Heimurin hyggur at Føroyum hesa vikuna. Fólk út øllum heiminum fara at hátíðarhalda serstøku sólarmyrkingina saman við okkum føroyingum í morgin. Tað segði løgmaður millum annað í røðu síni í Norðurlandahúsinum í kvøld, tá ið 400 fólk, flest útlendingar, vóru savnað til eitt stórt tiltak um sólarmyrking.
-Tað er okkara vón, at komandi dagarnar fara at teljast millum hendingaríkastu dagar tykkara nakrantíð. Okkara tjóð hevur fyrireikað seg væl, og tit hava møguleikan at royna fleiri partar av okkara ríka mentanarlívi, segði løgmaður.
Røðan kann lesest her