Røða hildin á tiltaki hjá Norrønu felagnum á 200 ára degnum fyri grundlógini hjá Noregi
Góðan dagin øll somul,
Føroyar og Noreg eru brøðratjóðir . Brøðratjóðir í orðsins sanna týdningi.
Sum brøðir er upphavið tað sama. Vit eru tætt knýtt. Vit eru væl.
Vit samstarva. Og vit eru eisini kappingarneytar á fleiri økjum.
Fyri tveimum árum síðani – júst á hesum degi, tann 17.mai – vóru Føroyar vertur fyri einari forvitnisligari vitjan.
Sum tann fyrsti norski forsætisráðharrin síðani 1966, var Jens Stoltenberg í Føroyum.
Tað var ein stórur heiður fyri meg at fáa norska forsætisráðharran á vitjan sjálvan norska tjóðardagin.
Komandi NATO aðalskrivarin er ein áhugaverdur og forvitin maður.
Tann eina dagin sita vit báðir og práta á baksetrinum í einum bili á veg til Havnar. Uttanfyri síggja vit bø og haga.
Stoltenberg spyr, hvussu vit skipa seyðahaldið í Føroyum.
Tá kundi eg ikki lata vera við at nevna Seyðabrævið ella “Sauebrevet”, sum enn tann dag í dag ávirkar føroyskt seyðahald.
Henda gamla lógin frá 1298 varð í síni tíð brúkt bæði í Føroyum og Noregi.
Júst Seyðabrævið lýsir væl okkara felags søgu við Noregi.
Seyðabrævið lýsir væl, hvussu vit altíð hava okkara fortíð og søgu við okkum. Seyðabrævið lýsir tey sterku bondini og djúpa vinalagið millum Føroyar og Noreg.
Seyðabrævið stavar frá einari tíð, tá ið Føroyar í fleiri øldir vóru partur av norska kongsríkinum.
Okkara ríkisrættarliga samband við Noreg hvarv í 1814, tá norðmenn tóku seg saman og orðaðu sína grundlóg á Eidsvoll, og harvið slóðaðu fyri at skipa seg sum sjálvstøðug tjóð.
Tað er tað, vit hátíðarhalda her í Norðurlandahúsinum í dag.
Tað eru í dag 200 ár síðani, at Føroyar fóru úr norska kongsríkinum. Hóast okkara ríkisrættarliga tilknýtið hvarv fyri 200 árum síðani, hava vit knýtt sambond á øðrum økjum.
Serliga á vinnuøkinum eru sambondini sterk. Tað munnu vera fá lond, ið Føroyar hava samstarvað meira við enn Noreg innan fiskivinnu, alivinnu og oljuvinnu.
Ígjøgnum tíðina eru nógv føroysk fiskiskip og nú frálandaskip bygd í Noreg.
Norsku fyritøkurnar Statoil og Marine Harvest, ið á hvør sínum øki teljast millum størstu fyritøkur í heiminum, eru báðar í Føroyum.
Okkara størsta alifyritøku Bakkafrost og somuleiðis Atlantic Petroleum eru báðar á norska virðisbrævamarknaðinum í Oslo.
Okkara vegir renna eisini saman á øðrum økjum. Í dag arbeiða met nógvir føroyingar í Noregi.
Í ítrótti hava nógvir føroyingar roynt seg í Noregi við góðum úrslitum, bæði í fótbólti og flogbólti.
Nógvir føroyingar leita sær eisini útbúgving í Noregi.
Í Føroyum búgva eisini fleiri norðmenn. Eg kann til stuttleikar nevna, at sambært hagtølunum hjá Manntali, búgva í 99 borgarar í Føroyum, sum hava norskt sum sítt móðurmál.
Eitt orðatak sigur, at systkin, sum tvíhalda um, at tey ongantíð keglast, hava uttan iva okkurt at fjala.
Sum brøður og brøðratjóðir eru vit stundum eisini ósamd. Áhugamálini hjá Føroyum og Noregi minna nógv um hvørt annað, og tá er skjótt at gerast kappingarneyti.
Seinastu árini hevur tað serliga verið makrelmálið, ið vit hava verið ósamd um.
Hóast orðadrátturin stundum var harður, so megnaðu – sum systkin flest – at finna stevið aftur og koma ásamt um eina semju. Tað fegnist eg sjálvandi um.
Farna heyst varð skipað fyri einum tiltaki í Eysturoynni.
Hetta var meðan makrelstríðið var í hæddini.
Eitt umboð fyri norsku uppsjóvarvinnuna varð boðið til at halda ein fyrilestur við yvirskriftini “Føroyar sum brøðratjóð ella plága?”
Henda yvirskriftin var fyrst og fremst ein retorisk snilda, ið skuldi tryggja uppmerksemi.
Stóð eg sjálvur við spurningum, um Føroyar annaðhvørt eru ein brøðratjóð ella plága, var svarið stutt og greitt: Ein brøðratjóð!
Føroyar og Noreg eru í brøðratjóðir. Brøðralag kann rúma nógv.
Tað kann vera vinsemi, samstarv og kapping.
Kapping kann ofta fáa tað besta fram í okkum. Bæði Føroyar og Noreg teljast í dag millum londini, ið eru kom best gjøgnum herviligu fíggjarkreppuna.
Føroyar og Noreg eru í sama viðfangi javnastu samfeløg í Norðanlondum, ið samanlagt telist millum mest jøvnu samfeløg í øllum heiminum.
Her at enda vil eg takka Norrøna felagnum fyri hava tikið stig til tiltakið í dag. Stóra tøkk fyri tað.
Samstundis vil eg nýta høvi til at ynskja tykkum bestu eydnu í virkseminum framyvir.