Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen svaraði í dag fyrispurningi á tingið frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, um landsstýrismannaábyrgd, serliga um avleiðingar av niðurstøðum hjá Landsstýrismálanevndini.
Løgmaður fer ikki at reisa ákæru móti landsstýrismanninum í fíggjarmálum og fyrrverandi løgmanni, Jóannes Eidesgaard útfrá niðurstøðum hjá Landsstýrismálanevndini um meirnýtslur á fíggjarlógini.
Í svarinum segði løgmaður m.a. “Í kjakinum í seinastuni um ábyrgd landsstýrismanna sýnist politiska og rættarliga ábyrgdin at vera blandað saman. Eftir mínum tykki er tað sera umráðandi, at man letur politikarar fáast við politikk, og dómstólarnar fáast við spurningin um, hvørt lóggávan er brotin av landsstýrismanni. ...Løgtingið skal fyrst og fremst taka støðu til, hvørt tingið út frá førda politikkinum, atburðinum o.ø. umstøðum vil loyva, at ein landsstýrismaður framhaldandi situr í embætinum. ...Løgtingið hevur ikki umstøður, førleika ella heimildir til at taka endaliga støðu til, hvørt lóggáva er brotin.”
Svar uppá
fyrispurning
frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S-40/2009 um landsstýrismannaábyrgd, serliga avleiðingar av niðurstøðum hjá Landsstýrismálanevndini
Fyrispurningurin var soljóðandi:
- Fer løgmaður at brúka heimildir sínar at reisa ákæru eftir lóg um ábyrgd landsstýrismanna, nú Landsstýrismálanevndin tríggjar ferðir (j. nr. 7.13-20090001, j. nr. 7.13-20080004, j. nr. 7.13-20090004) hevur staðfest, at fyrrverandi løgmaður, núverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur “borið seg ólógliga at”?
- Heldur løgmaður, at setan av kanningarstjóra til tess nærri at kanna kringumstøður og serliga subjektivar fortreytir fyri ábyrgd er kravd ella nyttug fyri løgmann og løgtingsmenn?
- Er løgmaður samdur við formanninum í Landsstýrismálanevdini, tá ið hann í almennari sending segði, at ikki bar til at hava álit á landsstýrismanninum í fíggjarmálum?
- Er løgmaður samdur við formanninum í Landsstýrismálanevdini, tá ið hann í somu sending segði, at tá ið Løgtingið samtykkir landsroknskapin, so hevur Løgtingið góðtikið møgulig lógarbrot (játtanarbrot), sum staðfest verða í roknskapinum?
- Er løgmaður samdur í, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum við svarum sínum upp á fyrispurningarnar 18/2008 og 21/2008 eftir § 52a í tingskipanini hevur sett til viks skyldur sínar at standa til svars mótvegis tinginum, sum staðfest í lóg um ábyrgd landsstýrisins § 5, stk. 2, tá ið hann ikki kemur fram við teimum upplýsingum, ið løgtingsmaður biður um, og sum eru mátbærar og atkomiligar upplýsingar?
- Er løgmaður samdur í, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er samsekur í teirri ólógligu fyrisiting, ið Landsstýrismálanevndin staðfesti sambært skrivi sínum, dagfest 2. juli 2009, í máli um nýtslu á § 8 á løgtingsfíggjarlógini?
- Er løgmaður samdur við Landsstýrismálanevndini í, at loyalar royndir hjá landsstýrismanni at fáa tillagað antin játtan ella heimildir ikki eru disculperandi?
- Er løgmaður samdur í niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini, tá ið sagt verður, at als ikki kann takast undir við, at “løgmaður seint í september ongan møguleika skuldi havt at sett í verk tiltøk sbrt. Stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3 at tryggja, at aðrir landsstýrismenn fyri árið 2008 ikki fingu yvirtrekk á teirra konto”?
- Hvørja fatan hevur løgmaður av nevndu áseting í stýrisskipanini, tá ið ræður um praktiskt at leggja eftirlitisarbeiði løgmans til rættis?
- Er løgmaður samdur í sera avgjørdu niðurstøðuni um, at “lógin ikki [tvs. ongantíð] gevur rúm fyri frávikum millum játtan og nýtslu”?
- Er løgmaður samdur í, at “eisini tá fortreytirnar fyri eini inntøku ikki halda, t.d. tá politisk undirtøka ikki er fyri ætlaðari sølu av partabrøvum, er tað ábyrgdin hjá landsstýrinum at lata Løgtingið avgera, um vantandi inntøkan krevur, at aðrar broytingar verða gjørdar í fíggjarlógini samstundis, sum inntøkan verður lækkað”?
- Er løgmaður samdur í, at Landsstýrismálanevndin kann kasta frá sær við viðmerkingini: “Um stig skulu verða tikin til, at eitt lógarbrot skal fáa rættarligar ella politiskar avleiðingar, er ein politiskur spurningur, sum Landsstýrismálanevndin ikki viðger ella tekur støðu til”?
Svar:
Í kjakinum í seinastuni um ábyrgd landsstýrismanna sýnist politiska og rættarliga ábyrgdin at vera blandað saman. Eftir mínum tykki er tað sera umráðandi, at man letur politikarar fáast við politikk, og dómstólarnar fáast við spurningin um, hvørt lóggávan er brotin av landsstýrismanni. Tað ber illa til at virka á báðum plattformun samstundis.
Vit vita frá søguni og frá viðurskiftum úti í heimi í dag, at stór ólukka kann standast av, at politikarar fáast við virksemi, sum hoyrir dómstólunum til, eins og stór ólukka kann standast av, at dómstólarnir fara at fáast við viðurskifti, sum av røttum hoyra heima hjá politikarunum.
Løgtingið skal fyrst og fremst taka støðu til, hvørt tingið út frá førda politikkinum, atburðinum o.ø. umstøðum vil loyva, at ein landsstýrismaður framhaldandi situr í embætinum. Her telja øll sjónarmið. Tað er út frá síni egnu sannføring, at hvør einstakur tingmaður hevur eina støðu til hendan spurning. Sjálvsagt kann hvør tingmaður gera sær sína egnu niðurstøðu um lógarbrot og lata hesa subjektivu niðurstøðu liggja til grund fyri síni støðu til politiskar avleiðingar. Tað er tó ikki reiðiligt at lata hesa niðurstøðu geva seg út fyri at vera rættarliga – hon er politisk. Rættarlig gerst hon ikki, fyrr enn endaligur dómur er dømdur.
Løgtingið hevur ikki umstøður, førleika ella heimildir til at taka endaliga støðu til, hvørt lóggáva er brotin. Løgtingið skal taka støðu til, hvørt mett verður, at útlit eru til, at landsstýrismaður verður dømdur fyri lógarbrot og síðan lata tað til dómstólarnar endaliga at staðfesta, at so er aftaná neyðuga gjølla skjalaframløgu, vitnisførslu og proceduru frá pørtunum í málinum. Sum grundarlag fyri støðutakan løgtingsins um málið, skal latast dómstólunum at staðfesta ábyrgd ein niðurstøða frá landsstýrismálanevndini ella kanningarstjóra.
Rættartrygd er í føroyska samfelagnum, eisini fyri landsstýrismenn. Hetta merkir, at ein og hvør skuldsettur er at rokna sum ósekur, til hann ella hon endaliga er dømd/ur við dómstólar landsins. Niðurstøða landsstýrismálanevndarinnar ella kanningarstjóra er tí ikki ein endaligur dómur, men ein forsøgn um endaliga úrslitið í rættarmáli. Niðurstøðurnar eru til taks til nýtslu hjá løgtinginum, um so er, at tingið skal atkvøða um uppskot frá tingmanni/monnum um at reisa ákæru ímóti landsstýrismanni. At gera slíka forsøgn er sera torført. Nevnast kann t.d., at dómstólarnir komu til aðra niðurstøðu enn landsstýrismálanevndin í tí sokallaða “Jógvan S – málinum”.
Svarini uppá einstøku spurningarnar eru hesir:
Viðvíkjandi 1) Nei. Sum áður greitt spyrjaranum frá í svari uppá fyrispurning S 2/2008, sum aftur vísir til fyrispurning S 74/2007, er tað uttanfyri embætisábyrgd løgmans at hava rættarligt eftirlit við, hvat fyrr sitandi løgmenn ella landsstýrismenn hava fingist við. Løgmaður er ábyrgdarhavandi mótvegis løgtinginum og ikki eftirfylgjara sínum í embætinum.
Viðvíkjandi 2) Eftir mínum tykki eigur ein kanningarstjórafrágreiðing bert at vera fingin til vega, tá ið tørvur er á undirstøðistilfari til støðutakan løgtingsins, hvørt ákæra skal reisast ímóti landsstýrismanni, tí at mett verður, at útlit eru til, at hann verður dømdur fyri lógarbrot við nevningating. Men, tað er sbr. stýrisskipanarlógini § 38, stk. 2 ikki upp til løgmansembætið at gera av, um kanningarstjóri skal setast.
Viðvíkjandi 3) Løgmaður metir ikki, at landsstýrismaðurin eigur at verða loystur úr embæti vegna yvirnýtsluna seinastu árini. Løgtingið hevur góðkent roknskapirnar hesi árini, undantikið seinasta árið, eins og tinginum hevur verið kunnugt, at umstøður hava verið, sum hava gjørt, at ikki hevur borið til at halda játtanir á hesum økjum hesi ár. Somuleiðis hava fleiri av útreiðslunum, verið lógarbundnar, soleiðis at borgarin hevur havt rættarkrav uppá veiting. Eisini hava yvirnýtslur verið á øðrum økjum, sum ikki hava fingið politiskar avleiðingar. Tá ið landsstýrismaðurin í september 2008 varð skipaður í embæti, kendi løgmaður, eins og almenningurin annars, øll hesi viðurskifti. Tað er tí øvugt, um hesi viðurskifti nú knappliga skulu fáa politiskar avleiðingar, tá tey nú langt eftir av tilvild koma upp aftur av nýggjum. Løgmaður hevur tí enn fult álit á øllum landsstýrismonnum sínum.
Viðvíkjandi 4) Tá ið Løgtingið samtykkir ein roknskap uttan viðmerkingar, sigur tað eftir mínum tykki frá, at øll fyrisitingarlig viðurskifti viðvíkjandi hesum roknskaparárinum endaliga eru uppgjørd, eisini spurningurin um evt. ábyrgdarmál, sum annars kundu verið staðfest, lesir man roknskapin. Verður ábyrgd ikki gjørd galdandi viðvíkjandi yvirtrekki tá, er í roynd og veru talan um eina eftirfylgjandi eykajáttan frá løgtingsins síðu.
Viðvíkjandi 5) Eg havi sent Fíggjarmálaráðnum spurningin til ummælis, og hevur ráðið svarað mær soleiðis:
“Kári á Rógvi, løgtingsmaður setti 3. juni 2009 landsstýrismanninum í fíggjarmálum § 52 a spurning viðvíkjandi ásetingum í samgonguskjalinum um broytingar í heildarveitingini, og hvat landsstýrismaðurin fór at leggja dent á í samráíngunum við danir.
Landsstýrismaðurin svaraði, at orsakað av fíggjarligu støðuni fór spurningurin um heildarveitingina at verða eftirmettur, og at ávís ógreiða eisini var um orðingina í samgonguskjalinum.
Hin 10. juni 2009 setur Kári á Rógvi nýggjan spurning um nøkur inntøkuhugtøk. Hesi inntøkuhugtøk vóru ikki allýst, og landsstýrismaðurin hevði tí ikki møguleika at svara nærri, enn hann gjørdi.”
Sum kunnugt fær landsstýrismaður bert ábyrgd sbr. lógini um ábyrgd landsstýrismanna § 5, stk. 2, um hann, tá Løgtingið viðgerð eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.
Eftir mínum tykki eru ongar ábendingar um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í svari sínum hevur afturhildið upplýsingum “av stórum týdningi”.
Viðvíkjandi 6) Hesin spurningur snýr seg um møguliga rættarliga ábyrgd av viðurskiftum, sum stava frá tíðini, áðrenn eg tók við sum løgmaður. Vísandi til svar uppá spurning 1 fari eg ikki at svara hesum spurningi.
Viðvíkjandi 7), 10) og 11) § 43, stk. 2 í stýrisskipanarlógini er ikki nøkur nýggj serstøk føroysk stýrisskipanarlig skipan frá 1994. Hon endurtók bert stýrisskipanarlógina frá 1948, eins og stýrisskipanarlógin tá tók uppaftur tilsvarandi reglu frá grundlógini frá 1849, og einsljóðandi reglur eru í øllum hinum norðanlondum.
Tað er tí ikki so einfalt at svara generellum spurningum, um hvussu hendan reglan skal skiljast. Svarið finst út frá eini ítøkiligari tulking av viðurskiftunum í Føroyum, praksis her á landi, løgfrøðiligu heimildunum um evni í Danmark og hinum norðanlondunum og praksis har.
Viðvíkjandi 8) Nei.
Viðvíkjandi 9) Politiska og rættarliga eftirlit løgmans sbr. stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3 er ikki lagt í fastar lógar- ella fyrisitingarligar karmar og varierar rættuliga eftir, hvør persónur situr í løgmansembætinum. Hetta eftirlit fer fram so hvørt og á ymiskan hátt - á landsstýrisfundi, á samgongufundi og annars í samskifti við landsstýrismannin og fólk annars. Klagur, niðurstøður frá umboðsmanninum og ymiskt, ið verður borið fram í fjølmiðlunum, kann eisini gerast partur av eftirliti løgmans. Eg havi, sum løgmaður, tikið upp táttin hjá undanmanni mínum regluliga at hava sokallaðar løgmansfundir við einstøku landsstýrismenninir at seta meg inn í viðurskiftini hjá hvørjum einstøkum. Løgmansstjórin fremur eisini eftirlit við, hvat fyriferst í einstøku ráðunum á sokallaðum stjóraráðsfundum millum allar aðalstjórar í miðfyrisitingini. Eisini fylgir ávísur málsviðgerði vegna Løgmansskrivsstovuna við ávísum ráði, um hvat fyriferst í ráðnum og sigur løgmanni frá eftir tørvi.
Viðvíkjandi 12) Uppgáva landsstýrismálanevndarinnar er at fyrireika mál, soleiðis at løgtingið hevur grundarlag at taka støðu til antin politiskar ella rættarligar avleiðingar mótvegis landsstýrismanni. Men tað er upp til hvønn einstakan tingmann heruppií eisini tann tingmann, sum er limur í landsstýrismálanevndini, frítt eftir síni sannføring at gera av, um hann antin leggur fram uppskot fyri Løgtingið um misálit ella uppskot um at reisa ákæru. Tekur ongin tingmaður slíkt stig, kann tað eftir mínum tykki ikki merkja annað enn, at Løgtingið heldur, at virksemi landsstýrismansins hevur verið bæði lógligt og politiskt nøktandi.
Í Tinganesi, 18. februar 2010
Kaj Leo Holm Johannesen