23.06.2009 · Løgmansskrivstovan

Nýsettir stjórnarleiðarar á ríkisfundi í Grønlandi

Nýsettir stjórnarleiðarar á ríkisfundi í Grønlandi

Í gjár var ríkisfundur í Nuuk í Grønlandi, har Kaj Leo Johannesen, løgmaður, møtti nýsettu stjórnarleiðarunum Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, og Kuupik Kleist, landsstýrisformanni.

 

Kaj Leo Johannesen, løgmaður sigur: “Eg fegnist um sera góða samljóðið millum ríkispartarnar, har semja er um at samstarva sum fult javnbjóðis partar - ikki bara í orðum, men eisini í verki. Tað fer at styrkja og menna londini at taka ímóti framtíðar avbjóðingum.

 

Á fundinum vóru nógv ymisk mál og spurningar av felags áhuga umrødd, harímillum:

 

Veðurlagsøkið
Semja varð um at hava tætt samstarv um málið at minka um CO2 útlát, umframt hvussu m.a. Føroyar kunnu gerast sjónligar bæði sum partur í altjóða veðurlagsavtaluni og á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í desember.

 

Føroyar við í broytingartilgongdir
Semja varð um, at føroyskir myndugleikar skulu vera við frá byrjan í tilgongdum, ið snúgva seg um broytingar ella nýskipan í málum, ið hava at gera við ella kunnu ávirka føroysk viðurskifti.

 

Føroyskur limaskapur í altjóða handilsfelagsskapinum WTO
Løgmaður kunnaði forsætisráðharran um, at føroyskir myndugleikar í næstum fara at venda sær formliga til danskar myndugleikar við umbøn um at taka upp málið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í WTO.

 

Danskur-føroyskur-grønlendskur menningargrunnur
Leiðararnir samdust um at kanna møguleikan at seta á stovn ein danskan-føroyskan-grønlendskan menningargrunn. Endamálið er at styrkja um samstarvið millum londini á mentanar- og vinnuøkinum.

 

 

Um ríkisfundir
Ríkisfundir eru árligir óformligir fundir millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum. Fundirnir eru á skift millum tey trý londini. Endamálið er at kunna sínámillum um áleikandi viðurskifti og at tryggja góðan dialog til tess at finna tær bestu loysnirnar.