Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir eru í dag vorðnir samdir um eina nýskipan avnorðurlendska samstarvinum. Avgerðin er framhald av visjónsyvirlýsingini hjá samstarvsráðharrunum frá februar í ár.
“Endamálið við frágreiðingini um at nútímansgera norðurlendska samstarvið er at framtíðartryggja samstarvið. Vit hava brúk fyri einum virknum politiskum samstarvi, sum verður stuðlað av einum virknari avgerðartilgongd og góðari fyrisitingarligari siðvenju. Tað skal verða meira politikkur í tí norðurlendska samstarvinum framyvir,” sigur Annika Olsen, sum er føroyskur samstarvsráðharri í Norðurlanda Ráðharraráðnum.
Tað norðurlendska samstarvið má framhaldandi endurnýggjast, so tað heldur fram við at vera eitt sterkt og viðkomandi amboð, so hvørt vit møta nýggjum politiskum avbjóðingum. Í frágreiðingini «Nytt Norden» vísir aðalskrivarin í Norðurlanda Ráðharraráðnum, Dagfinn Høybråten, á 39 ítøkilig uppskot til eina slíka endurnýggjan av tí norðurlendska samstarvinum. Við støði í uppskotunum hava samstarvsráðharrarnir í dag samtykt reformpakkan fyri tað norðurlendska samstarvið.
“Tað norðurlendska samstarvið skal verða gagnligt fyri íbúgvarnar í norðurlondunum. Norðurlanda Ráðharraráðið má skapa góð úrslit til tær aktuellu avbjóðingarnar, sum tær norðurlendsku stjórnirnar standa yvirfyri,” sigur Annika Olsen.
Í høvuðsheitum fevna broytingarnar um betri avgerðartilgongdir, økt samstarv um altjóða spurningar og økt meirvirði av samstarvinum. Málið er at skapa felags norðurlendska nyttu og ítøkilig úrslit. Samstarvið skal leggja seg eftir avbjóðingum, sum hava beinleiðis týdning fyri norðurbúgvarnar.
“Passuniónin, felags arbeiðsmarknaður og sosialkonvensjónirnar eru úrslit av norðurlendskum samstarvi. Í løtuni verður m.a. arbeitt við av taka av markaforðingarnar millum norðurlond. Reformurin av tí norðurlendska samstarvinum er ein liður í at seta í verk okkara framsøknu visjónir um markleys, nýskapandi, útvend og sjónlig norðurlond,” sigur Annika Olsen.
Mynd: F.v. ráðharrarnir Annika Olsen, Føroyar, Dagfinn Høybråten, aðalskrivari, Eygló Harðardóttir, Ísland, Ewa Björling, Svøríki, Elisabeth Aspaker, Noreg, Veronica Thörnroos, Áland, Carsten Hansen, Danmark og Kim Kielsen, Grønland.
Les tey 39 uppskotini til endurnýggjan í frágreiðingini «Nytt Norden»