25.04.2024 · Løgmansskrivstovan

Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin

Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin

Flaggdagsrøða, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, flutti fram í Fámjin, flaggdagin 2024.

Góðu fáminingar, góðu suðuroyingar, góðu føroyingar

"Besta og penasta bygd í Føroyum". Soleiðis segði fáminingurin Jóan Pauli Ludvig um Fámjin, tá ið hann og konan, Ása, vóru við í útvarpssending hjá Tórði á Túri. Og nú eg standi her, kann eg ikki annað enn vera samdur við Jóan Paula.

Hvørja ferð, eg komi suður, møti eg stórum blíðskapi og skemtiligum lyndi. Hetta eyðkennir tykkum suðuroyingar.

Hetta eyðkendi eisini útvarpssendingina á Sevmýri.

Tá ið Tórður Mikkelsen spurdi konuna, Ásu, hvussu maðurin, Jóan Pauli, hevði tað - og um hann var klárur, svaraði hon “Ja”, men legði so afturat “men hann er fáminingur”.

Hetta varð sjálvandi sagt í skemti, men hetta kundi bent á, at onkur heldur, at fáminingar ikki altíð eru heilt klárir. Men eitt veit eg - bygdarráðsformaðurin hjá tykkum er í øllum førum árvakin. Um okkurt er í útvarps- ella sjónvarpstíðindunum, sum kann hava ávirkan á Fámjin og Suðuroynna, er tað eins víst og amen í kirkjuni, at eg havi Jóanis í telefonini. Oftast áðrenn tíðindasendingin er liðug.

Og hann syrgir eisini fyri, at eg leypandi verði kunnaður um gongdina í Fámjinstunlinum.

Tíverri hevur kunningin ikki altíð verið so jalig, tí arbeiðið hevur ikki altíð gingið eftir vild. Men innan stutta tíð verður tunnilin skotin ígjøgnum, og tá nærkast av álvara, at gerandisdagurin hjá tykkum í Fámjin verður lættari.

***

Tað er mær ein heiður at vera boðin at røða júst her í dag, tí Fámjin og søgan um Merkið hoyra óloysiliga saman. Upprunaliga flaggið hongur væl vart her í bygdini, og Merkið er í dag vundið í húnar hátt um alt landið.

Men seinastu tíðina hevur Merkið ferð eftir ferð eisini blaktrað í nýggjum vindum. Bæði her heima, men sanniliga eisini úti í heimi.

Ein av nýggju vindunum var í Berlin við ársbyrjan. Føroyingar í túsundatali – herímillum eg sjálvur - savnaðust í týska høvuðsstaðnum at stuðla okkara hondbóltslandsliði. Við okkum høvdu vit Merkið á blusum, á kjálkum og í okkara hjørtum. “Tú alfagra land mítt” rungaði í Mercedes-Benz leikhøllini og stjól yvirskriftir á alskyns miðlum úti í heimi. Og seinni í ár fer Merkið aftur at møta nýggjum vindum, tá ið føroysku hondbóltskvinnurnar fara at spæla EM-endaspæl í Sveis.

Í røðu mínari til ungu hondbóltsstjørnurnar við ársbyrjan takkaði eg teimum fyri, at tær læra okkum føroyingar at droyma stórar dreymar. Tí tað er, tá ið vit tora at droyma stóru dreymarnar, at vit veruliga kunnu flyta mørk.

Tað leiðir aftur til upprunan til dagin í dag. Tí eins og við hondbóltinum, vóru tað føroyskir ungdómar – millum teirra fáminingurin, Jens Olivur Lisberg, – sum í 1919 gjørdi dreym til veruleika.

Og líka síðani hevur Merkið átt sítt heilt egna pláss í hjørtunum á okkum føroyingum. Tað fylgir okkum frá byrjan til enda. Tað er við okkum til løtur í fagnaði. Tað er við okkum til løtur í sorg. Men hóast umstøður broytast og lívsins gøtur leggja leiðir av nýggjum, er Merkið altíð hitt sama. Óbroytiligt og dýrabart fyri einstaka føroyingin.

Tí Merkið ímyndar tjóðina og alt, sum bindur okkum saman sum fólk. Tað fær okkum at føla okkum heima. Á modernaðum máli - tað grundar okkum. Og tað umboðar alt tað, sum vit eru góð við og errin av.

***

Góðu tit

Í einum gerandisdegi, har ferðin ofta er høg, bóltarnir í luftini nógvir og tónin á sosialu miðlunum mangan harður, er lætt at gloyma alt tað, sum ger okkum errin sum føroyingar. Hvussu fantastiskar hesar brimbardu oyggjar eru. Tá er gott, at onnur kunnu minna okkum á hetta.

Og hetta hendi fyri meg seinasta sunnudag. Eg sat undir liðini á formanninum í altjóða oyggjaleikanevndini. Hann var í Føroyum saman við restini av nevndini, nú vit skulu vera vertir fyri Oyggjaleikum í 2027. Sum part av ferðini hava tey ferðast runt oyggjarnar.

Formaðurin kemur úr Álandi, sum jú eisini er oyggjasamfelag sum vit. Tá ið eg spurdi hann, um tey vóru nøgd við tað, sum tey høvdu sæð, segði hann, at hann øvundar okkum føroyingum. “Ikki einans hava tit góð úrslit á Oyggjaleikum, men tit luttaka eisini sum einasta oyggjaleikaland í undankapping til EM og HM í fótbólti, og enntá í endaspølum, tá ið tað kemur til hondbólt. Og ikki nokk við tí, tit hava eisini munandi størri sjálvsræði enn flestu aðrar oyggjar og hægsta BTÚ fyri hvønn íbúgva. Og framum alt, hava tit knýtt landið saman við tunlum og undirsjóvartunlum, sum onnur oyggjasamfeløg bara kunnu droyma um”.

Tað er nakað um tað, sum formaðurin í oyggjaleikanevndini sigur.

Tí tað er ongin sjálvfylgja, at vit eru eitt av heimsins ríkastu og javnastu londum. At vit hava ein alivinnu í heimsflokki. At vit eru eitt tað tryggasta samfelagið. At vit, hóast fá, kunnu kappast móti teimum størstu í ítrótti. Og at vit hava megnað at binda landið saman við tunlum og undirsjóvartunlum.

Tí kunnu vit vera so ómetaliga errin, tá ið Merkið blaktrar her heima og í nýggjum vindum úti í heimi.

***

Og tað er nú hugvekjandi. Tað, sum vit hava lyndi til at taka fyri givið, kann vera  ein luksusvøra fyri onnur. Til dømis okkara stórbæra náttúra.

Nýggjasta rákið er, at ferðafólk leita eftir friði og náttúru. Tey brúka ikki sín pening uppá dýrt uppihald, mat og vín. Nei, tey ynskja at koma burtur frá meldrinum, og koma í reina og óspilta náttúru at finna frið. Upplivingina at koma niður í ferð. Og tað er hesa luksusvøru, sum vit hava beint við hondina - eitt nú her í Fámjin. Ja, tað er heilt vist, at Suðuroyggin hevur ótroyttar møguleikar innan ferðavinnu við sínum vøkru náttúruperlum, sum ikki finnast nakra aðrastaðni enn júst her.

***

Vit taka ofta til, at gløgt er gestsins eyga. Men eins og tá ið vit eru gestir í øðrum londum, sær gesturin ikki fullu myndina. Og vit hava eisini okkara avbjóðingar. Eingin ivi er um, at vit mugu vera árvakin, bretta upp um armar og handfara tær avbjóðingar, sum vit standa við. Fyri at nevna úr rúgvuni. Inflatión, rentuhækkingar og bíðilistar. Og framum alt standa vit við eini haldførinsavbjóðing og skeivari aldurssamanseting. Ikki minst her í Suðuroynni.

Og júst tí droyma nógv av tykkum um ein suðuroyartunnil. Tað er eisini mín dreymur og mín vón, at tunnilin verður veruleiki innan alt ov langa tíð.

Jú, nógv kundi verið øðrvísi, og nógv kundi verið betri. Men Føroyar eru eitt gott og trygt land. Tí skulu vit ikki stúra, men allatíðina seta kósina rætt í mun til at loysa tær avbjóðingar, sum vit standa við. Og tað gera vit. Og tað mugu vit gera í felag – land og kommunur.

Tað henda somuleiðis stórar broytingar í heiminum, sum kunnu skapa ávísan ótta her heima. Vit liva í rembingartíðum, har tað, sum vit hildu vera satt í gjár, er til støðutakan í dag. Hetta ger okkum viðbrekin, tí so mangir vindar blæsa. Vit skulu ikki vera naiv, men vit hava onga orsøk at óttast. Vit eru ein partur av heiminum og sleppa tí ikki undan at taka støðu til tað, sum hendir rundan um okkum.

Men vit skulu, eins og Merkið, halda fast um heimliga grundvøllin.

Merkið ímyndar tjóðina. Alt tað, sum bindur okkum saman sum fólk. Tað fær okkum at føla okkum heima. Krossmerkið í flagginum er ímynd av okkum sum samfelag og ímynd av  kristindóminum. Og vit kunnu siga, at loddrætta ásin ímyndar okkara røtur og søgu, meðan vatnrætta ásin ímyndar okkara nútíðarsamfelag og framtíð. Ein áminning um, at vit nú standa á herðunum á teimum, ið vóru undan okkum. Og at teir grundarsteinar, ið vit nú leggja, skapa grundvøll fyri komandi ættarlið.

Tað er gott og sunt fyri okkara ungdóm at koma út í heim at nema sær upplivingar, vitan og knýta sambond. Men Føroyar skulu leggja orkuna rætt og skapa eitt samfelag, sum tey ungu velja til. Góðu søgurnar mugu eiga líka nógv pláss í almenninginum, sosialum miðlum, tíðindum og kjaki annars, sum tær minni góðu. Tí tað eru tær, sum knýta okkum enn tættari Merkinum. Og tað eru eisini tær, sum flyta samfelagið framá og skapa fortreytir fyri, at vit framhaldandi hava eitt samfelag, sum onnur øvunda okkum. Eitt samfelag, sum vit velja til heldur enn frá.

Tí tá ið alt kemur til alt hevur fáminingurin á Sevmýru, Jóan Pauli Ludvig, fatur í rætta endanum. Besta og penasta bygd, sigur hann um Fámjin. Eg veit, at okkurt kundi verið øðrvísi og betri, men eg havi hug at taka orðingina hjá Jóan Paula til mín og breiða hana enn longri út við orðunum: Føroyar eru besta og vakrasta stað í heiminum.

Takk fyri heiðurin og takk fyri at tit lýddu á!

Góðan flaggdag øll somul!

Aksel V. Johannesen

løgmaður