16.06.2014 · Løgmansskrivstovan

Ríkisfundur verður mikudagin

Ríkisfundur verður mikudagin

Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verður mikudagin 18. juni.

Í ár er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vertur fyri fundinum, og í hesum sambandi koma Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri Danmarkar og Aleqa Hammond, landsstýrisformaður Grønlands, til Føroyar.

Donsku og grønlendsku ferðaløgini koma til Føroyar í dag. Týsdagin verður farið á útferð til Mykinesar og út í Tindhólm.

Um kvøldið verður løgmaður vertur fyri døgurða.

Ríkisfundurin verður mikumorgunin í Tinganesi.

Stjórnarleiðararnir fara m.a. at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum, fiskivinnu og Arktis.

Í sambandi við ríkisfundin verður tíðindafundur mikudagin 18. juni kl. 11.30 á Løgmansskrivstovuni.

Fjølmiðlar, ið ætla at luttaka á tíðindafundinum, skulu boða frá á  pall@tinganes.fo í seinasta lagi týsdagin 17. juni kl. 12.00

Donsku og grønlendsku ferðaløgini fara av stað aftur seinnapartin mikudagin.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Páll Holm Johannesen, kunningarráðgeva, á tlf. 551040