![Ráðstevna um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu](https://landsstyri.cdn.fo/savn/16613/heildarætlan-perma.png?width=1024&height=576&bgcolor=fff&rxy=0.49166666666666664,0.671003717472119&rmode=crop&format=jpg&t=106&s=CUSx-ZIcGv8HVKtkvHtMbvYbYCo)
Týsdagin 24. mai, kl. 8:45 til 16:15 verður almenn ráðstevna, har rúsevnismisnýtsla verður sett á breddan. Ráðstevnan verður hildin í Lívdini í Hoyvík
Ráðstevnan tekur útgangsstøði í Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, sum varð almannakunngjørd í vár. Í heildarætlanini er dentur lagdur á fyribyrging í breiðum týdningi, har trivnaður, góðir felagsskapir og samstarv tvørtur um geirar eru lyklaorð.
Á ráðstevnuna verða tvey yvirskipaði evni viðgjørd:
- Hví er trivnaður, so týdningarmikil, tá ið tað kemur til fyribyrging?
- Hvussu hjálpa vit teimum, sum longu hava ein trupulleiki?
Fleiri áhugaverdir fyrilestrarhaldarar fara at umrøða evni úr heildarætlanini úr ymiskum sjónarhornum og orðaskifti verður um, hvussu vit seta átøkini í heildarætlanini í verk.
Les alla skránna her
Luttøka á ráðstevnuni er ókeypis, men tað er neyðugt at melda til við at senda ein teldupost til jennyt@tinganes.fo