Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verður mánadagin 14. desember í Keypmannahavn.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, er vertur fyri fundinum hesaferð, og í hesum sambandi fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður Grønlands, til Danmarkar.
Stjórnarleiðararnir fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum.
Ríkisfundurin verður á Marienborg fyrrapartin mánadagin. Eftir ríkisfundin verður felags tíðindafundur, sum byrjar kl. 10.30.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Páll Holm Johannesen, kunningarráðgeva, á tlf. 551040