24.10.2013 · Løgmansskrivstovan

Rættleiðing til Dag og viku

Dagur og vika rør í kvøld framundir, at løgmaður sigur ósatt. Hetta er ein ákæra uttan hald í veruleikanum.

Innslagið í Degi og viku snýr seg um, hvørt løgfrøðiliga frágreiðingin í sambandi Skálafjarðartunnilin varð send øðrum løgfrøðingi at “trýstprøva”. Løgfrøðiligi ráðgevi løgmans, Sjúrður Rasmussen, sum hevur gjørt løgfrøðiligu frágreiðingina, sendi tann 8. september frágreiðingina til Marjuna Hanusardóttir og Gunnar Holm Jacobsen, løgfrøðing, til viðmerkingar.

Tað er løgmaður fullgreiður yvir, og tað hevur tíðindafólkið í KVF eisini fingið at vita í telduposti frá Løgmansskrivstovuni tann 7. oktober.

Tá ið løgmaður í Degi og viku fyri fleiri vikum síðan tosar um at trýstroyna frágreiðingina frá øðrum løgfrøðingi, er tað hetta, hann sipar til.

Tá ið løgmansstjórin upplýsir fyri KVF, at frágreiðingin ikki er løgfrøðiliga eftirmett, meinar hon við, at frágreiðingin ikki er nágreiniliga gjøgnumgingin og mett av nýggjum av øðrum løgfrøðingi.

Tí er tað skeivt at staðfesta, at løgmaður sigur ósatt.