Løgmaður hevur í dag latið løgtinginum uppskot um at føroyska ein part av revsilógini. Samstundis verða nakrar dagføringar eisini gjørdar.
Hetta lógaruppskotið fevnir um at føroyska og dagføra kapittul 25 – 29 í revsilógini.
Hesir kapitlar snúgva seg um hesi brotsverk:
Kapittul 25: Brotsverk ímóti lívi og likami
Kapittul 26: Brotsverk ímóti persónliga frælsinum.
Kapittul 27: Ónáðir og ærumeiðing
Kapittul 28: Fíggjarbrotsverk
Kapittul 29: Serligar ásetingar um løgfrøðiligar persónar
"Tað er av stórum týdningi, at vit fáa tillaga revsilógina til føroysk viðurskifti," heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Tað var á heysti í 2015, at Løgtingið heitti á landsstýrið um at fara undir at føroyska og dagføra revsilógina. Talan er um eitt sera umfatandi og tíðarkrevjandi arbeiði. Av somu orsøk verður arbeiðið gjørt í smærri pørtum.
Arbeiðið at føroyska alla revsilógina er væntandi liðugt í 2022.