Frá leygardegnum tann 27. juni skulu øll ferðandi kannast. Hetta verður eisini galdandi fyri allar føroyingar, búsitandi í Føroyum, ið hava verið uttanlands. Ein høvuðsorsøk til, at enn fleiri kanningar nú skulu gerast, er, at tað verður møguligt bæði hjá føroyingum at ferðast í enn fleiri lond og hjá ferðandi úr fleiri londum at koma til Føroya. Danska stjórnin hevur í dag boðað frá, at markið verður latið upp fyri øllum ES-limalondum, londunum í Schengen-samstarvinum og Stóra Bretlandi. Ein treyt er kortini, at smittutalið í londunum er lágt – undir 20 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar um vikuna.
“Nú mørkini fyri ferðandi til og úr Føroyum verða latin enn meira upp, er tørvur á at kanna enn meira. Tí hava vit tikið stig til, at øll, sum koma til Føroya, skulu kannast. Vit hava seinastu tíðina arbeitt nógv við at økja um kanningarmøguleikarnar. Nýggja og víðkaða kanningarætlanin fer vónandi at gera sítt til, at vit megna at halda fast í góðu gongdini seinastu mánaðirnar”, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Frá leygardegnum 27.juni til og við fríggjadagin 10.juli verður tað ókeypis at lata seg kanna, tá ið tú kemur til Føroya. Frá leygardegnum 11.juli skulu ferðafólk sjálvi rinda fyri kanningina.
Børn yngri enn 12 ár sleppa undan at lata seg kanna.
Kanningartilboðið heldur fram
Kanningartilboðið við komu til Føroya heldur eisini fram. Tað merkir, at ferðandi til Føroya kunnu frá leygardegnum 20. juni lata seg kanna á flogvøllinum í Vágum. Kanningartilboðið er ætlað teimum ferðandi, sum ikki hava havt møguleikan at tryggja sær eina negativa covid-váttan í teimum londunum, tey koma frá.
Ferðandi fram til tann 27.juni, sum hava bústaðarváttan ella arbeiðsgevaraváttan, hava ikki fyri neyðini at lata seg kanna.
Tað eru føroysku kanningarstovurnar Thetis og Amplexa sum í felag standa fyri kanningartilboðnum, og tey ferðandi rinda sjálvi fyri kanningina í tíðini frá leygardegnum 20. juni til 27. juni. til 27. juni. Kostnaðurin er 390 krónur.
Tey ferðandi kunnu vænta sær drúgvari bíðitíð, tá ið tey koma til landið. Tað verður heitt á øll ferðandi um at fara í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina. Hetta kann taka millum eitt til tvey samdøgur.