11.06.2012 · Løgmansskrivstovan

Óla Jákup Joensen er settur sum skúlastjóri við Skúlan á Ziskatrøð

Óla Jákup Joensen er settur sum skúlastjóri við Skúlan á Ziskatrøð

Løgmaður hevur í dag sett Óla Jákup Joensen í starv sum skúlastjóri við Skúla á Ziskatrøð. Løgmaður hevur sett starvið, tí landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, metti seg vera ógegnigan.

 

Óla Jákup Joensen er 53 ár gamal og búsitandi í Leirvík. Hann hevur starvast sum varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla seinastu 3 árini, og áðrenn tað sum fyrstilærari í Norðskála-Oyrar skúla í 6 ár. Óla Jákup hevur harumframt starvast í skúlaverkinum í góð 20 ár.

 

Óla Jákup Joensen er útbúgvin fólkaskúlalærari frá Føroya Læraraskúla og hevur tikið mong faklig skeið, umframt fleiri leiðsluskeið. Til starvið komu 17 umsóknir.

 

Óla Jákup Joensen tekur við starvinum, sum skúlastjóri í Skúlanum við Ziskatrøð, tann 1. august 2012.