Her er røðan, sum løgmaður Aksel V. Johannesen helt, tá ið hann í morgun setti aliráðstevnuna á Hotel Føroyum:
Góðan morgun øll somul,
”Tað er eitt mistak, um ein tjóð heldur, at hon kann halda frí frá sínari fortíð”
Hesi skilagóðu orðini eigur fyrrverandi franski forsetin De Gaulle.
Og tað er nakað um tað. Søgan hevur tað við at endurtaka seg. Eisini føroyska alisøgan.
Søgan hjá føroysku alivinnuni er ein søga við upp – og niðurtúrum. Úr djúpastu dølum og upp á hægstu tindar.
Seinnu árini hevur verið ein ferð upp á hægstu tindar.
Alifiskur er eftir fáum árum blivin okkara fremsta útflutningsvinna. Tykkara dugnaskapur og dirvi setur Føroyar á heimskortið hvønn einasta dag. Tit gera í løtuni fleiri stórar og spennandi íløgur í nýggjar smoltstøðir og kryvji- og góðskingarvirki. Hesi átøk fara øll at vera við til at tryggja, at føroysk alivinna framhaldandi verður partur av teimum bestu í heiminum.
Men fyri at skilja nútíðina er neyðugt, at tú veitst nakað um fortíðina.
Í løtuni gongur tað óvanliga væl í alivinnuni – og tú kanst skjótt verða lagdur undir at vera svartskygdur, um tú í hesum tíðum dittar tær at ávara um vandarnar, sum kunnu lúra.
Men vit skylda hvørjum øðrum at læra av søguni, ikki minst tá ið søgan ikki er eldri enn so, at vit øll, sum her eru, minnast tíðina, tá ið sjúka av álvara rakti vinnuna.
Og júst sjúka er enn sum áður størsti vandin, og tí má sjúkufyribyrgingin raðfestast ovarlaga. Tað prógvar fortíðin. Og sjúkufyribyrgingin verður eisini tikin í álvara.
Vit hava í Føroyum eina av sterkastu skipanunum við sjúkufyribyrging í heiminum. Og tað er ein av styrkjunum í føroysku skipanini, at hon er ment í samstarvi millum vinnu og almenna myndugleikan.
Hóast tað er dýrt og til tíðir trupult at virka undir teimum mongu krøvunum, sum almennu myndugleikarnir seta, vildu tit vera í heimsflokki. Og tað hevur lønað seg.
Tit leita støðugt eftir at finna loysnir fyri at týna lúsahóttanini. Tykkara hugur at finna loysnir saman við einum sterkum almennum regluverki hevur vónandi við sær, at vit einaferð koma trupulleikanum til lívs.
Júst almenna regluverkið hevur søguliga víst seg at hava stóran týdning.
Landsstýrið er tí í løtuni farið í holt við at brynja almenna regluverkið til framtíðina.
Nýggja alilógin hevur nógvar lutir. Eitt nú seta vit sum krav, at alarar í størri mun skulu hugsa um umhvørvið, náttúruna, djóraheilsu og djóravælferð. Eisini vilja vit kveikja vinnuna til at bróta upp úr nýggjum við aling á landi og aling á sjóøki uttan fyri firðir og sund á meira harðbalnum øki.
Men høvuðsendamálið er greitt. Við lógini vilja vit skapa størri lønsemi og kappingarføri í vinnuni.
Og møguleikin fyri at vaksa enn meira er avgjørt til staðar.
Kappingin um alifiskin er hørð, og tí arbeiða vit miðvíst við at fáa í lag fríhandil við lond sum Russland, Kina, Japan og Suðurkorea.
Eftirspurningurin eftir alifiski økist alsamt, og tað er avgerandi, at okkara fyritøkur hava minst líka góða marknaðaratgongd sum okkara kappingarneytar.
Men tað er ikki bara sum at siga tað.
Vit eru so fáment, og okkara heimamarknaður er somikið lítil, at onnur lond ikki av sær sjálvum raðfesta fríhandil við Føroyar.
Vit hava tí ikki onnur vápn enn at gera vart við okkum og vera áhaldin. Vit mugu aftur og aftur søkja møguleikarnar, minna á okkara áhugamál og streingja á viðkomandi myndugleikar í fremmandum londum.
Vónandi er tað eisini soleiðis, at brúkarin í størri londum sær dygdina í føroyskum laksi og vil keypa hann í kapping við laks úr øðrum londum. Tí kann alivinnan eisini sjálv streingja á sínar keyparar um at ávirka myndugleikar í teirra londum, soleiðis at teir gerast tilvitaðir um virðið av fríhandli við Føroyar.
Vit eiga áhaldandi at vóna og stremba eftir tí besta, men eisini fyrireika okkum upp á tað ringasta.
Umframt dugnalig verkafólk, seta alifeløgini alsamt fleiri fólk við hægri útbúgvingum og serkunnleika. Hetta rákið við vitanarstørvum í okkara høvuðsvinnu er sera mennandi fyri Føroyar.
Tað er hugaligt, at skráin til aliráðstevnuna vísir, at vit í Føroyum hava eitt sterkt granskingarumhvørvi, ið er við til at menna okkara vinnu. Fiskaaling, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Havstovan klára nærum at fylla skránna við gransking, ið er beinleiðis vinnurelevant. Eisini hetta er nakað, sum landið og vinnan í felag mugu menna og styrkja frameftir.
Nú byrjaði eg mína røðu við at endurgeva De Gaulle. Um eg loyvi mær at umskrivað og føroyska hansara boðskap, so kundi eg sagt:
Eingin kann halda frí frá sínari fortíð, heldur ikki alivinnan.
Við hesum orðum fari eg ynskja tykkum øllum eina góða aliráðstevnu við nógvum áhugaverdum fyrilestrum.
Somuleiðis fari eg at ynskja tykkum blíðan byr og hepna hond við arbeiðinum framyvir.
Takk fyri!
Aksel V. Johannesen
løgmaður