ÁRSINS ÍVERKSETI: Árni Skaale, stjóri á LookNorth, er ársins íverkseti. Hann er ein sonn fyrimynd og samstarvsfelagið fyri tey, sum arbeiða í og við íverksetan í Føroyum, vísti løgmaður á í røðu síni.
Fyrrapartin í dag helt løgmaður røðu, tá ið ársins íverkseti varð tilnevndur á Íverksetaradegnum.
Løgmaður flutti hesi orð fram:
"Ársins íverksetari fór undir sítt virksemi um aldarskiftið.
Hann brúkti ikki nógva tíð at umráða seg í, áðrenn hann legði seg út í nýggju verkætlanina.
Sama dag sum ársins íverkseti segði seg úr starvi í Danmark, tók hann flogfarið heim og helt stovnandi aðalfund í felagnum.
Síðan stovningardagin hevur fyritøkan bæði havt mótburð og framburð. Í dag er talan um eina sunna og sterka fyritøku.
Frá fyrsta degi hevur ársins íverkseti lagt nógv fyri at bróta slóð og at nøra um eitt fjølbroytt vinnulív.
Og hetta hevur alla tíðina endurspeglað Ársins Íverksetara. Í stavnhaldinum stendur, at fyritøkan hvørt ár skal framleiða fýra nýggjar vørur. Ikki hissini mál at seta sær.
Ársins Íverksetari, sum hevur fyritøku í Klaksvík, brennir fyri íverksetan og nýhugsan. Hann vil fegin geva ungum íverksetarum og skúlanæmingum møguleika at arbeiða við sínum hugskotum í hansara fyritøku.
Hann er sonn fyrimynd og góður samstarvsfelagið fyri tey, sum arbeiða í og við íverksetan í Føroyum.
Tá ið tú hevur sett tær fyri at vera nýskapandi í øllum tí, tú ger, merkir tað eisini, at onki hugskot verður vent í hurðini- og sum Ársins Íverksetari tekur til - fyrr enn tað er kannað væl og virðiliga.
Ársins íverksetari kann vísa á frálík fíggjarlig úrslit seinastu árini. Eisini á hesum økinum er hann ein fyrimynd fyri aðrar nýggjari fyritøkur.
Eisini gongur hann undan, tá tað snýr seg um sosiala íverksetan. Ársins Íverksetari hevur staðið á odda fyri fleiri tiltøkum í sínum lokaløki, sum hava skapt trivnað í nærumhvørvinum.
Við sínum nýhugsandi hátti hevur Ársins Íverksetari gingið undan, tikið stóran váða og givið øðrum íblástur. Hetta hevur hann sæð sum sína stóru uppgávu, og drívmegin er áhaldandi at skapa okkurt nýtt.
Ársins Íverksetari er Árni Skaale, stjóri á LookNorth"