29.07.2014 · Løgmansskrivstovan

Ólavsøkurøða løgmans 2014

Ólavsøkurøða løgmans 2014

Harra formaður

Lýggir vindar eru yvir okkum. Ljósa tíðin og góða summarveðrið seinastu vikurnar gevur orku.

Tað er enn eina ferð summar í Føroyum. Seinastu árini hava avbjóðingarnar verið stórar, og brotasjógvarnir verið ógvisligir.

Vit vóru merkt av hóttaføllum frá størstu búskaparkreppu, heimurin hevur upplivað síðan 30árini.

Vit vóru partur av størstu diplomatisku ósemju í áratíggju, tá ið stórveldið ES setti handilsbann í verk ímóti okkum.

Og vit vóru sett at stýra einum vælferðarsamfelagi undir stórum trýsti av trongum tíðum og vaksandi tørvi og útreiðslum. Samstundis var fólkatalið fallandi.
 

***
 

Nú er gongdin vend. Brotasjógvarnir hava lagt seg. Tað gongur væl í Føroyum.

Fleiri av størstu avbjóðingunum eru loystar. Vit komu væl gjøgnum kreppuna.

Tí vit framdu røtt átøk í rættari tíð. Hildu aftur við útreiðslunum.

Fingu nýggjar inntøkur, og nú er búskapurin aftur komin á beint.

Vit hava varðveitt vælferðina og sett nýskipanir í verk.

Nýskipanir, sum ikki bara skulu tryggja okkara vælferð, men eisini vælferðina hjá okkara eftirkomarum.

Fólkatalið veksur aftur. Vit hava sum tjóð staðið saman, tá ið harðast leikaði á í stríðnum við ES og hini strandalondini.

Handils-tiltøkini verða tikin av í næstum, og vit fáa nógv størri part í makrel- og sildafiskiskapinum komandi árini. Døpru útlitini, ið eyðkendu samfelagsgongdina, eru farin.

Eftirskjálvtarnir frá búskaparkreppuni eru fánaðir burtur. Jú, sanniliga – vit eru á rættari kós.

Harra formaður

Ein vaksandi búskapur er fyritreyt fyri fólkavøkstri og vælferð. Vit hava ein vaksandi búskap.

Búskaparligu lyklatølini vísa rættan veg, og konjunkturvísitalið hevur ikki verið so høgt síðan 2007.
 

Vøkstur er í øllum høvuðsvinnugreinum.

Bruttotjóðarúrtøkan vaks 5 prosent í fjør, og fyrra hálvár eru inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi um 12 % hægri sammett við somu tíð síðsta ár.

Inntøkurnar frá landsskattinum eru um 6 % hægri enn somu tíð í fjør.

Lønarútgjaldingarnar eru vaksnar um 5 prosent í ár. Bjartskygni er í vinnuni. Tað grør um gangandi fót.

Í ár gera tað privata og tað almenna íløgur fyri oman fyri 2 milliardir krónur. Løntakararnir gerast fleiri.

Síðan samgongan tók við á heysti 2011 eru 500 fleiri løntakarar.

Arbeiðsloysið er nú komið niður á 3,7 %. Tað er eitt av teimum lægstu í Evropa.

Nógv bendir á, at okkara útflutningur aftur setur met í ár.

Samlaða íkastið frá alivinnuni, uppsjóvarvinnuni og fjarfiskiflotanum hevur ongantíð verið størri.

Kortini eru avbjóðingar. Vit hava framvegis hall á fíggjarlógini.

Samgongan hevur sett sær fyri at fáa javnvág í 2016.

Hetta halda vit fast um, og við verandi búskapargongd er nógv, sum bendir á, at vit røkka málinum.

Harra formaður

Fólkatalið veksur aftur. Fleiri flyta heimaftur, og tey, sum flyta av landinum, fækka.

Í fjør vaks burðartalið eitt vet, og fyri fyrstu ferð seinastu sløku tíggju árini vaks talið av kvinnum í aldursbólkinum 20 til 40 ár.

Fráflytingin er tó framvegis størri enn tilflytingin, men tekin eru um, at vit megna at loysa demografisku avbjóðingina.

Átøk í fólkavakstrarætlanini eru sett í verk, og onnur eru ávegis. Barnsburðarfarloyvið er longt úr 34 vikum upp í 38 vikur.

Felagið Bústaðir byggir leiguíbúðir kring landið, so bústaðarmøguleikarnir gerast fjøltáttaðir.

47 nýggjar íbúðir eru bygdar, og 109 eru á veg. 1.800 fólk standa á bíðilista hjá Bústøðum, og tað ber boð um stóran eftirspurning.

Játtanin til Fróðskaparsetrið er hækkað. Setrið spennir seg út og bjóðar fleiri útbúgvingar, so fleiri ung kunnu støðast í Føroyum.

Fleiri og fleiri nema sær hægri útbúgving her heima.

Setrið húsast í dag ymsa-staðni í høvuðsstaðnum, og arbeitt verður við at savna virksemið á einum staði.

Granskingin mennist støðugt. Granskarasetrið iNOVA hevur staðið sína roynd seinasta árið, og tað hevur gingið væl.

Fæið hjá avtiknu sjúkrakassunum, sum er 28 mió. kr., verður nú brúkt til heilsugransking.

Fyri at bøta um møguleikarnar hjá nýútbúnum føroyingum at finna sær starv í Føroyum, er avtalað við danskar myndugleikar, at føroysk nýútbúgvin kunnu flyta til Føroyar og fáa danskan arbeiðsloysisstuðul í tríggjar mánaðir.

Avtalan verður eftir ætlan undirritað í summar. Hetta verður enn ein av okkara mongu fyrimunum í ríkisfelagsskapinum.

Harra formaður

Ferðavinnan er í vøkstri. Nógv fleiri fólk ferðast til Føroyar, og gistingarnar økjast í tali. Nýggj ferða-vinnustrategi er gjørd.

Málið er, at ferðavinnan skal kasta 1 mia. krónur av sær í 2020.

Ferðaráðið er umskipað til P/F Visit Faroe Islands, og nýggj nevnd við breiðari vinnuumboðan er farin til verka.

Atlantsflog hevur í summar lagt fram nýggja strategi. Eg gleðist um, at henda strategi bæði fevnir um bíligari ferðaseðlar og nýggjar rutur.

Farið verður nú undir at flúgva regluliga til Noregs og Skotlands. Nýggj hugskot eru grundarlagið undir virkisførum vinnulívi.

Vit hava nógvar dugnaligar og ágrýtnar íverksetarar, ið menna vørur og tænastur, sum eru kappingarførar á heimsmarknaðinum.

Vit skulu áhaldandi stimbra íverksetan. Í næstum fer landsstýrið undir at gera eina nýggja strategi soleiðis, at vit fáa íverksetanarskipanir í heimsflokki.

Vinnufelagslóggávan verður nú dagførd. Tá fer at bera til at stovna sonevnd “íverksetarafeløg”, sum gera tað lættari at fara undir vinnuvirksemi í felagsformi.

Á seinasta ríkisfundi varð avtalað, at bæði føroyskar og grønlendskar fyritøkur verða fevndar av virkis-
økjum hjá danska Vækstfonden, sum gevur atgongd til serfrøði og fígging.

Aftur her sæst styrkin í ríkisfelagsskapinum.
 

***
 

Landsstýrið heldur tað vera neyðugt at varðveita mjólkaframleiðsluna her heima.

Tí er lóggávan broytt, so vinnan kann fáa tíðaravmarkaðan stuðul.

Harumframt eru fíggingarmøguleikarnir til íløgur í fóðurframleiðslu betraðir, so innflutningurin av fóðuri kann minka.

Hetta skal tryggja vinnuni betri rakstur, og brúkarum bíligari mjólkarúrdráttir.

Harra formaður

Ein tann størsta avbjóðingin í komandi tíðum er at flyta samfelagið frá olju til varandi orku.

Í so máta verður 2014 eitt sera spennandi ár. Nýggja vindmyllulundin í Húshaga fer at trífalda vindorkuna.

Væntandi fer vindorkan at standa fyri einum fjórðingi av elorkuni, og helmingurin av føroysku elorkuni verður frá varandi orkukeldum.

Landsstýrið ætlar at seta í verk átøk, ið kunnu fáa húsarhaldini at brúka meira varandi orku.

Boringin í leitibrunninum Brugdan II er liðug. Kolvetni var ikki staðfest.

Í løtuni verður borað í brunn-inum Súla/Stelkur, sum liggur tætt við markið til Bretlands.

Úrslitið av boringini verður kunngjørt í heyst. Nógva byggivirksemið økir eftirspurningin eftir faklærdari arbeiðsmegi.

Fyri at útvega neyðugu arbeiðsmegina varð lógarbroyting samtykt í vár, sum ger tað lættari at seta faklærda arbeiðsmegi úr ES londum í starv, so leingi arbeiðsloysið er undir 6 prosent.

Eitt nútíðarsamfelag eigur at hava væl skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, og vit eiga at fyribyrgja sosiala dumping.

Tí fara vit at krevja, at útlendingar við føroyskum fiskiførum, sum fiska á føroyskum sjóleiðum, skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
 

***
 

Málið um at nýskipa fiskivinnuna er framvegis áleikandi. Tað verður okkara fremsta mál í vetur.

Tað hevur alstóran týdning, at bæði samgonga og andstøða standa saman um at nýskipa fiskivinnuna.

Vit hava staðfest meginregluna um, at gjald skal latast fyri atgongd til okkara ríkidømi í havinum.

Vit hava í ár ásett tilfeingisgjøld á sild og makrel fyri um leið 170 mió. kr. Men vit eru framvegis ikki komin á mál við eini varandi skipan.

Spurningurin um, hvussu veiðuloyvi skulu verða lutað vinnuni aftan á 2018, er ei heldur svaraður enn. Hesi eru viðurskifti, ið fiskivinnunýskipanin millum annað skal fata um.

Botnfiskastovnarnir eru illa fyri. Fyri at fáa stovnarnar at koma fyri seg, hevur landsstýrið seinastu árini stongt veiðuøki og lækkað talið av fiskidøgum.

Harra formaður

Í viðurskiftum okkara við útheimin eru tikin stór stig hetta valskeiðið.

Seinastu mánaðirnar eru tvey stórmál loyst, sum tryggjað okkum bæði rættindi og atgongd til tilfeingi, sum styrkir okkara lívsgrundarlag.

Ósemjan seinastu árini um makrelbýtið og sildafiskiskapin leikaði á sum harðast í august í fjør, tá ið ES setti handilstiltøk í verk ímóti Føroyum.

Talan var um sera harðrenda ES framferð. Hóast hesa viðferð hildu vit í samráðingunum fast um tað, sum vit hildu vera okkara rætt.

Harumframt brúktu vit tey amboð, sum eru tøk í altjóða rættarskipanini. Vit fóru undir tvey gerðarrættarmál ímóti ES.

Hetta eydnaðist væl. Vit eru nú partur av strandalandaavtalu um makrelfiskiskapin, og parturin hjá okkum er nærum trífaldaður sammett við gomlu avtaluna.

Eisini er semja gjørd við ES í sildamálinum. Handilstiltøkini verða sett úr gildi í næstum, og tá verða gerðarrættarmálini eisini slept.

At gerðarrættarmálini hava havt týðandi ávirkan á tilgongdina er ongin ivi um. Tey hava tænt sínum endamáli.

At vinnan aftur fær atgongd til ES marknaðin merkir væntandi, at útflutningsvirðið hækkar hundratals milliónir krónur.

Samráðingarnar um norðhavssildina verða tiknar uppaftur í heyst. Eg vóni, at vit eisini her fáa eina góða avtalu.

Avtalan um makrelin merkir, at fiskivinnusamstarvið við ES og Noregi, sum hevur ligið stilt í nøkur ár, er tikið uppaftur. Føroysk skip sleppa aftur at fiska í norskum og ES sjógvi.

Í vár gekk landgrunsnevndin hjá Sameindu Tjóðum føroysku krøvini til ytra landgrunnin norðan fyri Føroyar á møti. Føroyar fáa tillutaðar í minsta lagi 27.000 ferkilometrar av landgrunninum.

Hetta gevur okkum rættindi til at útvinna náttúrutilfeingi bæði á havbotninum og í undirgrundini.

Landsstýrið fór undir arbeiðið í 2002. Føroyar hava havt formansskapin í donsku-føroysku samráðingarnevndini, og liggur eitt eitt stórt og slóðbrótandi arbeiði aftan fyri úrslitið.

Stavnhaldið í uttanríkispolitikkinum er at tryggja búskaparvøkstur. Okkara uttanríkispolitisku raðfestingar eiga altíð at stevna eftir málinum at styrkja tilverugrundarlag okkara.

Landgrunsmálið og stríðið fyri einum rættvísum parti av uppisjóvarfiski vísa, hvussu langt vit kunnu røkka, tá ið neyðug orka og játtan verður sett av, og allar góðar kreftir virka saman.

Samanhald ger okkum sterk. Vit eru í harðari kapping úti í heimi.

Tí mugu vit arbeiða fyri, at føroyskir útflytarar kunnu virka undir somu ella betri treytum á heimsmarknaðunum enn kappingarneytarnir.

Landsstýrið arbeiðir støðugt við at gera marknaðaratgongdina uttanlands betri. Útflutningsráð Føroya er sett á stovn.

Endamálið er at tryggja gott samstarv millum landsstýrið og útflutningsvinnurnar um handilspolitisku kósina. Vit røkka ikki fríhandilssáttmálum í einum lopi. Av royndum vita vit, at tað er tungt at koma á mál.
 

Kortini eiga vit áhaldandi at royna at leggja okkum eftir teimum møguleikum, sum eru. Nýggj føroysk sendistova í Moskva letur upp seinni í ár. Tað fer at styrkja okkara støðu í londunum eystanfyri.

Viðurskiftini við ES er komin í rætt lag. Vit hava júst tryggjað okkum luttøku í granskingarskipanini Horizon 2020.

Næsta málið er at gera nýggjan fríhandilssáttmála við ES. Í heyst verður aðalorðaskifti um føroyskan uttanríkispolitikk. Tá fær Løgtingið høvi at skifta orð um, hvørja kós evropapolitikkurin skal hava.

Hóast kalda kríggið millum eystur og vestur er av, og okkara partur av heiminum kenst munandi tryggari enn fyri 30 árum síðani, er ófriður og ótrygg viðurskifti mangastaðni í heiminum.

Eisini millum eystur og vestur økist spenningurin í løtuni. Tað er óskiljandi, at nakar skjýtur niður eitt ferðafólkaflogfar við sløkum 300 fólkum umborð.

Eg vóni, at tey, sum hava ábyrgdina av hesi illgerð, verða drigin til svars, og at tiltøk verða sett í verk, so slíkt ikki hendir aftur.

Ófriðurin og stríðið millum Ísrael og palestinensar hava syndarligar avleiðingar á báðum síðum. Seinastu tilburðirnir bøta ikki um møguleikan fyri varandi friði.

Teir skapa tíverri enn meira hatur og beiskleika. Vit ynskja øll, at tað skal eydnast at fáa í lag frið í hesum plágaða heimsparti.

Fortreytin er, at partarnir virða hvør annan og viðurkenna rættin hvør hjá øðrum at búgva trygt í økinum.

Harra formaður

Okkara land telist millum heimsins bestu. Hóast trongar tíðar, hava vit raðfest vælferðina, og síðani 2008 eru játtanirnar til almanna, heilsu- og mentamál hækkaðar við meira enn hálvari milliard.

Ein nýggj kanning frá Tórshavnar kommunu vísir, at tey eldru trívast væl og eru mest nøgd á fleiri økjum.

Tað er tekin um, at vit liva í einum góðum landi. Ein torfør byrjan kann hava svára ávirkan á børn og ung restina av lívinum.

Tí er umráðandi at veita røttu hjálpina so tíðliga, sum til ber. Í 2010 vóru Føroyar til hoyring hjá ST í barnarættindasáttmálanum.

Har fingu vit nakrar ábreiðslur, sum vit síðan hava tikið til eftirtektar.

Ein ábreiðsla var, at vit ikki høvdu eitt politiskt óheft barnaumboð. Virkisøkið hjá Løgtingsins umboðsmanni er nú víðkað til eisini at virka sum óheft eftirlit á barna- og ungdómsøkinum.

Vit hava fingið greiðari og betri viðurskifti á barnaverndarøkinum. Økini eru skipað í størri eindir, og fakligu krøvini hjá starvsfólkum eru økt.

Við broytingunum í 2012 er fráboðanarskyldan bæði hjá myndugleikum og borgarum herd. Heildarætlanin um harðskap er víðkað til eisini at fevna um kynsligan ágang, og uppskot um átøk verða nú gjørd.

Ræðandi avleiðingarnar av seinárini hjá fólki, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, vísa, at stórur tørvur er at hjálpa hesum fólkum. Tí vil landsstýrið arbeiða fyri.

Barnahús læt upp í fjør. Húsið er karmur um samstarv millum barnaverndartænastur, løgreglu og heilsu-myndugleikar í málum um kynsligan ágang og harðskap.

Her fáa børnini hjálp og viðgerð á sama stað. Tað er avgerandi fyri vælferðina í samfelagnum, at øll hava møguleikan at búgva trygt og væl, ikki minst, um tú hevur serligar avbjóðingar.

Fleiri nýggj bútilboð eru og verða nú veruleiki. Í fjør læt bú- og virknistilboð til ung við menningartarni og autismu upp í Havn.

Samstundis verður arbeitt við at menna tilboð til ung sálarsjúk, og í summar kunnu fólk flyta inn í 16 nýggjar íbúðir.

Nýggja heimið í Eysturoynni fyri heimabúgvandi fjølbrekað, Reiðrið, letur upp í august.

Í Runavík og Klaksvík verða 24 vardar íbúðir bygdar til fólk við menningartarni.

Harumframt byggja Bústaðir, Klaksvíkar kommuna og Almannamálaráðið átta íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum.

Løgtingið hevur í vár samtykt at byggja eitt virknis- og umlættingarheim fyri børn við serligum avbjóð-ingum á Sandoy, sum eftir ætlan er klárt at taka í nýtslu í 2016.

Í apríl læt upp Fountainhús við stuðli frá landsstýrinum. Fountainhúsið er ætlað at geva arbeiðs-tilboð til fólk, sum eru sálarsjúk ella hava sálarligar avbjóðingar.

Húsið skal skapa møguleikar hjá teimum at virka á jøvnum føti við aðrar borgarar, og at fleiri sálarsjúk fáa gerandisdag og tilveru við innihaldi.

Bíðirøðin til greiningar og viðgerð í barnapsykiatriini er minkað úr 161 niður í 40 børn eftir tveimum árum.

Bíðitíðin er nú í mesta lagi góðar fýra mánaðir.

Harra formaður

Stættamunirnir her heima eru millum teir minstu í heiminum.

Men hóast bólkurin í fátækraváða er lutfalsliga minni enn í at kalla øllum londum, vit samanbera okkum við, mugu vit ásanna, at tað tíverri eru fleiri, sum detta niður ímillum.

Hetta skulu vit gera nakað við! Í vár fekk landsstýrið álit um at seta fátækramark.

Mælt verður til at meta tey, ið hava minni enn 60 prosent av miðinntøkuni í landinum, at vera í serligum fátækraváða.

Tað eru fyrst og fremst stakir uppihaldarar og børn teirra, sum eru í fátækraváða.

Tað vísir seg eisini, at nøkur, hóast tey eru á arbeiðsmarknaðinum, falla undir fátækramarkið.

Tá ið ræður um børn, kann sjálvt stutttíðarfátækradømi fáa álvarsligar fylgjur seinni í lívinum. Tí er umráðandi, at so fá børn sum gjørligt eru undir markinum.

Í løtuni verður kannað, hvussu vit kunnu hjálpa fólki at koma úr hesi støðuni. Vit vita, at fólk í fátækraváða ofta eru á leigumarknaðinum.

Kannað verður tí, hvussu eitt møguligt bústaðarískoyti kann verða veitt, uttan at tað hevur neiligt árin til dømis á kostnaðarstigið á leigumarknaðinum.

Hugt verður eftir, um sosialar veitingar til stakar uppihaldarar eru, sum eiga at verða dagførdar. Vit eiga at gera okkurt munagott fyri fólk við lágum og miðal inntøkum.

Og ein gongd leið er at veita lág- og miðalløntum, støkum uppihaldarum og pensjónistum skattalætta.

Harra formaður

Hendurnar á arbeiðsmarknaðinum eru burðardygdin í einari og hvørjari tjóð.

Málið hjá okkum má altíð vera at slóða fyri, at okkara borgarar kunnu hava eitt virkið lív og sum best kunnu forsyrgja sær sjálvum.

Lógarpakkin um arbeiðsfremjandi tiltøk hevur virkað í góð tvey ár.

Samanumtikið kann sigast, at skip-anin hevur virkað væl, tí hon hevur amboð, ið stuðla undir rúmliga arbeiðsmarknaðin og fyribyrgir, at fólk verða verandi uttan fyri arbeiðsmarknaðin.

Hjá teimum, sum fáa forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi, er skipanin við virknisvenjing við til at slóða fyri leiðini til arbeiði.

Eisini hjá teimum við skerdum arbeiðsføri hevur skipanin við arbeiðsvenjing roynst væl.

Við venjingini fáa tey roynt síni arbeiðsevni, hvat tey megna at átaka sær, og hvat ið krevst til at røkja eitt starv.

Nýggj lóg um eftirløn kom í gildi 1. januar í ár. Við lógini verður pensjónsøkið umskipað til í størri mun at vera grundað á uppsparing.

Hetta var neyðugt átak hjá landsstýrinum fyri at tryggja, at landskassin kann vera førur fyri at bera kostnaðin av vælferðini – eisini í framtíðini.

Løgtingið samtykti í farnu tingsetu trý lógaruppskot, sum eru grundarlagið undir at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita 1. januar 2015.

Verandi ábyrgdarbýti millum land og kommunur á eldraøkinum er ikki skynsamt, tí vald og gjald fylgj-ast ikki.

Royndirnar við at lata kommunum dagstovnaøkið vísa, at tænastan verður betri, tá ið avgerðarheimildin kemur tættari at borgaranum.

Somuleiðis hava vit fyri fyrstu ferð fingið eina eldralóg, sum staðfestir rættindi og tryggjar okkara eldru neyðuga røkt og umsorgan.

Arbeiðið at skipa útleggingina hevur sum heild gingið væl, og eg haldi, at kommunurnar hava uppiborið rós fyri gott arbeiði.

Foreldur at børnum við serligum avbjóðingum sanna mangan, at tænasta frá myndugleikum er ikki nóg væl samskipað.

Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Mentamálaráðið hava tí saman við umboðum fyri avvarðandi skipað verkætlanina “Tann góða tilgongdin".

Endamálið er at finna ein ítøkiligan leist at samskipa tilboðini eftir og veita eina samanhangandi heildartænastu, so familjurnar kenna tað sum, at ein og sama hurð er inn til allar tænasturnar.

Í fyrstu atløgu verður arbeiðið grundað á royndir hjá familjum, ið hava børn, við sjúkueyðkenninum autismu.

Ætlanin er, at leisturin skal kunna verða nýttur til onnur sjúkueyðkenni eisini.

Menningin í heilsuverkinum hevur verið stór seinnu árini, ikki minst okkara dugnaligu starvsfólkum fyri at takka.

Men heilsuverkið er eisini fyri stórum avbjóðingum. Støðugt fleiri fólk fáa nýggjar og fleiri viðgerðir. Eg fegnist um, at vit í dag kunnu viðgera nógv fleiri sjúkur enn áður.

Tað hevði tó verið uppaftur betri, um vit í størri mun kundu fyribyrgt, at fólk gerast sjúk, og veitt teimum ta røttu viðgerðina í rættari tíð.

Júst tað er aðalmálið við heilsunýskipanini, sum landsstýrið er farið undir.

Vit vilja útbyggja heilsutænasturnar úti um landið og styrkja serlæknaviðgerðirnar á sjúkrahúsunum.

Bulurin í heilsunýskipanini er, at landið verður skipað í øki við heilsudeplum.

Á deplunum verða kommunulæknar saman við heilsustarvsfólkum við ymiskum viðkomandi útbúgvingum.

Sum frá líður er ætlanin, at tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttan fyri sjúkrahúsini, fara fram á heilsudeplunum.

Á deplunum fer dentur at verða lagdur á at veita heilsufremjandi tilboð, kanningar og ráðgeving til borgarar.

Ætlanin er, at stórur partur av heilsuveitingunum til tey eldru og til teirra, sum hava varandi sjúku, so við og við skal kunna fara fram í heilsudeplunum.

Tann fyrsti depilin er skipaður í Runavík. Við hesum er Skálafjørðurin savnaður í eitt og sama heilsuøki.

Nú verður arbeitt við at skipa heilsudeplar í Vágum, Suðuroy og Sandoy. Ætlanin er at koma á mál í hesum samgonguskeiðinum.

Í heyst verður ætlan gjørd fyri, hvørji serlæknaøki skulu verða á hvørjum einstøkum av okkara trimum sjúkrahúsum fyri at sleppa undan óneyðugum dupultfunktiónum.

Vit eiga at skapa møguleikar fyri at menna enn fleiri viðgerðartilboð í Føroyum, sum vit ikki hava nú.

Ein trupulleiki er, at fólk eftir væleydnaða viðgerð á sjúkrahúsi ikki fáa neyðugu hjálpina, tá ið tey verða útskrivað.

Fyri alt ov mong er avleiðingin, at tey koma aftur á sjúkrahús. Í heyst verður lóg um endurvenjing løgd fyri Løgtingið.

Lógin skal tryggja neyðugu endurvenjingina, tá ið fólk eru heimkomin frá sjúkrahúsi aftan á viðgerð. Harra formaður

Arbeitt verður við at broyta verandi skúlabygnað, so at næmingarnir skulu fáa bestu skúlagongdina innan givnar fíggjarkarmar.

Ein loysn, sum eisini er lýst í áliti til landsstýrið, er at skipa landið í skúlaøki, har tað í størri mun verður upp til økini sjálv at skipa sína undirvísing eftir neyvari ásettum reglum.

Fleiri kommunur eru longu farnar undir at gera bygnaðarligar broytingar í fólkaskúlanum, sum samsvara við málið hjá landsstýrinum.

Ætlanin er at fáa breiða politiska semju um framtíðar skúlabygnaðin í hesi tingsetuni.

Arbeitt verður við at skipa sernámsfrøðiliga økið, so fólkaskúlin gerst uppaftur rúmligari og meira inklu-derandi, so skúlin veruliga kann bjóða øllum mennandi og avbjóðandi tilboð, eisini teimum við serligum tørvi.

Eisini er farið undir eina tilgongd, har málið er at tryggja øllum ungum í landinum møguleikan at fáa eitt miðnámsskúlatilboð sama hvørjar førleikar, tey hava.

Serflokkur innan autismuøkið er byrjaður í Hoydølum, umframt at alsamt fleiri næmingar við serligum tørvi fáa stuðul til at klára seg ígjøgnum miðnám.

Lógarbroytingin fyri miðnámsútbúgvingarnar gevur møguleika til at geva ungum við serligum tørvi serstøk tilboð.

Ætlanin er at gera somu lógarbroytingar á yrkisútbúgvingarøkinum.

Samstundis verður fyrireikandi arbeiði gjørt við heildartilboðum, sum fata um serliga skipað skúla-, bústaðar- og frítíðartilboð.

Fyrstu næmingarnir byrja eftir nýggju skipanini á sumri í 2015. Málið er at geva øllum ungum við serligum tørvi tilboð um miðnámsskúla.

Í mai 2014 samtykti Løgtingið lógina um førleikameting. Eftir summarfrítíðina verður starvsfólk sett at seta skipanina í verk.

Endamálið er at veita fólki, 25 ár og eldri, møguleika at førleikameta seg í sambandi við útbúgving ella arbeiði.

Førleikametingin hevur atlit at samlaðu førleikunum hjá tí einstaka, sum eru viðkomandi fyri endamálið.

Harra formaður

Eitt fjølbroytt miðlalandslag er týdningarmikið fyri at tryggja eitt vælvirkandi fólkaræði.

Arbeitt verður við broytingum í lógini um Kringvarp Føroya, sum geva bæði Kringvarpinum og privatu miðlinum betri karmar.

Eitt nú er ætlanin at gera Kringvarpið leyst av lýsingarinntøkum fyri at tryggja óheftni og javnari kapping.

At varðveita okkara felags mentanararv er at skapa gróðrarlíkindi fyri nýggjum samanheingi – mentanar-liga, búskaparliga og sosialt.

Arbeitt verður við at menna karmarnar um okkara mentan og list. Í ár eru tvær aðrar týðandi varðveitingarverkætlanir farnar av bakkastokki.

Landsbókasavnið er farið undir at talgilda føroysku bløðini, og Kringvarpið talgildar nú sítt bandasavn fyri at varðveita henda mentanararv og gera hann atkomuligan hjá almenninginum.

Arbeitt verður við at gera broytingar í lógini um Mentanargrunn Landsins. Ætlanin er, at grunnurin fær ein virknari leiklut á mentanarpallinum.

Løgtingið hevur samtykt at gera eina heildarætlan fyri kreativar vinnur. Hetta verður gjørt í samráð við mentanar- og vinnulívið.

Partur av kreativu vinnunum er filmur, og ein serstøk játtan er sett av til film á fíggjarlógini. Tað er gleðiligt at síggja, at filmsumhvørvið í Føroyum mennist í hvørjum.

Yvirhøvur eru nógvar verkætlanir og tiltøk á lista- og mentanarøkinum, sum eru við til at fjálga um
gerandisdagin.

Tað fær okkum at hugsa nýtt og menna okkum sum tjóð.

Harra formaður

At gagnnýta tilfeingið í náttúruni á burðardyggan hátt er ikki bara ein rættur, men eisini okkara skylda. Tí halda vit fast við okkara rætt at drepa grind.

Í hesum døgum koma fólk til landið at mótmæla grindadrápi. Mong munnu kenna tað ørkymlandi og hugstoytt, at fólk koma higar at steðga nøkrum, sum altíð hevur verið partur av okkara tilveru.

Men at gera vart við síni sjónarmið og mótmæla er lógarfestur rættur – eisini hjá teimum, sum koma uttaneftir.

Tí mugu vit ikki leypa framav, men lata løgregluna taka neyðug stig, verður farið út um lógarmark.

Í einum fólkaræði mugu vit góðtaka, at fólk eru ósamd og liva við, at tað er ikki alt, sum okkum hóvar eins væl.

Tolsemi er ein grundleggjandi kostur og treyt fyri fólkaræði.

Vilja vit vera harðrend og tamba rættartrygdina, so ganga vit ørindi fyri tey, sum vilja siga heiminum, at føroyingar eru eitt ósiðað fólk. Fara vit at óttast, at fólk mótmæla, so óttast vit fólkaræðið í sjálvum sær.
 

***
 

Í politikki eru mangir tættir. Politikkur er eitt spenningsøki, har hugsanir verða bornar fram, og mein-ingar bresta saman.

Politikkur er ein vígvøllur, har tey, sum eru við, tíðum standa fyri skotum.

Tað er einki nýtt í, at politikarar vilja seta spjaldur á hvønn annan, og ein og hvør politikari hevur sína egnu dagsskrá fyri at fáa vald og ávirkan.

Sum ein av fedrunum at teirri amerikonsku grundlógini, James Madison, segði: “If man were angels, no government would be necessary”

Seinastu tíðina hevur politiska skipanin verið merkt av rumbli av málum, sum fyrst og fremst snúgva seg um at tulka tilburðargongdir og at viga persónar.

Onkuntíð er tí neyðugt at nýta tær skipanir, sum eru í okkara stýrisskipan at kanna og staðfesta, um nakað skeivt er farið fram.

Harra formaður

Seinastu árini hava verið trupul og krevjandi hjá okkum øllum, bæði borgarum og vinnulívi. Og tað setur krøv til ta politisku skipanina.

Truplar tíðir krevja truplar avgerðir. Tað sigur seg sjálvt, at fólk ivast og í summum førum vísa sína ónøgd.

Tað ber jú bara boð um eitt virkið og sunt fólkaræði.

Tá ið harðast leikar á, er ofta torført at skyna á nyttuni í avgerðunum, og tíðin má sleppa at ganga, skulu úrslitini síggjast.

Tølini tala. Vit hava tikið hond um tær stóru avbjóðingarnar. Búskapurin er í vøkstri. Vælferðin er varðveitt. Fólkatalið veksur.

Tá eg í 2008 tók við sum løgmaður, ruku djúp lágtrýst inn yvir okkara land. Tey høvdu nógvan vind og nógv avfall við sær.

Men saman við góðum og konstruktivum kreftum eydnaðist tað okkum at koma væl gjøgnum illveðrið.

Eg vil nýta høvi at takka okkara landsmonnum fyri tey tøk, sum eru tikin.

Tað er ein heiður og ein framíhjárættur saman við góðum og evnaríkum fólki at hava leitt okkara land ígjøgnum búskaparkreppuna.

Lágtrýstið er farið framvið. Eitt hátrýst við sól og lýggjum vindi sær út til at hava lagt seg stilt yvir okkara vøkru oyggjar.

Vit fara tí við góðum treysti undir eitt nýtt tingár – at taka tey tøk, ið skulu føra okkara tjóð longur fram á leið. Góða ólavsøku og Gud signi Føroyar!
 

Frágreiðing løgmans á ólavsøku kann lesast her