsignað við ríkidømi í havinum. Eitt ríkidømi, sum er ogn Føroya fólks. Eitt ríkidømi, sum vit skulu varða um og nøra. Men tilfeingið í havinum kennir ikki landamørk, og tí er neyðugt at gera avtalur við onnur lond um, hvussu vit gagnnýta tilfeingið á burðardyggan hátt.
Ósemjan við ES og Noreg um býtið av felags rættindum at fiska makrel í Norðurhøvum má verða loyst á ábyrgdarfullan hátt. Vit halda fast við rættin at fiska í egnum sjógvi. Okkara ábyrgd er nú at prógva og sannføra um, at vit hava rætt til størri part av makrelstovninum.
Gransking, nýskapan og útbúgving er fyritreyt fyri vøkstri og framburði. Fyri at standa okkum í kappingini, mugu vit tryggja, at so mong sum møguligt fáa eina útbúgving annaðhvørt bókliga ella yrkisliga. Ongantíð hava so nógvir føroyingar verið undir útbúgving. Øll skikkað sleppa nú inn á miðnám. Í dag eru yvir 800 fulltíðarlesandi á okkara hægru lærustovnum, og tað eru 200 fleiri enn í 2008. Granskarapark verður sett á stovn, og vísindaráðið leggur í hesum døgum síðstu hond á ein framtíðar granskingarpolitikk.
Kanningar vísa, at flest allir pensjónistar láta væl at sínum umstøðum, og at heilsuverkið og dagstovnar fáa góð skoðsmál. Hetta prógvar, at vit øll hava dugað at útbygt okkara vælferðarsamfelag, og at starvsfólk í almennari tænastu gera eitt megnararbeiði at vera um børnini, tey gomlu og tey sjúku.
Tó eru trupulleikar, sum vit sum samfelag ikki hava megnað at basa. Hvønn einasta dag liva kvinnur og børn í angist, og hvønn einasta dag uppliva familjur harðskap í heiminum. Tað er ólógligt, og tað kunnu vit sum samfelag ikki góðtaka. Hetta er skal steðgast!
Tí er nú sjøtul settur á eina heildarætlan, sum skal fyribyrgja harðskapinum. Ætlanin skal verða liðug til várs og skal tryggja at farið verður í hernað móti harðskapinum á øllum mótum.
***
Landsins stjórn hevur fingið vald litið upp í hendur at tæna fólkinum reinhugað og heiðurliga og við ágrýtni at føra tjóðina longri fram á leið.
Herfyri fingu partar av landsfyrisitingini álvarsamar atfinningar frá Løgtingsins umboðsmanni. Atfinningar, ið hava fingið drúgva umrøðu í fjølmiðlunum og millum manna. Slíkt ger, at fólkið kann missa álitið á skipanina. Tað er sera umráðandi, at vit taka hesi málini í størsta álvara, so at viðurskiftini fáast í rættlag, og at møguligar avleiðingar verða framdar, samstundis sum allir partar í málinum fáa rættvísa viðferð.
Landsstýrið skal og vil hava gjøgnumskygni í fyrisiting og embætisførslu. Allar avgerðir skulu tola dagsins ljós. Um álitið á skipanina verður lastað, er tað okkara ábyrgd at endurreisa tað.
***
Undir øllum framburði, sum kvinnur og menn hava skapt gjøgnum øldir, býr framskygni. Ein kærleiki til føðilandið og viljin at skapa eitt gott og trygt samfelag - eitt heim til sín og tey, sum aftaná koma. Stór tøk eru tikin, eisini í vissuni um, at ongin løtuvinningur var, men í vónini um, at næsta ættarlið skuldi fáa ágóðarnar.
Men landið varð ikki givið okkum frá hondum, ið sleptu, einans at brúka og njóta. Landið varð latið okkum upp í hendur at byggja víðari.
Tíðin krevur, at visjónir verða framdar í verki. Eg eri tí sannførdur um, at Føroya fólk vil møta okkum við samtykki og stuðli, nú vit fremja grundleggjandi broytingar innan almenna bygnaðin og vinnulívið.
Nýggj pensjónsskipan verður sett í verk 1. januar 2012.
Til várs verður lógarverkið fyri nýggja kommunubygnaðin klárt at leggja fyri tingið, og eldraøkið verður lagt út til kommurnar 1. januar 2013. Eg vóni, at allir flokkar finna saman um at fremja hesa stóru umskipan í verki. Og eg vóni, at vit finna eina breiða politiska semju, eins og vit hava gjørt við veðurlagspolitikkinum, heilsutrygdini, inntøkutrygdini og fíggjarlógini.
Fólkaskúlin verður skipaður í skúlaøki tann 1. august 2011. Pisakanningar vísa, at hóast framstig eru gjørd, eru vit framvegis ikki á jøvnum føti við okkara grannalond. Tíðin við smáum skúlum er farin. Vit skulu liva upp til fakligu krøvini og tryggja sosiala umhvørvið, og hetta verður best gjørt við at skipa fólkaskúlan í størri og fakliga sterkari eindir.
Tað er okkara ábyrgd at verja fiskastovnarnar fyri at fáa sum mest fyri vøruna. Vit skulu eisini prógva fyri umheiminum, at fiskiveiðan er burðardygg. Hetta má vera grundarlagið undir okkara fiskivinnu. Tillaging er neyðug í høvuðsvinnuni. Og vit fara framhaldandi at taka burtur stuðulsskipanir og forðingar, sum tarna hesi tillaging.
***
Hesa ársins tíð kenna vit kuldan og illveðrið, men eisini stilli og kava. Hetta er partur av skiftandi veðrinum her úti í Atlantshavinum. Dagurin í morgin kann verða øðrvísi enn dagurin í dag. Eins og veðrið er broytiligt, broytast eisini lívsins umstøður og kor.
Orðini gleði og sorg, mótgongd og møguleikar lýsa skiftandi lívsviðurskifti. Hetta gevur okkum styrki og lærir okkum at vera takksom fyri lívið.
Latið okkum ikki stúra fyri degnum í morgin!
Um fáar tímar fara klokkurnar at ringja nýggja árið inn. Eg vil nýta høvið at takka fyri tað farna. Eina serstaka tøkk vil eg veita tykkum, sum ólønt og ósjálvsøkið brúka orku og tíð at hjálpa øðrum.
Umsorgan er dýrmætasta ábyrgd, vit kunnu taka á okkum. Næstrakærleiki er størsta gáva, vit kunnu lata.
Mítt nýggjársynski er, at vit taka orðini hjá Jesusi til okkara um at taka bjálkan úr egna eyga, so at vit síggja at taka flísina úr eyganum hjá okkara næsta.
Í kvøld leggja vit farna árið aftur um bak. Vit leggja enn ein tein á okkara lívsleið. Summi av teimum, sum vóru við okkum á leiðini, eru ikki millum okkum longur. Vit syrgja missin av mistum kærleika og minnast við takksemi og gleði ta tíð, vit fingu saman.
Skaldið Heðin Brú sigur í yrkingini Fedranna Tala:
Lívføri títt er slektin, tey sum í mold liggja.
Komu tey stutt ella longur, tú skal víðari byggja.
Lívlát er ikki deyðin,
Lívlát er hetta, at seta førningin av sær við vegin,
tað, sum frá fedrunum goymdist,
og sum tú sjálvur søkti, meðan tú førkaði fótin.
Sonurin tekur aftur viðføri títt at bera longur fram á vegin.
Guð signi okkum øll, og Guð signi Føroyar – gott nýggjár!
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður