30.12.2008 · Løgmansskrivstovan

Nýggjársrøða løgmans 2008

Nýggjársrøða løgmans 2008

Gott kvøld øll somul! 

 

Lívskorini í Føroyum eru, nú sum áður, knýtt at náttúruni. Náttúran er vøkur og vágin; kát og kørg; rík og ræðandi. 

 

Í hesum náttúrudepli hava vit føroyingar lært at lívbjarga okkum og vinna okkum til lívsins uppihald. Í meira enn 1000 ár hava vit tillagað okkum til fyritreytir og umstøður, vit ikki eru harrar yvir.

 
Á okkara fjarskotnu klettum hava vit bygt eitt framkomið vitanar- og vælferðarsamfelag. Og hóast vit hava verið fyri bakkøstum gjøgnum tíðirnar, hava vit altíð fótað okkum aftur. Ikki minst í 90unum, tá vit eftir bert fimm árum vendu einum samfelagi á húsagangi til eitt ríkt land við sunnum búskapi.
 
Í dag valdar fíggjarkreppa í øllum heiminum. Lond hava lagt seg eftir at fullnýta møguleikarnar í alheimsgerðini, men hava ikki varnast veika partin av hesum ráki. Tráanin eftir skjótum vinningi hevur skúgvað skynsemi til viks. Fíggjarligar eftirlitsskipanir tvørtur um landamørk hava ikki staðið mát við økta altjóða virksemið á fíggjarøkinum.
 
Vit merkja eisini rembingarnar í Føroyum við skerdum lánimøguleikum, uppsøgnum og gjaldsteðgi.
 
Jú, hvøkkur er eisini farin gjøgnum okkara samfelag. Men vit mugu ikki lata fjálturin fáa ræði á okkum. Nú, sum altíð, tørvar okkum vit og skil.
 
Føroyar eru væl fyri at taka ímóti hesum avbjóðingum. Almenna skuldin er lítil, og landið hevur tøkan pening. Og fram um alt eiga vit eitt ómetaliga dýrabart tilfeingi. Eitt náttúruríkidømi og eitt dugnaligt fólk. Hetta er tilfeingið, vit bygdu okkara land úr. Tilfeingi sum vit og okkara børn skulu byggja okkara framtíð á. Hetta eru virðir sum ikki eru knýtt at heimsmarknaði og kursi. Virðir sum ikki hvørva, um so virðisbrøv falla.
 
Jú, Føroyar eru tilbúnar til nýggjar avbjóðingar.
 
***
 
Landsstýrið hevur lagt ætlan fyri, hvussu Føroyar sleppa gjøgnum fíggjar- og búskaparkreppuna so snikkaleyst sum gjørligt. Tiltøk eru sett í verk, og onnur átøk liggja fyri framman.
 
Føroysku peningastovnarnir eru vorðnir partur í felags trygdarskipanini fyri peningastovnar í ríkisfelagsskapinum. Málið er, at peningastovnarnir eisini fáa møguleika at gerast partur av næsta bankapakkanum, har umhugsað verður at seta 100 milliardir í fíggjarkervið, fyri at fáa gongd aftur á búskapin.
 
Fyri at byrgja upp fyri ov stórum búskaparligum sveiggi hevur samgongan á fíggjarlógini valt at økja um íløgurnar kring landið, samstundis sum hon hevur tálmað vøksturin í rakstrarútreiðslunum hjá landinum. Hetta kunnu vit gera, tí landið er ført fyri at fíggja hall í nøkur ár.
 
Støðulýsing verður gjørd av ymsu geirunum í vinnuni. Endamálið er at fáa heildarmynd av framtíðarútlitunum, og hvørji átøk kunnu gerast neyðug fyri at trygga støðugar vinnukarmar.
 
Fyritøkur uppliva, at tað er trupult at fáa fíggjarliga trygd fyri vørum og tænastum, ið skulu útflytast. Arbeitt verður tí við at fáa føroyskum fyritøkum møguleika at brúka skipanir hjá danska Eksport Kredit Fonden.
 
Harumframt standa milliardir í grunnum, sum landið varðar av. Málið er at nýta part av hesum peningi til menning og gransking fyri harvið at skapa búskaparligan vøkstur.
 
Endamálið við búskaparátøkunum er at tryggja vælferðina í landinum.
 
Tað krevur skynsemi. Vit skulu venda hvørjari krónu og gera neyðugar tillagingar, ið ikki avlaga okkara vælferðartænastur.
 
At lækka vælferðina er ikki ein kostur í at velja. Størsti missurin er, um fólk noyðist at flyta av landinum. Tí er neyðugt at fáa fólkið at støðast, eisini um tey gerast arbeiðsleys. ALS-útgjaldið verður tí hækkað úr 70 prosentum uppí 80, og møguleikarnir at umskúla seg til aðrar vinnur mugu betrast.
 
Landsstýrið fer eisini at broyta bygnaðir í samfelagnum fyri at taka ímóti framtíðar avbjóðingum. Hetta eru m.a. broytingar á kommunuøkinum, eftirlønarviðurskiftum, á íbúðarøkinum og ikki minst í fiskivinnuni. 
 
***
 
Havøki okkara er 200 ferðir landøki og ein ótømandi kovi, røkja vit hann rætt. Fáir heimsborgarar eru vælsignaðir við so virðismiklum matvørutilfeingi, sum vit.
 
Men tilfeingið er avmarkað. Og tilverugrundarlagið er tí treytað av, at vit duga at røkja tað, so at nýtslan verður burðardygg. Burðardygg veiða gevur betri prís og marknaðaratgongd og tryggjar okkara eftirkomarum lut í hesum dýrgripi.
 
Vit mugu eisini skapa virðisøking við at gagnnýta allan fiskin, sum kemur uppá dekkið. Ikki bara flakið, men eisini alt tað góða tilfeingi, sum er í eitt nú livrini, rogninum og skræðuni. Í einum heimi, har matvørutrot er ein vaksandi hóttan, er tað okkara skylda at gagnnýta tilfeingið fult út.
 
Hetta krevur umskifti - størri og smærri tillagingar.
 
***
 
Eitt umskifti elvdi í summar til tvídrátt, nevniliga viðgerðin og áseting av fiskidøgum. Mong vilja gera hetta til eitt stríð millum fiskifrøðingar og fiskimenn, útjaðara og miðstaðarøkið, akademikarar og verkafólk.
 
Hetta ber ikki framá. Tí split byggir ikki land.  
 
Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og tilfeingið ogn Føroya fólks. Tí eru kjak og viðgerð alneyðug, skulu vit tryggja burðardygga veiðu og javnvág millum ágóða hjá loyvishavara og Føroya fólki. Í hesi tilgongd má samspæl vera millum allar áhugapartar - roynd sum lærd.
 
Tey, hvørs livibreyð er knýtt at fiskivinnuni, skulu sjálvandi verða tikin uppá ráð. Lata vit hinvegin manglandi virðing fyri útbúgving og vísind ráða, styggja vit fólk frá okkum.
 
 
Hvørt ár fara hundraðtals ung út í heim at leita sær royndir og útbúgving. Vit hava eisini tørv á teimum, tá ið vit byggja land.
 
***
 
Í dag er tað alheimsgerðin, ið ásetir fortreytirnar.
 
Heimurin er vorðin eitt sølutorg, har allar vørur, fyritøkur og lond kunnu gera seg galdandi - stór sum smá. Í hesi kapping er umdømi og samleiki týdningarmikið. Tí mugu vit gagnnýta okkara kappingarsamleika – tað, sum ger Føroyar serstakar. Vit skulu gerast tilvitað um okkara sterku síður og skapa nýtt burturúr, sum vit kunnu bjóða heiminum.
 
Napoleon Bonaparte skal hava sagt: Tað er ikki tann við størsta herinum, ið sigrar. Men tann, ið fær øll síni fólk at marsjera somu leið. Føroyar hvørki skulu ella kunnu leggja heimin undir seg. Men um politiska skipanin, fyrisiting, mentanarlív, vinna og borgarar draga eina línu, vinna vit langt á leið.
 
***
 
Í heimssamfelagnum eru ikki bara okkara vørur, tænastur og fyritøkur í kapping. Føroyar eru eisini í kapping við umheimin um sínar egnu borgarar. Vit skulu hava eitt samfelag, har fólkið støðast og eitt samfelag, sum dregur dugnaligt fólk til sín. Tí má tolsemi ráða, og tað persónliga frælsi vera í hásæti.
 
Eg ynski inniliga, at øll - eisini okkara útisetar og útlendingar, sum hava búsett seg her, skulu føla seg væl í Føroyum. Mítt ynski er, at øll taka samleikan til sín og eru stolt av at kenna seg sum føroying. Okkara samleiki skal fevna um øll uttan mun til politiska sannføring, átrúna, húðalit og kynslív.
 
Lat okkum standa saman, stuðla hvør øðrum og gleðast um okkara ymiskleika.
 
***
 
Árið 2008 var tíverri ikki friðarár. Ófriður og sorgarleikir vóru í nógvum afrikanskum londum, umframt at kríggið í eitt nú Afganistan heldur fram. Í november vóru vit øll vitnir til yvirgangin í Mumbai, tá ið vápnaðir menn myrdu frá hond. Og nú um jóladagarnar er stríðið millum ísraelar og palestinar kyknað uppaftur í Gasa. Hundraðtals menniskju, eisini sivil liggja eftir á. Heimssamfelagið má strongja á fyri at fáa partarnar til samráðingarborðið. Um 2009 skal bera frið við sær liggur ein stór ábyrgd á heimsins leiðarum.
 
Amerikanska forsetavalið ber boð um, at heimurin er í broyting. USA fær fyri fyrstu ferð ein littan forseta. Visjónirnar hjá Barack Obama hava vakt virðing kring allan heim og íbirt vón um grundleggjandi broytingar. Hann hevur megnað at vekja eina trúgv á fólkaræði og eggja til samanhald fyri at skapa eina betri framtíð. Og hann hevur givið nýggja vón um, at tað fer at bera heimsins londum til at seta felags kós á veðurlagsøkinum. Ein avbjóðing, ið verður spádd at vera tann størsta í 21. øld.
 
Okkara partur skal ikki liggja eftir. Við virkisætlanini um at minka útlát av veðurlagsgassum, hevur landsstýrið sett skjøtul á eina týdningarmikla tilgongd. Vit kunnu sjálvsagt ikki basa veðurlagsbroytingunum einsamøll, men vit skulu taka medábyrgd og vinna Føroyum umdømi, sum land, ið verjir náttúruna.
 
***
 
Góðu Føroyingar
 
Skulu vit fram á leið og skapa nýtt, mugu vit trúgva á egin evni og megi.
 
Vit skulu viðurkenna, at vit duga, tí tað gera vit. Føroysk listafólk, granskarar og ítróttarfólk hava skapt úrslit og vunnið viðurkenning kring heimin. Hesi úrslit vóru ikki nádd uttan trúgv, dugnaskap og áræði.
 
Fyri mongum árum síðani stóð ein ungur maður í bønum oman fyri bygdina og málaði. Fólk spurdu hann, nær hann ætlaði sær til arbeiðis. Ungi maðurin var Sámal Joensen – seinni betur kendur sum Mikines. Í dag er ongin í iva um, at hann var ein virðisøkjari og ein nýskapari av teimum heilt stóru.
 
***
 
Nú árið stundar móti enda , kunnu vit gleða okkum um at njóta hesa løtu saman við familju og vinfólkum.
 
Eina tílíka løtu leita mínir tankar til tykkara, sum eru á sjónum ella burtur í øðrum londum.
 
Mínir tankar eru eisini hjá tykkum, sum bera sorg og sakn. Tit, sum hava verið fyri vanlagnu. Eg veit, hvat tað er at missa so brádliga. Slíkar royndir, hóast harðar, so eru tær dýrabærar. Má nýggja árið bera tykkum troyst og vón.
 
Tá lagnan er hørð, er tað tann persónligi stuðulin, sum best ber okkum gjøgnum svárar og truplar tíðir.
 
Álit, trúgv og samanhald er altavgerandi fyri fólk og fyri samfelag. Tað er berandi megin, sum ger lív laga her á landi.
 
Gott nýggjár og Guðs signing øll somul.
 
 
Kaj Leo Johannesen
løgmaður