29.07.2015 · Løgmansskrivstovan

Ólavsøkurøða løgmans: Miðvísi og varni búskaparpolitikkurin má varðveitast

Ólavsøkurøða løgmans: Miðvísi og varni búskaparpolitikkurin má varðveitast

Komandi árini verður neyðugt at halda fast við varna og miðvísa búskaparpolitikkin seinastu árini. Tað heldur løgmaður, sum fyri løtu síða helt sína sjeyndu ólavsøkurøðu.

Løgmaður heldur, at Føroyar hava góðar møguleikar at varðveita eitt trygt og sterkt vælferðarsamfelag. Men til tað krevst, at vit ikki fara at eksperimentera við tí vakstrartilgongd, sum henda samgonga hevur lagt lunnar undir.

 -Tað eru nógv tekin um, at tann góða gongdin heldur fram. Men vit eiga at leggja okkum í geyma, at eingin vøkstur stendur við. Og okkara búskapur er viðbrekin. Tí er neyðugt nú í góðum tíðum at leggja upp fyri ringum tíðum, segði løgmaður millum annað.

Les frágreiðing løgmans á ólavsøku 2015 her