Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagskapinum verður 9. og 10. juni. Í ár er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður vertur fyri fundinum og í hesum sambandi koma Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar og frú Sólrun og Kuupik Kleist, landsstýrisformaður Grønlands og frú Aviaaja til Føroyar.
Donsku og grønlendsku ferðaløgini koma til Føroyar hósmorgunin 9. juni. Síðani verður farið á útferð til Mykinesar. Í Mykinesi verður Sørvágs kommuna vertur fyri ábiti. Um kvøldið verður løgmaður vertur fyri døgurða á Gjáargarði.
Ríkisfundurin verður fríggjamorgunin í Tinganesi. Á skránni fyri ríkisfundin er m.a. føroyski Evropapolitikkurin, felags virkisætlan fyri Arktis og Fíggjareftirlitið.
Í samband við Ríkisfundin verður tíðindafundur fríggjadagin 10. juni kl. 12 á Løgmansskrivstovuni.
Fjølmiðlar, ið ætla at luttaka á tíðindafundinum, skulu boða frá á palln@tinganes.fo í seinasta lagi hósdagin 9. juni kl. 16.
Donsku og grønlendsku ferðaløgini fara avstað aftur fríggjadagin 10. juni.
(Mynd: Ríkisfundur 2009)
Meiri fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe kunningarráðgeva, á tlf. 551028