Nú er skjótt øll revsilógin føroyskað og dagførd. Í farnu viku samtykti Løgtingið at broyta kapittul 12-13 og 20-23. Sostatt er allur tann serligi parturin í revsilógini nú umsettur til føroyskt og tillagaður føroyskum viðurskiftum.
Uppskotið, ið varð samtykt í farnu viku, fevnir um hesar kapitlar:
Kapittul 12: Landasvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks o.a.
Kapittul 13: Brotsverk ímóti stýrisskipan og landsmyndugleikum føroyinganna, yvirgangur o.a.
Kapittul 20: Alvandasom brotsverk
Kapittul 21: Ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin
Kapittul 22: Bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi
Kapittul 23: Brotsverk í familjuni
Arbeiðið við at føroyska revsilógina verður gjørt í samstarvi við Málráðið, sum vegleiðir í málsligum ivamálum, og Revsirættarliga Ráðið, sum í høvuðsheitum viðger løgfrøðiliga innihaldið og í ein ávísan mun málið.
Eftir ætlan skal arbeiðið at dagføra og føroyska revsilógina verða liðugt í 2021.
Tá ið hetta arbeiðið er avgreitt, er ætlanin at skipa fyri einari ráðstevnu, har tað verður hugt nærri at, hvat ein føroysk revsilóg eigur at innihalda og hvussu arbeiðið við at tillaga revsilógina til føroyska samfelagið eigur at skipast.