13.02.2013 · Løgmansskrivstovan

Pallborðsorðaskifti í London um fólkaflyting

Pallborðsorðaskifti í London um fólkaflyting

Fríggjakvøldið 8.mars kl. 19.00 verður afturvendandi tiltakið hjá sendistovuni “Førleiki í útisetu”. Hesa ferð er evnið fólkaflyting. Við pallborðið sita Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, sum í felag við Høgna Reistrup hevur ritstjórnað bókina “Exit Føroyar”, Niels Winther, umboð fyri arbeiðsbólkin um fólkaflyting, sum Vinnumálaráðið hevur tikið stig til, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar Kommunu og Annika Klæmintsdóttir Olsen, granskari á politiska granskingarstovninum, Institute for Public Policy Research. Orðstýrari verður Rannvá Clementsen.

Tiltakið hevur til endamáls at birta undir kjak millum útisetar um samfelagsmenning og lívsumstøður í Føroyum.

Aftan á upplegg og orðaskifti verður høvi at hitta aðrar útisetar í hugnaligum umhvørvi.

Tiltakið verður á sendistovuni:
Sendistovan í London
55 Sloane Street
London SW1X 9SR

Vinaliga boða frá luttøku við at senda ein teldupost til siggaj@tinganes.fo í seinasta lagi mánadagin 4. mars 2013.