14.01.2016 · Løgmansskrivstovan

Persónligu áhugamálini almannakunngjørd

Persónligu áhugamálini almannakunngjørd

Nú verður lættari hjá vanliga borgaranum at fylgja við, hvørji privat áhugamál og ognarviðurskifti landsstýrisfólk hava. Løgmaður hevur gjørt av at almannakunngera upplýsingar um ognarviðurskiftini og persónligu áhugamál hjá landsstýrinum.

-Hetta verður gjørt fyri at fáa størri gjøgnumskygni. Við hesum fær borgarin betri møguleika sjálvur at meta um, hvørt embætisførslan kann vera ávirkað av ósakligum áhugamálum. Eitt slíkt skjal kann eisini byrgja upp fyri gegnistrupulleikum. Vónandi verður hetta føst siðvenja, tá ið eitt nýtt landsstýri tekur við, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Upplýsingarnir verða dagførdir eina ferð um árið. Um týðandi broytingar í nevndu viðurskiftunum koma fyri, áliggur tað tí einstaka landsstýrisfólkinum at upplýsa løgmanni um hesi.

Privatu áhugamálini og ognarviðurskiftini hjá landsstýrinum kunnu lesast her