Umleið helmingurin av revsilógini er nú føroyskað. Samstundis eru neyðugar dagføringar og tillagingar til føroysk viðurskiftini eisini gjørdar.
Fyrr í vikuni samtykti eitt einmælt Løgting at broyta kapittul 14 -19 í revsilógini.
Hesir kapitlar fevna um hesi brotsverk:
Kapittul 14: Brotsverk ímóti almennum myndugleikum o.a.
Kapittul 15: Brotsverk ímóti landaskili og friði.
Kapittul 16: Brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a.
Kapittul 17: Følsk frágreiðing og følsk ákæra.
Kapittul 18: Brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum.
Kapittul 19: Skjalafalsan.
Broytingarnar hava millum annað við sær, at persónar í almennum starvi verða betri vard móti harðskapi og hóttanum.
Eisini er ásett, at tá ið revsing skal ásetast fyri at geva almennum myndugleika ósannar upplýsingar, við tilætlan um, at ein ósekur harvið verður skuldsettur ella dømdur, skal dentur leggjast á hesi viðurskifti:
- hvat sermerkir tey revsiverdu viðurskiftini, sum skeivu upplýsingarnar snúgva seg um
- á umstøðurnar, tá ið upplýsingarnir vórðu givnir
- og á ta eyðmýking, sum er knýtt at tí at lata upplýsingarnar.
Aðrar høvuðsbroytingar eru hesar:
- Ásetingin um revsing fyri at sleppa sær undan hertænastu verður strikað.
- Ásetingin um píning verður víðkað til eisini at fevna um persónar, sum bera brek.
- Ein nýggj áseting um at hvítvaska pening verður sett inn í revsilógina.
Arbeiðið at týða og dagføra revsilógina er gjørt í samstarvi við Málráðið, sum hevur vegleitt í sambandi við málsligum ivamálum, og Revsirættarliga Ráðið, sum í høvuðsheitum hevur viðgjørt løgfrøðiliga innihaldið.
Arbeiðið at føroyska og dagføra alla revsilógina verður væntandi liðugt í 2021/22.