Samgongan hevur sett sær fyri at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina. Ført verður fram - ikki minst av andstøðuni - at landsstýrið ætlar at nýta ríkisveitingina til skattalættar. Men so er ikki. Endamálið við dagføringini av ríkisveitingini er at tryggja vælferðartænastur í føroyska samfelagnum.
Ríkisveiting
Ríkisveitingin er grundleggjandi partur av samstarvinum í ríkisfelagsskapinum, ein rættur, sum er grundaður á avtalu millum Føroyar og Danmark. Ríkisveitingin er ískoyti til at fíggja málsøki, ið Føroyar ikki hava endaliga yvirtikið, eitt nú heilsuverkið og partar av almannaøkinum. Ríkisiveitingin er tískil eitt ískoyti til at veita borgarunum í Føroyum vælferðartænastur. Upphæddin á ríkisveitingini er grundað á avtalu millum partarnar í ríkisfelagsskapinum, og samráðingar eru um ríkisveitingina á hvørjum ári.
Tað er uppgávan hjá landsstýrinum at tryggja føroyingum tænastur, sum kunnu javnmetast við tænastustøðið í grannalondunum. Landskassin hevur hall, og vælferðartænasturnar eru undir trýsti, tí útreiðslurnar til vælferðarøkið vaksa. Skulu vit varðveita eitt nøktandi tænastustøði, er neyðugt við fígging. Men tá ið ríkisveitingin ikki er prístalsviðgjørd síðani 2002, merkir tað í roynd og veru, at ríkisveiting hevur mist og missir virði. Tí hava vit valið millum at lækka tænastustøðið ella finna fígging aðrastaðni.
Landsstýrið ætlar tí, at ríkisveitingin skal dagførast, so ríkisveitingin frameftir fylgir prístalinum. Løgmaður hevur tí sent danska forsætismálaráðharranum, Helle Thorning Schmidt, skriv, har hann boðar henni frá, at landsstýrið ynskir at taka upp samráðingar um at dagføra ríkisveitingina. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer í næstum undir hesar samráðingar, og ein prístalsviðgerð veldst um úrslitið av hesum samráðingum.
Skattalættin
Føroyar hava eitt av heimsins hægstu skattatrýstum á lønum. Samgongan hevur tí sett sær fyri at umskipa skattaskipanina og veita ein skattalætta, so tað loysir seg betur at arbeiða, og føroysku familjurnar fáa eitt størri fíggjarligt rásarúm.
Skattalættin skal eins og alt annað fíggjast. Ætlanin er, at skattalættin skal verða knýttur at pensjónsnýskipanini, við at inngjaldið til pensjónir verður skattað, heldur enn útgjaldið.
Eg skilji væl, at fakfeløgini reagera, tí tað snýr seg um pensjónsviðurskiftini hjá øllum føroyingum. Eg skal tó vissa øll um, at farið verður ikki fram í óðum verkum, og at málið verður viðgjørt væl og virðiliga, áðrenn nøkur umskipan verður sett í verk.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður