Røða løgmans á MBF ráðstevnu 8. oktober í Norðurlandahúsinum. ST–sáttmálin um vernd og rættindi teirra brekaðu - Frá at vera sosialur klientur til at vera ábyrgdin hjá øllum
Góðan morgun øll somul
Í okkara samfelag skulu øll hava javnbjóðis møguleikar. Øll skulu hava møguleika at skapa sær eina gevandi tilveru. Øll, eisini tey sum bera brek. Hetta er grundvøllurin undir einum góðum samfelag. Hetta er eitt aðalmál hjá samgonguni og landsstýrinum.
Ein týðandi varði á hesi leið var, tá ið Løgtingið samtykti, at Føroyar skulu taka undir við at seta í gildi ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Endamálið við sáttmálanum er at tryggja teimum fulla og javna atgongd til verju og nýtslu av øllum mannarættindum, at fremja virðing fyri viðføddu tignina hjá fólki, sum bera brek og tryggja tey grundleggjandi frælsisrættindini, sum øll menniskju eiga.
Men orð mugu fremjast í verki, og skulu føgru orðini í sáttmálanum gerast veruleiki, mugu vit politikarar fremja tey tiltøk, sum eru neyðug fyri at tryggja fólki við breki og menningartarni betri og virðiligari kor.
Fyri at røkka ásetingunum í ST-sáttmálanum hevur landsstýrið fleiri ætlanir um at fremja broytingar í lóggávuni. Arbeitt verður við at broyta løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir soleiðis, at atkoma er til støð og tænastur, sum eru fyri almenningin. Farið er undir at endurskoða og gera broytingar í forsorgarlógini. Reglur verða ásettar um tilboð um endurmenning og sosiala tillaging hjá teimum, ið bera brek, og rætturin til endurvenjing á heilsuøkinum skal tryggjast við lóg. Farið verður undir eina langtíðar íløguætlan fyri bútilboð til fólk við skerdum førleika og nýggja lutaíbúðalógin, sum kemur í gildi í heyst, ger tað møguligt at skipa vardar bústaðir sum serstøk lutaíbúðafeløg.
Men langt er enn á mál. Ein týðandi liður at røkka endamálinum í ST-sáttmálanum er sektorábyrgd, sum er evni á hesi ráðstevnu.
Sektorábyrgd snýr seg í roynd og veru um at broyta hugburð og at flyta ábyrgd. Tað snýr seg um at fara frá hugburðinum, at fólk, sum bera brek, eru sosialir klientar við sersømdum, til hugburðin at tey eru borgarar við algildum rættindum. Og tað snýr seg um at flyta ábyrgdina at tryggja rættindini hjá fólki, sum bera brek frá teimum einstøku almannamyndugleikunum, til at verða ábyrgdin hjá øllum samfelagnum.
Tað merkir í høvuðsheitum, at tann almenni stovnurin, sum hevur ábyrgd av at veita eina tænastu til borgarar, eisini hevur ábyrgd av at tryggja, at henda tænasta eisini er tøk hjá fólki, sum bera brek. Tað merkir so aftur, at ábyrgdin at tryggja fólki, sum bera brek, liggur hjá tí sum hevur heimildina - um tað so er eitt landsstýrisfólk, sum letur eina lóg smíða, ella tað er ein leiðsla, sum letur ein handverkara smíða eina trappu sum atkomu til ein stovn.
Men eitt er teori og annað er praksis. Eitt drúgvt arbeiði liggur fyri framman, áðrenn vit kunnu seta sektorábyrgdina í verk. Tí, skal sektorábyrgd fáa fullan virkna, er neyðugt at fáa staðfest, hvat ábyrgdin fevnir um, og hvør eigur ábyrgdina í teimum einstøku førum, so ongin dettur í millum. Men fram um alt er týdningarmikið, at vit fáa lagt røttu karmarnar, so teir einstøku geirarnir fáa tilfeingi og møguleika at lyfta uppgávuna. Tí er týdningarmikið við góðum kjaki, so vit fáa viðgjørt, hvussu vit røkka okkara málum.
Men í dag leggja vit lunnar undir hetta arbeiði. Eg vil tí takka MBF fyri at taka stig og fyriskipa hesa ráðstevnu. Eg vil eisini nýta høvi at takka MBF og øllum hinum eldsálunum, sum fremja sjálvboðið arbeiði og stríðast fyri korum og rættindum hjá teimum veikastu í samfelagnum. Uttan sjálvbodnar felagsskapir høvdu korini hjá teimum veikastu verið munandi verri. Uttan tykkara vaknu eygu høvdu vit ikki megna at ment okkara vælferðarsamfelag.
Tað almenna skal veita tænastur og hjálpa samfelagsbólkum við serligum tørvi. Men tað eru ikki bara almennir stovnar, sum skulu vísa næstakærleika í verki. Tí verður næstakærleikin bert framdur við paragrafum, missur næstakærleikin sítt sannað virði. Vit sum einstaklingar eiga ábyrgd at vísa okkara medmenniskjum umsorgan. Vit hava øll ábyrgd fyri okkara samfelag. Vit hava øll ábyrgd av hvørjum øðrum.
Takk fyri