31.12.2011 · Løgmansskrivstovan

Nýggjársrøða 2011

Nýggjársrøða 2011

Gott kvøld øll somul

 

Ódnirnar seinastu tíðina mintu okkum enn einaferð á, at vit liva undir náttúrunnar náði og megi. Tó upplivdu vit enn einaferð tað hegnið og dirvið, ið eru fortreytirnar fyri tilveruni í Føroyum.

 

Tað er í royndarstundum sum hesum, at vit av álvara síggja, hvussu stórt sjálvboðið arbeiði verður lagt í bjargingarfeløgini kring landið. Eg takki øllum, sum veittu hjálp og syrgdu fyri, at ikki størri skaði stóðst av.

 

Farna árið var merkt av búskaparligu kreppuni, sum seinnu árini hevur rakt størsta partin av heiminum. Øll hava vit onkursvegna merkt avleiðingarnar og hava tikið tung tøk. Í 2011 hómaðist tó aftur framgongd í búskapinum. Men myrk skýggj eru á búskaparliga himmalhválvinum, og vit kunnu ikki taka vøkstur og vælferð fyri givið.

 

Lívskorini hjá okkum hava gjøgnum øldir mangan verið kørg og hørð. Kortini hava vit megnað at bygt eitt framkomið samfelag mestsum burturúr ongum øðrum enn viljanum til, at tað skuldi bera til. Hesin viljin fer enn einaferð at bera okkum gjøgnum tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman.
 

 

29. oktober vóru vit á vali, og fólkið hevur talað.

 

Nýtt landsstýri er skipað, og eg takki fyri, at tað aftur er litið mær upp í hendur at standa á odda fyri landsins stjórn. Stjórnin hevur ábyrgd av at skapa góðar karmar fyri borgarar og vinnu. Góðir karmar eru tó ikki tað sama sum óbroyttir karmar. Tíðin krevur broytingar, og vælferðin verður einans tryggjað við at tillaga samfelagið til tær avbjóðingar, ið broyttar umstøður støðugt seta okkum.

 

Vit eiga eitt samfelag, sum loftar, tá ið tørvur er á hjálp. Eitt samfelag, har ið øll hava møguleikar at skapa sær eina góða og gevandi tilveru. Eitt samfelag, har ið tey, sum forvinna meir, gjalda meir til felagsskapin, so vit kunnu tryggja øllum javnbjóðis møguleikar.

 

Vit eru serstøk hvør í sínum lagi. Øll verða ikki borin til skorin klæði, og fortreytirnar eru ikki altíð eins góðar. Summi eru fødd við breki, og onnur hava av sjúku ella vanlukku fingið mein, ið tarnar møguleikum teirra at skapa sær eitt gott lív.

 

Tað liggur tí á okkum, sum hava fingið litið upp í hendur at stjórna landinum, at tryggja øllum rættin og møguleikan til eitt gott lív. Tað krevur, at vit sum samfelag leggja okkum eftir at finna og menna førleikan hjá tí einstaka heldur enn at staðfesta, hvat hin einstaki ikki megnar.

 

Eitt hvørt samfelag krevur ábøtur. Eitt gott samfelag er ikki bara eitt mál - tað er ein áhaldandi stremban.

 

Arbeiðsloysið er ov høgt, og landskassin hevur hall. Tí skulu vit skapa fortreytir fyri vøkstri. Vit skulu duga betri at gagnnýta ríkidømið í náttúruni og evnini, sum búgva í einum og hvørjum av okkum.

 

Fiskivinnan skal vera lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygg. Landsstýrið er farið undir eina stigvísa ætlan, sum skal endurreisa fiskastovnarnar. Málið er, at í 2015 skal allur føroyskur fiskiskapur hava altjóða umhvørvisgóðkenning. Vit skulu áseta treytir og gera broytingar fyri at fáa meira fisk uppá land í Føroyum, soleiðis at vinnan fær betri møguleika at virðisøkja hann.

 

Heimsins lond standa frammanfyri eini stórari avbjóðing á orkuøkinum. Tað eru fá lond, sum hava so góðan møguleika at skapa ein reinorkubúskap, sum Føroyar. Vit eru umgird av ómetaliga stórum og ótroyttum orkukeldum í vatni, vindi og streymi. Næstu árini verða stórar íløgur framdar í varandi orkukeldur.

 

Vit vita, at vitan er vegurin til vøkstur.

 

Okkara ungdómur skal hava eina góða útbúgving, annaðhvørt bókliga ella handaliga. Vit fara at halda kósina og raðfesta útbúgving og gransking, so okkara samfelag stendur seg í alheims kappingini.


Ríkisfelagsskapurin hevur prógvað sítt virði. Vit fara at taka við teimum møguleikum, samstarvið gevur, heldur enn at avlaga felagsskapin. Landsstýrið hevur sett sær fyri at gera upp við aðalregluna um, at heildarveitingin úr Danmark ikki verður prístalsviðgjørd.

 

Skulu vit tryggja vælferðina, verður neyðugt at fáa meira fyri minni. Vit mugu tí tora at taka avgerðir, sum ikki hóva øllum. Í Evropa síggja vit avleiðingarnar av, at stjórnir ikki hava tikið neyðugar avgerðir og tí noyðast at fremja ógvuslig inntriv fyri at bjarga teirra búskapi.

 

Tað ber ikki til bert at spara seg til eina góða framtíð. Landsstýrið hevur broytt skattaskipanina og hækkað frádráttin fyri hvørt barni, soleiðis at meira liggur eftir hjá einstaka borgaranum. Umskipanin fer eftir ætlan at seta størri ferð á búskapin.

 

Landsstýrið hevur valt at skatta pensjónir við inngjaldi heldur enn við útgjaldi fyri at økja inntøkurnar hjá landskassanum.

 

Til várs skulu vit til fólkaatkvøðu um nýggjan kommunubygnað, tí vit ásanna, at tað er best at taka fólkið við uppá ráð, tá ið so umfatandi broytingar verða gjørdar. Hugsjónin undir kommunala fólkaræðinum er, at almennar uppgávur skulu loysast so nær borgaranum, sum til ber. Sum liður í umskipanini verður bygnaðurin í fólkaskúlanum broyttur til færri skúlaeindir, og eldraøkið verður lagt út til kommunurnar.

 

Tað verða kommunurnar, sum koma at tryggja, at skattakrónurnar, ið fylgja við til eldraøkið og fólkaskúlan, verða gagnnýttar so skynsamt sum gjørligt.

 

2011 var árið, har ið vit upplivdu tað Arabiska Várið, tá ið ein rembing fór gjøgnum Miðeystur. Fólk reistust móti einaræði við kravi um betri kor og fólkaræði. Og valdsharrar, sum høvdu kúgað í áratíggju, fullu.

 

Fyri okkum er fólkaræði, mannarættindi og persónligt frælsi ein sjálvfylgja, men fyri onnur er tað ein dreymur, sum fólk vilja stríðast fyri. Ein dreymur, sum fólk hava latið hægsta prísin fyri, soleiðis at børn teirra, um ikki tey sjálvi, skulu fáa betri kor.

 

Vit fara at minnast árið 2011 fyri hópdrápini á Utøya og í Oslo. Við eitt kom yvirgangur ógvuliga tætt at okkum. Og við eitt gjørdist ein marrudreymur ræðandi veruleiki.

 

Atsóknirnar vóru eitt álop á okkara fólkaræði, ið byggir á tolsemi. Eitt álop sprottið úr einum hatri mótvegis tilflytarum og politiskum mótpørtum. Einum hatri mótvegis tí fjølbroytni, eitt samfelag eigur at rúma.

 

Drápsmaðurin var einsamallur um at fremja atsóknirnar. Hann er tó ikki einsamallur um síni sjónarmið, men partur av einum víðgongdum ráki, sum breiðir seg og spjaðir hatur um alt Evropa. Hetta var ein sorgarleikur, vit ongantíð mugu gloyma og ein váttan um, at vitloysi og ekstremisma finst í øllum samfeløgum og í øllum átrúnaðum.

 

Vit mugu ongantíð lata fremmandahatur sleppa framat. Okkara fólkaræði má byggja á tolsemi. Tað er besta bulverk ímóti trongskygni og fanatismu.

Djúp sár eru leingi um at grøða. Tá ið vit uppliva ógvusligar og óskiljandi hendingar, sum dráp, vekjast vreiði og mistrúgv í okkum. Men vit mugu ikki lata óttan vinna á álitinum, ella lata hatrið vinna á kærleikanum.
 

 

Talufrælsi er ein fortreyt fyri einum frælsum samfelag. Vit, ið fólkið hevur valt at stýra, skulu tola atfinningar og mótmæli. Vit skulu tora at hava eitt opið og tíðum hvast orðaskifti. Kjak er ein drívmegi, sum kann flyta eitt samfelag fram á leið. Talufrælsi er ein rættur, men við rættindum fylgir ábyrgd. Orð hava stóra megi, og vit kunnu ikki tváa okkara hendur eftir at hava sent eitt ilt orð í umfar.

 

Øll vit, sum luttaka í almenna kjakinum, hava ábyrgdina av, hvussu vit brúka talufrælsið. Vit velja, um vit brúka almenna rúmið til at háða ella til at verja rættindi hjá teimum, sum ikki sjálvi megna at verða hoyrd. Virðingin, vit vísa øðrum, er kittið, sum fær okkum at kennast sum partur av einum felagsskapi.

 

Tolsemi er grundvøllurin undir okkara samfelag. Fólkaræði, mannarættindi og persónligt frælsi eru ikki ein sjálvfylgja, men dýrgripir, vit skulu hjúkla um. Dýrgripir latnir okkum frá teimum, ið gingu undan. Ein arvur at bera víðari til okkara børn.

 

Nú stundar móti, at kirkjuklokkurnar ringja nýggja árið inn. Hesa løtuna savnast vit við okkara kæru, og vit takka fyri tað farna og ynskja hvør øðrum tað besta í tíðini, sum kemur.

 

At vera saman í gleði eins og í sorg er ein gáva. Hesa løtuna leita tankarnir eisini til tykkara, sum sita einsamøll ella liggja sjúk. Eg veit, at hjá tykkum, ið hava mist ein kæran, er sorgin og longsulin sterkastur nú um jóltíðir. Tá er gott at hava familju, vinir og kenningar at leita sær til.

 

Føroyar skulu vera eitt gott stað at liva í, og rúm skal vera fyri øllum. Vit mynda øll okkara samfelag, og íkastið hjá hvørjum einstøkum er tað, sum byggir land.
 

 

Gott nýggjár - Gud signi Føroyar.