16.01.2024 · Løgmansskrivstovan

Ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum

Ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum

Mikudagin 17. januar fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, til Keypmannahavnar. Á skrá er ríkisfundur umframt fundur í samstarvsráðnum.

Hittast nú tvær ferðir árliga

Vanliga eru ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum á skrá um summarið. Á fundunum, sum vórðu í Nuuk í summar, varð tó avtalað, at Føroyar, Danmark og Grønland framyvir skulu royna at hittast tvær ferðir um árið. Tí verður skipað fyri ávegis ríkisfundi og samstarvsráðsfundi longu nú í januar.

Danmark eigur formansskapin hesa ferð

Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og við ársbyrjan tók Danmark yvir formansskapin frá Grønlandi. Regluligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða í Danmark síðst í juni í ár.

“Tað hevur týdning, at Føroyar, Danmark og Grønland møtast regluliga á ráðharrastigi. Vit uppliva, at trygdarpolitiska støðan í heiminum gerst alsamt meiri spent. Bæði við krígnum í Ukraina, og nú seinast við krígnum í Miðeystri. Fundirnir eru eitt gott høvi at tosa saman um støðuna, og hvussu hetta ávirkar samstarvið millum londini”
Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Til ríkisfundin luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í  londunum.

Fundur í samstarvsráðnum

Síðani verður fundur í samstarvsráðnum, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ráðharrum. Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna, umframt samstarvið millum londini og samstarvið í mun til Arktiska ráðið.

Hesi luttaka á fundinum í samstarvsráðnum

Føroyar

  • Aksel V. Johannesen, løgmaður
  • Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
  • Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Danmark

  • Mette Frederiksen, forsætisráðharri
  • Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri
  • Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri
  • Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri

Grønland

  • Múte B. Egede, landsstýrisformaður
  • Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og sjálvstýrismálum
  • Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í  vinnu-, ráðevnis-, lógar- og javnstøðumálum