25.04.2018 · Løgmansskrivstovan

Røða: Flaggdagsrøða løgmans við Løkin 2018

Røða: Flaggdagsrøða løgmans við Løkin 2018

Flaggdagsrøða, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, flutti fram í Runavík, flaggdagin 2018.

Góðu eysturoyingar, góðu føroyingar!

Tað var turt, men eitt frískt lot hendan týsdagin, tann 30. oktober 1973.

Tey mongu føroysku fløggini, sum undirstrikaðu hátíðarhaldið, stóðu vatnrætt út frá flaggstongunum.

Við vindinum ferðaðist og blandaðist rami angin av røstum kjøti og súpan - og søti angin av kaffi og pannukøkum.

Hetta kom væl við hjá stóru fjøldini, sum hendan dagin var komin saman, nú størsta byggiverkætlan í Føroya søgu loksins var veruleiki.

Við brúnna um Streymin, sum hendan dagin lat upp, vórðu tær báðar størstu oyggjarnar í Føroyum, Streymoy og Eysturoy, bundnar saman.

Í mongu røðunum, sum vórðu hildnar henda dagin, var ein afturvendandi niðurstøða: Nýggja og framkomna brúgvin knýtti ikki bara størstu oyggjarnar saman, men hon fór eisini at knýta bæði bygdir og einstaklingar tættari saman.

Brúgvin um Streymin, varð sagt, fór at eggja til samstarv millum ymsu økini í landinum, økja um virksemið og styrkja bondini.

***

Tað eru nú 45 ár síðan, at tað var koyrandi millum Streymoy og Eysturoy.

Og skulu vit fylgja boðskapinum í mongu røðunum, tá Brúgvin um Streymin lat upp, áttu bondini millum oyggjarnar, millum ymsu økini og millum føroyingar ongantíð at verið sterkari enn nú.

Men – vit kunnu spyrja okkum sjálvi - eru tey nú tað?

Eru tað støðugt sterkari samstarv og støðugt styrknandi bond, sum eyðkenna Føroyar í dag?

Onkuntíð haldi eg, at vit føroyingar hava hug til at grava gjáir millum okkum. Vit hava hug at grava ikki bara ideologiskar gjáir, men eisini gjáir millum høvuðsstaðin og restina av landinum, millum verkafólk og akademikarar og millum konservativar og liberalar lívsáskoðanir.

***

Í dag halda vit fyri 78. ferð okkara egna flaggdag. Enn einaferð flagga vit á fullari stong. Við okkara egna flaggi – Merkinum.

Meðan sundurlyndi, sjálvsøkni og smáhugsan stundum eyðkenna okkara tjóð, so er okkara Merkið fyri meg persónliga tað besta dømið um samanhald.

Merkið er ímynd av Føroyum og okkum føroyingum. Tann hvíti dúkurin við reyða krossinum og bláu rondini minnir okkum á søgu og mentan okkara. Okkara felags lagnu, sum tjóð. Ein ímynd av øllum, sum okkara samfelag rúmar – okkara samleika.

Merkið ímyndar tjóðina – alt tað, sum bindur okkum saman sum fólk. Merkið vekir kenslur. Kenslur, sum bilgjast innan í okkum.

Tað minnir okkum á okkara mentan, okkara søgu, okkara stríð at byggja land og á okkara felagsskap sum borgarar. Tað umboðar okkum og ber vitni um alt tað, vit eru góð við og errin av.

Eg kann ikki ímynda mær nakað annað, ið savnar tjóðina í so stóran mun sum Merkið.

Merkið bleikrar í lotinum og stríðist í storminum. Tað eigur sítt fasta og ómissandi pláss í okkara tilveru. Tað fylgir okkum, tá ið vit halda merkisdagar, og tá ið vit syrgja.

Ítróttarfólk bera við stoltleika Merkið á bringuni, tá ið tey umboða Føroyar. Merkið verður vundið á stong, tá ið føroysk skip koma í fremmanda havn. Og undir krígnum, tá ið okkara sjófólk sigldu vandasjógvar, veittraði Merkið í mastrartoppinum.

***

Men tað kom ikki av sær sjálvum, at Merkið gjørdist eitt savnandi eyðkennið fyri Føroyar og okkum føroyingar.

Tað skuldi eitt heilt heimsstríð til fyri at fáa greiðu á okkara flaggspurningi. Í nógv, nógv ár frammanundan høvdu vit innanhýsis klandrast um flaggspurningin – og vit høvdu sjálv ilt við at semjast. Og tað var leingi líkt til, at Merkið var við til spjaða føroysku fjøldina.

Men soleiðis er ikki longur. Nú hava vit nú øll tikið Merkið til okkara sum umboðandi felagsskapin, vit hoyra til.

Merkið minnir okkum um, at tað, ið vit eru ósamd um í dag, kunnu vit verða samd um í morgin.

Hetta eigur at læra okkum so mikið, at uttan mun til, hvussu stórar og grundleggjandi ósemjurnar kunnu vera um ymisk samfelagsmál, so kann tíðin gera sítt til, at gjáirnar smalkast aftur. At tað ber til aftur at sameina og at byggja brýr.

***

Her á Eystara armi á Skálafjørðinum duga tit bæði at sameina og at byggja brýr.

Her er ymisleikin ikki ein meinbogi. Her er ymisleikin ein dygd.

Kanska er hetta júst orsøkin til, at neyvan nakað økið í landinum hevur havt so stóra framgongd og menning seinastu áratíggjuni, sum tit, ið her búgva. Alivinna, ítróttur, trúarlív, frálandavinna, fiskivinna, handilsvinna, og eitt ríkt tónleika- og mentanarlív, sum fullfíggja myndina.

Við hegni skipa tit eisini fyri altjóða kappingum. Eg eigi ein son, sum telvar, og tí havi eg seinastu árini verið fastur gestur til altjóða talvkappingina Runavík Open. Úr øllum heiminum koma telvarar til Runavíkar at telva. Tað er stuttligt at eygleiða, hvussu hollir fyriskiparar tit eru, og hvussu væl tit duga at taka tykkum av útlendsku gestunum. Hvørt ár ber til at lesa á sosialu miðlunum, hvussu nøgdir og glaðir allir útlendsku gestirnir eru fyri tykkara frálíka gestablídni.

***

Nú byrjaði eg røðu mína við hátíðarhaldinum fyri 45 árum síðan, tá ið fast samband var millum Streymoynna og Eysturoynna.

Í dag angar ikki av røstum kjøti og súpan, men av vári og vøkstri.

Og skjótt uppliva vit enn eina sameining. Tá verður  størsta tunnilsverkætlanin í Føroya søgu tikin alment í nýtslu.

Eg eri persónliga sannførdur um, at Eysturoyartunnilin, sum so nógvar aðrar samferðsluútbyggingar gjøgnum tíðina, fer at lyfta alt okkara samfelag upp aftur longur fram. Spennandi verkætlanin kveikir eina kenslu av, at tað, sum hjá mongum ikki hevur verið hildið at bera til, kortini ber til. Hon birtir eina góða kenslu. Hon birtir eina vón. Eysturoyartunnilin fer grundleggjandi at broyta okkara samferðslukervið.

Vóru fortreytirnar góðar frammanundan, so eiga tær at gerast enn betri her, kring Føroya størsta og besta fjørð.

Enn einaferð stytta vit teinarnar fyri at økja um møguleikarnar í hesum landinum. Nú farleiðin millum fólkaríkastu økini í Føroyum verður stytt munandi, verður spennandi at síggja, hvørjir møguleikar fara at stinga seg upp. Hjá vanliga borgaranum. Hjá familjunum. Hjá mongu fyritøkunum. Hjá virknu ítróttarfeløgunum. Og hjá okkara ríka trúarlívi.

Men tað verður ikki tunnilin í sær sjálvum, sum fer at knýta øki, bygdir ella einstaklingar saman. Sum í sær sjálvum fer at eggja til samstarv, økja um virksemið og styrkja bondini.

Tann lutin og tað ábyrgdina eiga vit, sum virka og búgva her á oyggjunum.

Gaman í eru vit fødd sum einstaklingar, men vit hava altíð havt tørv á at savnast. Savnast í felagsskapum, savnast til tiltøk og ella savnast í samfeløgum. Tí vit vita, at samanhald ger okkum sterkari.

Latið okkum tí royna at fáa tað besta burturúr og gera tað, sum upprunaliga var endamálið við Merkinum: At savnast um tað, vit hava í felag, heldur enn at syndrast av tí, ið vit ikki hava til felags.

Tí tað er í felagsskapinum, at vit øll gerast sterkari.

Latið okkum tí í dag flagga fyri samanhaldinum og felagsskapinum.

Takk fyri heiðurin, og takk fyri at tit lýddu á!

Aksel V. Johannesen

Løgmaður

Mynd: Runavíkar kommuna