26.10.2018 · Løgmansskrivstovan

Røða: Føroya Kærustovnur ein bulur í okkara rættarsamfelag

Røða: Føroya Kærustovnur ein bulur í okkara rættarsamfelag

Løgmaður flutti fyri løtu síðan fram røðu í Norðurlandahúsinum, nú Føroya Kærustovnur skipar fyri einari móttøku í sambandi við, at 20 ár eru liðin, síðani Føroya Kærustovnur varð settur á stovn. 

Røða løgmans kann lesast niðanfyri.

Góðan dagin øll somul!

Tað er mær ein stórur heiður at sleppa at siga nøkur orð her í dag. Takk skulu tit hava fyri tað.

Kann ein fyritíðarpensjónistur, sum júst er blivin giftur, varðveita rættin at fáa fyritíðarpensjón sum stakur?

Kann ein kommuna sýta einum borgara at gera ein uppíbygning til síni gomlu sethús, tá ið fleiri grannar hava gjørt tað sama?

Ella kann ein lesandi fáa ferðastuðul fyri eitt heilt ár, tá ið lesnaðurin byrjaði fyri einum hálvum ári síðan?

Hesir tríggir spurningarnar eru bara ein lítil brotpartur av teimum 100-tals málunum, sum Føroya Kærustovnur hevur viðgjørt seinastu árini. Og tað er eitt, sum gongur aftur í mongu málunum.

Tað er rættartrygdin hjá vanliga borgaranum.

Tað er tann vanligi borgarin, sum av eini ella aðrari orsøk hevur heitt á Kærustovnin um at hyggja nærri at einum máli, ið tey ivast í, er rætt viðgjørt.

Og hetta hevur stóran týdning.

Tað hevur stóran týdning fyri gerandisdagin hjá einstaka borgaranum, at hann -  uttan mun til, um tað eru stór ella smá mál -  hevur møguleikan at kæra eina avgerð, ið ein almennur myndugleiki hevur tikið. Í einum vælvirkandi rættarsamfelagi er møguleikin at kæra eitt kjarnuvirði.

Eg haldi tí, tað er rætt at siga, at Føroya Kærustovnur seinastu 20 árini hevur verið ein bulur í okkara rættarsamfelag.

Tað lætti nógv um arbeiðsbyrðuna hjá bæði landsstýrisfólkunum og stjórnarráðunum, tá ið kæruviðgerðin varð skild frá politisku skipanina. Ofta var talan um viðkvom mál, sum eitt trýst landsstýrisfólk skuldi taka støðu til. Tað var tí eitt risa framstig, at vit fingu ein stovn, sum burtur av kundi taka sær av kærumálum.

Endamálið og hugsjónin í 1998 vóru púra greið. Kærustovnurin skuldi við tíðini fevna um so at siga alla almenna kæruviðgerð, soleiðis at hon varð savnað á einum stað undir skipaðum umstøðum í einum sterkum løgfrøðiliga fakligum umhvørvi.

Her heima eru vit ofta skjót at brigsla okkum sjálvi fyri at kopiera útlendskar loysnir, ið ofta eru ov kostnaðarmiklar og bureukratiskar til okkara lítla samfelag, sum í princippinum skal hava allar tær somu funktiónirnar sum onnur størri framkomin lond.

Tí verður ofta havt á lofti, at vit skulu gerast betri til at finna loysnir, sum hóska seg til júst føroyska samfelagið. At vit skulu duga betri at finna eina serføroyska loysn.

Bygnaðurin á Kærustovninum er serføroyskur. Kærustovnurin er ein føroysk loysn.

Tað er ein skrivstova, sum fyrireikar mál fyri heili 11 ymiskar faknevndir, sum eru settar saman við serkønum fólki. Kæruviðgerðin er meira einháttað, og tað er gott fyri rættartrygdina hjá borgarunum.

Borgarin fær móttøkuváttan, mál verða send til ummælis, upprit við tilmæli verður skrivað til nevndirnar, og avgerðin við grundgeving verður send borgaranum. Síðani verða avgerðirnar almannakunngjørdar í navnleysum líki.  Tað tryggjar gjørnumskygni, og øll kunnu síggja avgerðirnar.

Øll hendan tilgongdin er eitt risa framstig samanborið við tíðina, áðrenn Kærustovnurin gjørdist veruleiki. Fyrr kundi tað taka ár at fáa eina avgerð, og viðhvørt fekst onki svar yvirhøvur.

Hetta kemur slettis ikki fyri í dag.

Nú verður nógv lagt fyri at avgreiða málini so skjótt sum tilber.

***

Tað er ein royndur lutur, at seinastu árini eru fleiri nýggj fakøki løgd til Kærustovnin, og nýggjar kærunevndir eru settar. Tað leggur stórt trýst á stovnin, tí fakøkini eru stór í vavi og fevna breitt. Tað setir eisini stór krøv til førleikarnar hjá starvsfólkunum á Kærustovninum, sum skulu fevna um alt frá barnavernd til fjarskifti, ella frá psykiatriskum sjúklinga rættindum til posteftirlit.

Hetta reisir so spurningin, um tíðin ikki er búgvin til at endurskoða bygnaðin við Kærustovninum, soleiðis at skipanin eisini fer at virka væl í framtíðini.

Skal Kærustovnurin kanska skipast við lóg, sum ein fyrisitingarmyndugleiki, soleiðis at stovnurin sjálvur fær heimild at taka avgerðir í ávísum kærumálum?

Ella skulu vit hava eina skipan, sum meira líkist einum fyrisitingardómstóli?

Hesir spurningarnir verða ikki svaraðir í dag. Men eg haldi, at vit eiga at seta hol á eitt orðaskifti um framtíðina hjá stovninum. Undir øllum umstøðum verða fleiri áhugaverd upplegg her seinnapartin, sum óivað kunnu vera við til at kveikja orðaskifti um framtíðina hjá Føroya Kærustovni.

Her at enda vil eg ynskja tykkum blíðan byr og hepna hond í komandi tíðum við tykkara týdningarmikla virksemi. Og enn einaferð hjartaliga til lukku við teimum fyrstu 20 árunum!

Takk fyri!