06.09.2009 · Løgmansskrivstovan

Oyggjasamfeløg fyri sunnan eru áhugað í føroyskum samskiftisloysnum

Oyggjasamfeløg fyri sunnan eru áhugað í føroyskum samskiftisloysnum

Løgmaður er júst komin aftur av vitjan í Orknoyggjunum, har hann hevur fundast við ráðsformenninar í Orknoyggjum, Hetlandi og Hebridunum.


Í sambandi við vitjanini hjá løgmanni vóru fleiri evni viðgjørd, sum partarnir hava felags áhuga í. Eitt av teimum, sum oyggjasamfeløgini fyri sunnan hildu nógv av, vóru føroysku loysnirnar á teleøkinum, sum løgmaður greiddi teimum frá. Ráðsformennirnir vóru ovfarnir av, at Føroyar var so frammalaga á hesum øki, og teir hava gjørt av at koma til Føroyar at hyggja nærri at hesum. Teir kundu hugsað sær at troytt somu møguleikar, nú SHEFA-kaðalin gongur beint fram við hjá teimum.
 

Løgmaður sigur í hesum sambandi: “Tað er áhugavert, at vit kunnu vísa teimum á, hvussu vit hava gjørt, og sum oyggjarnar fyri sunnan eisini hava møguleika at fáa atgongd til, men ikki hava fingið somu nyttu burturúr.
Hinvegin heldur løgmaður: “Vit kunnu læra nógv av eitt nú Orknoyggjunum, tá ið tað kemur at arbeiða við “grønum” orkukeldum. Í Orknoyggjunum verður granskað og arbeitt nógv við vind-, aldu- og streymorku. Nógvar áhugaverdar verkætlanir eru á hesum øki, sum vit kundu fingið nógv burturúr at samstarva við orknoyingar um, tí fortreytirnar hjá teimum eru á nógvum økjum eins og okkara.

 


Myndatekstur: Løgmaður saman við ráðsformonnunum fyri Orknoyggjum, Hetlandi og Hebridunum. F.v. Sandy Cluness, Hetlandi, Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Stephen Hagan, Orknoyggjum og Alex MacDonald, Hebridurnar.