Í vár fekk løgmaður heimild í fíggjarlógini fyri 2023 at selja partabrøvini, sum landið eigur í P/F Smyril-Line. Faroe Law, Numo og Kamaradvokaturin Poul Schmith vunnu útboðið hjá Løgmansskrivstovuni um at standa fyri søluni.
Tilgongdin er nú komin at enda og niðurstøðan er, at eingin søla verður á hesum sinni av partabrøvunum, sum landið eigur í P/F Smyril-Line. Nakrir møguligir keyparar vístu áhuga, men tá samanum kom, fekk landsstýrið einki boð uppá partabrøvini.
Landstýrið fer í næstum at taka støðu til, hvat víðari skal henda við partabrøvunum.