Løgmaður helt røðu á tiltakinum, "Føroyar millum stórveldini," sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipaði fyri tann 24. september.
Røðan kann lesast niðanfyri.
Góðan dagin øll somul!
Eg var tannáringur í 1989, tá ið Berlinmúrurin fall.
Øll vit, sum vóru fødd fyrst í hálvfjerðsunum, og høvdu áhuga fyri politikki, máttu fyrihalda okkum til Berlinmúrin. Múrurin var ímyndin av kalda krígnum, sum hótti heimin við einum altoyðandi kjarnorkukríggi.
Heimsfatanin var einfaldari tá.
Tað var tað afturlætna Sovjet og tann opni vesturheimurin. Tað var kapitalisman og tað var kommunisman. Tað var Reagan og tað var Gorbatjov.
Í Føroyum vóru nøkur fyri NATO. Onnur vóru anti-NATO.
Men tredivu ár er long tíð.
Heimurin er ikki so svart/hvítur longur. Hann er meira sundurpettaður og kompleksur, enn tá ið eg vaks upp undir kalda krígnum.
Tað, sum fyrr skuldi verjast á landi, sjógvi ella í luftini, skal í dag eisini verjast á talgildum pallum, har grundleggjandi og lívsneyðugt undirstøðukervi, tænastur og upplýsingar liggja.
Hetta setur heilt øðrvísi krøv.
Nýggju krøvini hava við sær, at vit her heima mugu viðgera føroyskan trygdarpolitikk á annan hátt, enn vit gjørdu undir kalda krígnum.
Og tað hevur landsstýrið eisini gjørt seinastu tvey árini.
***
Føroyskur trygdarpolitikkur hevur ikki fylt nógv í føroyskum politikki. Søguliga hava vit havt eina frástøðu til trygdarmál.
Eg haldi, at frástøðan er komin av, at onnur tóku avgerðirnar fyri okkum, uttan veruliga at taka føroyskar myndugleikar upp á ráð. Trupulleikin hevur eisini verið, manglandi áhugin her heima at taka lut. Tað hevur sjálvandi ikki verið ein nøktandi støða.
Hetta hevur óivað gjørt, at nógvir føroyingar hava verið skeptiskir í trygdarmálum.
Hyggja vit burtur frá afturvendandi rokinum um støðirnar á Sornfelli og á Eiði, so haldi eg ikki, at tað hevur verið nakað stórvegis samanhangandi trygdarpolitiskt orðaskifti í Føroyum.
Tað verður øðrvísi frameftir, tí tað er neyðugt!
Trygdarmál fara at fáa størri rúmd í føroyska kjakinum.
Vit taka hetta økið í størsta álvara, og hava sett okkum fyri at hava eina virknan leiklut. Hetta sæst aftur í teimum fyrstu árunum hjá landsstýrinum. Nógv mál hava verið frammi:
- 5G
- Vitjanir frá amerikanska flotanum
- Trygdarráð sett á stovn
- Lofteftirlitsradarin
- Og samstarvsráðið í ríkisfelagsskapinum.
Trygdarmál eru felagsmál. Skal tað eydnast at reka ein virknan trygdarpolitikk, er neyðugt at vera ein virkin samstarvsfelagið í ríkisfelagsskapinum.
Og ongantíð hava vit havt betri møguleika fyri tí.
Bøtta samstarvið seinastu árini í ríkisfelagsskapinum hevur við sær, at Føroyar hava fingið ein meira týðandi leiklut á altjóða pallinum.
Vit merkja eina økta vælvild frá donsku skipanini – eisini í trygdarmálum. Saman eru fleiri grundleggjandi stig tikin fyri at lúka formligu krøvini, sum skulu fylgjast, nú Føroyar eru blivnar ein virknari leikari í trygdarmálum, har tað – eitt nú – hevur týdning hvussu viðkvæmar upplýsingar skulu handfarast.
Eg haldi, at góða og semjusøkjandi samstarvið við donsku myndugleikarnar stendur í andsøgn til myndina, sum nøkur í Føroyum royna at mála.
At nøkur eru ivingarsom um ætlanir hjá NATO, Danmark ella USA um okkara leiðir er ikki so løgið. Fólk minnast kalda kríggið. Fólk minnast, at Føroyar ikki vóru við til at taka avgerðir – ei heldur vórðu Føroyar kunnaðar serliga væl tá. Eg skilji tykkum. Men tíðirnar eru broyttar. Og eg kann eisini vissa tykkum um, at støðan er nógv øðrvísi í dag.
Nýggja samstarvsráðið, sum Føroyar, Danmark og Grønland hava stovnað, skal viðgera uttanríkis-, trygdar- og verjumál. Her verður tosað opið og beinleiðis um øll mál. Nýggja samstarvsráðið er stovnað, tí øll trý londini halda, at tørvur er á sterkari samstarvi og betri samskipan – ikki minst nú stórveldini vísa stóran áhuga fyri Norðuratlantshavi og Arktis.
Eitt evnið, sum nýggja samstarvsráðið óivað fer at taka upp, er samanrenningin við yvirtiknum málsøkjum, sum fáa ein trygdarpolitiskan dám. Hjá okkum í landsstýrinum er støðan greið. Er talan um eitt yvirtikið málsøki, so eru tað føroyskir myndugleikar, sum skulu lóggeva á økinum. Tað havi eg persónliga gjørt donskum myndugleikum greitt.
***
Føroyar liggja í einum øki, sum fær størri og størri geopolitiskan týdning, og hetta er ein gyltur møguleiki hjá okkum at taka lut og gerast virkin.
Okkara mál er greitt: Friður og lágspenningur skal valda í Norðuratlantshavi og Arktis.
Vit eru í løtuni mitt í einum heimspolitiskum meginráki, har kapprenningin millum USA, Russland og Kina harðnar. Hetta hevur millum annað havt við sær, at øll trý stórveldini sýna økinum um okkara leiðir áhuga og vilja samstarva við okkum. Stóri áhugin er greitt tekin um, at valdsjavnvágin í ríkisfelagsskapinum flytur seg norðureftir, úr Keypmannahavn til Tórshavnar og Nuuk.
Eitt ítøkiligt dømi er USA, sum landsstýrið hevur gjørt avtalu við um at styrkja samstarvið innan handil, gransking, mentan og útbúgving. Eisini hava amerikumenn kannað møguleikan fyri at brúka føroyskar havnir, bunkra og gera umvælingar her.
Saman við okkara grannalondum hoyra Føroyar til NATO. Gjøgnum ríkisfelagsskapin hava vit verið partur av verjusamgonguni síðani 1949. NATO er grundvøllurin undir trygd og varandi friði í Vesturheiminum. Eisini her hjá okkum.
Ein høvuðsorsøk til, at trygdarpolitikkur aftur er vorðin viðkomandi her heima, er, at NATO og USA hava víst á, at tørvur er á einum lofteftirlitsradara í Føroyum. Eisini danska verjan heldur tørv vera á hesum. Tílíkt eftirlit hevur ikki verið í loftrúminum yvir føroyskum øki, síðani undanfarni radarin á Sornfelli varð tikin niður. Tað ber í sær, at hol er í lofteftirlitinum í einum geira, sum fevnir frá økinum í ein landnyrðing úr Føroyum millum Ísland og Noreg í ein útsynning móti Bretlandi. Ein riva í verjugarðinum, sum hernaðarfólk hjá NATO hava orðað tað. Hesin geiri verður róptur fyri the GIUK gap (GIUK = Greenland / Iceland / United Kingdom), og júst hesin geiri verður mettur millum heimsins týdningarmiklastu strategisku farleiðir.
Vit skulu, sum partur av NATO, koma við einum íkasti til ta felags trygd, sum NATO stendur fyri um okkara leiðir. Vit skulu siga ja til ein lofteftirlitsradara á Sornfelli. Hann fer eisini at geva okkum neyðuga vitan um, hvat rørir seg um okkara leiðir. Vit skulu vita, hvat gongur fyri seg.
Uttanríkis- og trygdarpolitikkur snýr seg eins nógv um at taka ábyrgd sum at krevja rættindi og fyrimunir. Tí eiga Føroyar at leggja seg eftir at taka lut og vera við.
Mítt útgangsstøðið er greitt: Vit eru ein samanrunnin partur av vesturheiminum og NATO.
Henda støðan forðar hvørki samstarvi ella samhandli við øll stórveldini - ei heldur, at vit áhaldandi røkja okkara áhugamál mótvegis londum, sum hava annað verjupolitiskt stavnhald enn vit. Vit eru sterkari í okkara samstarvi við onnur. Men trygdarpolitiskt er – og verður – vesturheimurin okkara stavnhald.
***
Tað er neyðugt, at vit í Føroyum taka ábyrgd, og harvið tryggja okkum innlit og ávirkan. Tað gongur við rúkandi ferð, og nýggjar trygdarpolitiskar dagsskráir gera seg galdandi: Veðurlagsbroytingar, tøkni, heilsa, gransking og cyperálop.
Eg haldi, at vit skulu taka ábyrgdina á okkum. Bæði landsstýrið og løgtingið eiga at taka stig til eitt meira skipað samskifti við NATO í samstarvi við Danmark. Vit eiga at miða eftir at vera umboðað í NATO skipanini.
Landsstýrið hevur tikið stig til at fáa eina vitjan á NATO høvuðssætið í lag, har ein fundur við NATO-aðalskrivaran Jens Stoltenberg eftir ætlan verður á skránni. Vónandi kann henda vitjan seta ferð á eitt meira skipað samstarv.
***
Politiska skipanin í Føroyum plagar at standa væl saman um okkara uttanríkispolitisku viðurskifti. Vónandi kunnu vit finna sama stev á trygdarpolitiska økinum.
Men tað krevur, at vit sleppa fortíðini. At vit hava eina hóskandi fatan av nútíðini. Og at vit taka størri verjupolitiska ábyrgd í framtíðini.
Takk fyri!