28.03.2014 · Løgmansskrivstovan

Røða: Ársins íverkseti ein stór sukse

Seinnapartin í dag helt løgmaður røðu, tá ið ársins íverkseti varð tilnevnd á Íverksetaradegnum. 

Løgmaður flutti hesi orð fram:

Ársins Íverkseti í 2014 er fødd, uppvaksin og búsitandi í Tórshavn. Inni á verkstaðnum fær hennara hugflog veingir.

Hon sigur, at alt tað, sum hon upplivir, kveikir nýggjar mátar at skera, smelta og boyggja tilfarið júst soleiðis, hon vil hava tað tað bara skal vera, og sum er blivin tann sukse, sum vit føroyingar síggja í dag.

Tað ljóðar ótrúligt, men hon er sjálvlærd!

Ymiskir skúlar og viðkomandi skeið hava eisini gjørt sítt til at ganga leiðina og stýra íblásturin til tað, sum hon skapar í dag.

Stóra drívmegin hjá Ársins Íverkseta er tann brennandi áhugin fyri, hvussu tilfar og litir hátta sær, bæði í kulda og hita.

Ja, hvussu tilfarið broytist og verður umskapað, meðan tað enn er í viðgerðini - alt eftir, hvørjar umstøðurnar eru .

 

Ársins íverkseti sigur tað vera sítt stóra ynski, at lidna avrikið skal avspegla gleði um litir og skap, kryddað við einum farra av skemti.

 

Tí fer hon als ikki uppá kompromis við nakað, sum kann ávirka góðskuna. Hon brúkar bara hondrullað Bullseye úr USA, ið er fyrsta floks innan reinleika og litir.

 

Hóast hon hevur bygt sína íverksetan upp frá botni av so at siga einsamøll, hevur hon megnað tað truplasta kynstrið av øllum, nevnliga tað at fáa rakstur í sítt virksemi.

Vit vita frá royndum, at tað ikki eru hugskotini og nýhugsanin, sum eru størstu forðingarnar  hjá íverksetum.

Hinvegin kann vera torført at røkka allan vegin út á marknaðin og at yvirliva harúti við svørtum tølum á botnlinjuni.

 

Góða Mikkalina!

 

Ja, tað er, tá tú skerir glas á tínum verkstaði, at løtan fær hugflogið, sum tú brúkar til at skapa tína stóru list.

 

Vit kunnu vera glað fyri, at tú í 2007 valdi at taka eitt ár frí frá tínum námsfrøðiliga virki, tí tað árið endaði tú á Engelholm háskúla, har tú fekk ta fyrstu frálæruna um glas.

 

 Heimafturkomin arbeiddi tú víðari  við glasi, og eftir enn eitt skeið, vart tú til reiðar og hevði fingið handverkið uppá pláss og íblásturin til títt fantastiska glasunivers.

 

Nú gongur sjón fyri søgn. Tú hevur av sonnum víst áræði og dugnaskap í tínum virksemi, og tú hevur eisini verið ein íblástur hjá øðrum.

 

Eins og Sjúrður vá á orminum, sum allir íverksetar vinna á avbjóðingunum, hevur tú vunnið títt pláss innan kreativa íverksetan her á landi.

 

Og eins og Grani bar gullið av heiði, eins og íverksetarar fáa vinningin til høldar, so hevur tú megnað at skapa eina kreativa fyritøku, sum nú er klár til at fara út um landoddarnar.

 

Góða Mikkalina! Tí er tað okkum ein heiður at kunna handa tær ein Grana sum Ársins íverkseti í 2014.

 

Hjartaliga til lukku og góðan byr frameftir.

 

 Takk fyri!