Føroyar fáa bæði rís og rós frá ST-nevndini um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.
Serfrøðinganevndin hevur gjørt sínar niðurstøður eftir hoyringina í Genéve í seinastu viku, har Føroyar, sum partur av donsku sendinevndini, tóku lut.
ST-nevndin rósar Føroyum fyri at hava sett í gildi løgtingslóg, ið bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.
Harumframt fáa Føroyar rós fyri broytingina í miðnámsskúlalógini, sum skal geva fleiri næmingum við serligum tørvi eitt miðnámsskúlatilboð eftir fólkaskúlan.
- Eg fegnist um framstigini, ið eru gjørd. Eg havi góðar vónir um at røkka uppaftur betur úrslitum næstu ferð við tí arbeiði, sum er stungið út í kortið, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Nevndin fegnast somuleiðis um, at Føroyar tann 23. september – samstundis sum Danmark - tók undir við sjálvbodna sáttmálaískoytinum, ið gevur einstaklingum møguleika at klaga til serstaka ST-nevnd.
ST- nevndin vísir eisini á nøkur øki, ið krevja ábøtur. Hon vísir á, at Føroyar ikki hava ein brekpolitikk og mælir til, at føroyskir myndugleikar fremja hetta í verki og samstundis gera eina virkisætlan fyri, hvussu hesin politikkur skal setast í verk.
Føroyar fáa eisini viðmerking fyri ikki at hava tikið stig til at stovna eina óhefta eftirlitseind ella ein mannarættindastovn, ið skal ansa eftir, at rættindini sambært sáttmálanum verða framd í Føroyum.
Nevndin leggur afturat, at deyv og tunghoyrd fólk í Føroyum ikki hava nøktandi atgongd til sendingar í Kringvarp Føroya.
Nevndin mælir somuleiðis til, at føroyskt teknmál verður viðurkent sum alment mál.
Nevndin hevur harumframt viðmerkingar til viðurskifti í sambandi við undirvísing og inklusjón, forboð móti mismuni vegna brek, umframt serlig átøk rættað móti fólki, ið bera brek, og sum eru fyri harðskapi.
Løgmaður avgjørdi herfyri, at Almannamálaráðið fekk ábyrgdina av at samskipa brekøkið, og fylgja við um avvarðandi myndugleikar liva upp til sínar skyldur sambært sáttmálanum.
Annika Olsen, landsstýriskvinna sigur í stuttari viðmerking, at hon tekur væl ímóti viðmerkingunum frá ST:
“Vit vóru greið yvir, at vit fóru at fáa nakrar ábreiðslur, men yvirskipað eri eg samd við ST nevndini í teirra viðmerkingum. Niðurstøður og tilmæli skulu nú viðgerast saman við avvarðandi landsstýrisfólkum. Vit fara nú í felag at gera eina ætlan fyri, hvussu vit røkka málunum í sáttmálanum.”
Sjøtul er longu settur á nøkur viðurskifti, ið nevndin vísir á. Fyrstu stigini eru tikin at seta í gongd arbeiðið við at orða eina brekpolitiska ætlan. Eisini verður kannað, hvussu eftirlitsskyldan sambært sáttmálanum kann hevjast í Føroyum.
Næsta frágreiðingin til Sameindu tjóðir um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, skal latast ST í 2019.
Niðurstøðurnar hjá nevndini kunnu lesast í síni heild her.
Mynd: Landsstýrið til ST hoyring í farnu viku. Frá vinstru: Súsanna Nordendal, Almannamálaráðið, Margretha Nónklett, Uttanríkistænastan hjá Løgmansskrivstovuni og Frida Poulsen, Mentamálaráðið