Ársins Íverksetaradagur varð hildin í Løkshøll í dag undir høvuðsevninum "ávirkarar". Løgmaður, Aksel V. Johannesen, setti dagin og handaði heiðurslønin til Ársins Íverkseta, sum gjørdist Fjord við Suffíu Nón.
Setanarrøða løgmans til Íverksetaradagin 2024
Góðu tit øll.
Takk fyri høvið at seta Íverksetaradagin 2024 her í Løkshøll í dag.
Tíðliga í mai var eg til eina hátíðarløtu úti í Hesti.
Høvuðspersónurin var Ansgar Lenvig.
Hann bleiv hátíðarhildin hendan dagin fyri sín 75 ára starvsdag.
Í heili 75 ár hevur hann verið avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni – og er tað framvegis.
Hann byrjaði í 1949 sum einans 14 ára gamal.
Í dag er Ansgar um tey 90 árini. Og hann tekur framvegis ímóti ferjuni, tá hon leggur at í Hesti.
Hetta í sær sjálvum er imponerandi.
Men fyrstu ferð Ansgar imponeraði meg var í 2022, tá ið eg sá hann í Degi og viku.
Yvirskriftin var “Elsti maður í Hesti fær sær jarðhita”.
Ansgar var tá 87 ár. Í sínum stilla sinni hevði hann roknað seg fram til, at tað loysti seg fyri hann at skifta til jarðhita – bæði fíggjarliga og við atliti til umhvørvið.
Hann sá møguleikan at gera sítt til at minka um dálkingina og samstundis spara nøkur oyru.
Ansgar er eitt dømi um, hvat úrslit kann koma burturúr, tá ið mann dugir at síggja møguleikar framum avbjóðingar.
Hóast íverksetan oftani verður tengt at yngra ættarliðnum, er Ansgar eitt livandi dømi um, at tað ongantíð er ov seint at hugsa av nýggjum. At byrja uppá nakað nýtt.
Á Íverksetaradegnum fagna vit ikki bert íverksetan, men eisini dirvi og hugsjónum.
Vit fagna tey stóru hugskotini og eins væl og tey smáu. Tær stóru fyritøkurnar eins væl og tær, ið enn taka fyrstu fetini.
Vit fagna tær stóru visjónirnar og tær smáu. Tí vit vita, at bæði kunnu hava ein ovurstóran týdning fyri okkara framtíð.
Við at raðfesta íverksetan, kunnu vit skapa eina mentan í Føroyum, har tað at byggja upp sítt egna hevur minst líka stórt virði, ella enn størri virði, sum at fylgja einum tryggum og føstum vegi.
Eg veit, at íverksetarafyritøkur kanska ikki eru tær, sum enn gera størst mun í samlaða føroyska búskapinum.
Men vit skulu øll byrja eitt stað.
Sjálvt tær størstu fyritøkurnar byrja við einum lítlum feti – kanska bert einum einføldum hugskoti, sum við tíðini verður til nakað stórt.
Tað gjørdu Bakkafrost, Hiddenfjord og Articon eisini. Og tær eru millum størstu fyritøkur í Føroyum í dag, og hava stóran týdning fyri okkara búskap.
Men vit vita eisini, at tað ikki eydnast hvørja ferð.
Ikki hvørt hugskot ella hvør verkætlan ber á mál. Og tað er eisini í lagi.
Tí, íverksetan krevur dirvi til at taka kjansir. Eisini tá ið útlitini eru óviss, og avbjóðingarnar eru nógvar.
Og júst hetta dirvið er ein avgerandi drívmegi fyri eina og hvørja menning.
Og júst í tílíkum umstøðum verður týdningurin av teimum, sum leggja grundarlagið fyri íverksetan í Føroyum, so sjónligur.
Eg vil tí nýta høvið at bera Íverksetarahúsinum í Klaksvík og Hugskotinum í Havn eina hjartans tøkk fyri teirra virðismikla arbeiðið.
Og við at skipa fyri íverksetarakappingum, átøkum og øðrum tiltøkum ár undan ári, stuðla tit nýggjum íverksetaraspírum og skapa eina mentan, har íverksetan fær pláss at vaksa og mennast.
Ikki minst hjá okkara unga ættarliði.
Her at enda.
Eg eri ikki fult greiður yvir, um Ansgar Lenvig úr Hesti kemur undir heitið at vera ávirkari. Men hann hevur í øllum førum ávirkað og inspirerað meg. Og uttan iva nógv við mær.
Eg gleði meg at hoyra spennandi fyrilestrar í dag um hetta evnið “ávirkarar”.
Við ynskjum um ein góðan og áhugaverdan dag, vil eg hervið seta Íverksetaradagin 2024.
Takk fyri tykkum!
Takk fyri.